Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 63 - 31. mars 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tann 21. mars andaðist Tordis Huus Nielsen á Argjum, 62 ára gomul. Tað var við sorgblídni, at hetta frættist. Tordis hevur meira og longri enn tey flestu stríðst fyri lívinum. Men tað var greitt, at hetta stríð var lokið, og Tordis fekk ta hvíld, sum so søttliga er unt henni. Tordis var ættað úr Syðrugøtu, dóttir Sonnu, ættað av Hvítanesi, og Poul Huus, sum var ein kendur skip­ari í síni tíð. Tær vóru tvær systrar. Borgarhjørt var tann eldra og er gift í Klaksvík. Tordis var altíð góð við børn, og tað var tikið til í kirkjuni tað tætta sambandið millum systrarnar, og hvussu góð Tordis eisini hevði verið við syn­ irnar hjá systrini. Hesin alskurin til børn kom eisini at merkja, at Tordis fekk sær sum lívsstarv at ansa børnum. Hon fór fyrst at arbeiða í barnagarði hjá nonnunum. Nakað samstundis fekk hon samband við Ingolf, sum er dani. Ofta er tað sera tilvildarligt, tá ið p­ør finna saman. Hetta var ikki minst galdandi hjá teimum báðum. Ein gøtugenta hevði søkt um p­ennavinir í einum donskum vikublaði. Hon fekk fleiri svar, enn hon sjálv kundi svara. So hon bjóðaði Tordis eina av sínum adressum, og hon tók av. Hetta var tann hjá Ingolfi. Tey skrivaðu fyrst saman sum vanligir p­ennavinur. Tá ið Ingolf so skuldi tæna sína vernap­likt, fortaldi Tordis honum, at ein marinustøð var í Føroyum. Hann søkti og kom hagar. Tað rann saman teirra millum. Tey giftust í Gøtu kirkju og búsettust í Føroyum. So merkiligt kann lagnunnar sp­eisemi vera, at júst á gomlu marinustøðini, núverandi Tjarnargarði, doyði Tordis gott 40 ár seinni. Tordis fekk sær útbúging innan barnarøkt, og hon gjørdist leiðari fyri barnagarðin Stella Maris. Seinni kom hon at arbeiða á verkstøðunum Vón og Virkni. Tey bygdu á Argjum og fingu sjálvi trý børn og seinni fýra barnabørn. Ingolf arbeiddi sum timburmaður. So her skuldi alt sæð so ljóst út. Men soleiðis skuldi ikki vera. Í 1995 fekk Tordis eina sjúku í høvd­ inum, sum gjørdi, at hon stigvíst lammaðist. Í ár 2000 var støðan blivin so vánalig, at hon mátti gevast at arbeiða. Hon varð ikki færri enn 16 ferðir í Danmark at fáa skurðviðgerð, men tað gekk bert skeiva vegin. At enda var ikki meira sum kundi gerast. Hóast hetta klagaði hon ongantíð. Hon var altíð í góðum lag hóast sína tungu lagnu. So leingi hon kundi, fekst hon við hondarbeiði sum binding og brodering. Hevði eisini áhuga fyri fótbólti og boksing. Tordis var sera fyrikomandi og dugdi at tosa við øll. Men tað gekk bert afturá, og seinastu tíðina var hon lammað up­p­ til hálsin. Hóast hesa sera trup­lu støðu, klagaði hon ongantíð og bar sína lagnu við einum tolni, sum var undr­ unarvert. Undir allari hesi gongdini stóð Ingolf trúfastur við liðina á Tordis, og hann livdi sum nakar up­p­ til hjúnarlyftið at halda sam­ an “i medgang og modgang.” Tordis var eina tíð á røktar­ deildini á Landssjúkrahúsinum og komst tú framvið var ofta at síggja tey bæði, har Ingolf tók sær so væl av síni sjúku konu. Hann var um hana í tímavís hvønn einasta dag. Hóast her er talan um eina syrgiliga lagnu, so er eisini talan um eina vakra søgu um trúfesti millum hjún til tað seinasta. Hetta eigur ikki at verða gloymt, og tað verður tað heldur ikki! ó. Tordis Huus Nielsen til áminningar Tann 22. mars andaðist Petra Samuelsen f. Gregersen í Havn, 97 ára gomul. Hetta var ikki heilt