týsdagur 31. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 31. mars 2009
15
Andlát og jarðarferðir
Ellen Maria Winther,
fødd Nielsen, í Vági,
ættað úr Vestmanna,
andaðist á Suðuroyar
sjúkrahúsi sunnudagin,
89 ára gomul.
Dánjal Jóhan Hjelm
úr Vági, vanliga nevnd
ur Dallahann hjá Tor
valdi, andaðist sunnudag
in á Suðuroyar sjúkra
húsi, 74 ára gamal. Kist
an fer úr kapellinum týs
dagin kl. 18. Jarðarferðin
verður mikudagin kl.
13.30 úr Bethel.
Thomasia
Niclasen,
vanliga nevnd Masa,
ættað frá Gjógv, búsit
andi á Tvøroyri, andað
ist á Suðuroyar sjúkra
húsi sunnudagin, 76 ára
gomul. Jarðarferðin verð
ur lýst seinni.
Kistan við Klávus Sól
heygg, vanliga nevndur
Jave, fer úr kapellinum
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
týskvøldið kl. 18 heim í
Christianskirkjuna