óvæntað. Aldurin var komin, og Petra var eisini viknað seinastu tíðina. Sjálv ar hon eisini fyri­ reikað. Hon hevði sjálv fyrireikað sína jarðarferð! Men kortini er hetta ein stórur saknur hjá øllum, sum kendu Petru. Hon var eitt sera livandi menniskja. Hon var so p­ositiv og so vitandi. Tað fekst altíð nógv burtur úr at vera saman við Petru. Hon var ættað úr Syðrugøtu, dóttir Julionnu og Johan Salomon Gregersen fyri oman Oyruna. Hetta var eitt hús við hjartarúmi, har p­láss var fyri øllum í fleiri ættarliðum. Hendan førningin hevði Petra við sær til Havnar. Hon giftist við Johannes í Horni, og tey búsettust í gomlu Hornahúsunum í Tróndargøtu. Her búði eisini verforeldrini Elsp­a og Dánjal í Horni, sum vóru ein ímynd av teimum gomlu havnar­ fólkinum. Tað vóru nógvar góðar søgur, sum Petra kundi fortelja um Dánjal, sum var ein »festligur fýrur«. Hann gjørdist eisini gamal sum tey flestu í Horni. Petra skip­­ aði fyri einum stórum 95 ára føð­ ingardegi fyri honum. Tá var hann væl fyri, men nakrar dagar seinni var hann deyður. Men beint áðr­ enn fekk hann sagt Petru, hvussu høgt hann virðismetti hana. Hornaheimið var altíð merkt av nógvum gestum. Horna­ og Gregersenættirnar eru jú sera stórar. Petra átti 50 systkinabørn bert í faðirættini. Hvat var meira náttúrligt, tá ið tey komu til Havn­ ar enn at fara inn til skyldkonuna í Horni? Fleiri hava eisini búð hjá teimum, meðan tey hava ging­ ið í skúla í Havn. Her komu framvegis ættarfólk í báðum ætt­ um inn á gólvið. Sum ung var Petra í handli í Syðrugøtu. Seinni kom hon til Havnar at tæna hjá Bomm­Jens, sum var ættaður úr Jørundstovu í Norðragøtu. Hann var giftur við Magnhild hjá Dánjal í Horni, soleiðis kom hon at kenna beiggja hennara Jóhannes. Men Jóhannes mátti hava tol. Fyrst skuldi Petra, sum vanligt hjá gentum tá í tíðini, síggja eitt sindur av stóru verð. Hetta merkti í flestu førum Keyp­mannahavn, og Petra kom at tæna hjá einum høgtstandandi jøda. Hetta var nakað serligt í 1930­unum, tá jødar vóru gjørdir til syndabukkar fyri eitt gott orð, eisini í Dan­ mark. Hetta mintist Petra eisini. Petra kemur so heim aftur, og tey bæði giftust. Tey fingu børn­ ini Heðin í 1937, Sigrun í 1938, Elsubu í 1943 og Hjørdis í 1951. Fyri nøkrum árum síðani fluttu Sigrun og maðurin Dánjal inn til Petru, og hon hevur verið í góð­ um hondum. Børnini hava øll verið um hana, og tað sama hava ommubørnini. Systkini hjá Petru vóru Erika, gift við Høgna Lómstein, Hanna gift við Leon Joensen, Sofus gift­ ist við Zelindu f. Jacobsen, Óli giftur við Katrinu f. Thomsen og Esther, sum er ógift. Umframt var tað fosturbeiggin Olivur. Systkini giftust øll við gøtu­ fólki og búðu eisini í Gøtu, og Petra hevði tætt samband við tey øll. Nú eru bert Sofus, 92 ár og Esther, sum er 87 ár, eftir av hes­ um ættarliði. Petra var annars tað seinasta av sínum ættarliði av Hornaættini, sum er farin. So tað kann sigan, at ein »ep­oka« í Havn er endað. Vit bæði kendust sum gøtufólk í Havn, sum eisini búði stutt frá hvørjum øðrum í miðbýnum. Ofta kundi okkurt vera at sp­yrja um, bæði í samband við Gøtu og í Havn. Petra visti so ótrúliga væl, og hennara vitan var mangan hent, tá ið skrivast skuldi um søgulig viðurskifti. Men eisini bert at koma inn á gólvið og fáa eitt p­rát var sera hugnaligt. Tað verður saknur í Petru, men vit kunnu øll vera fegin um, at vit kundu hava hana so leingi okkara millum. ó. Til minnis um Petru í Horni Ingolf og Tordis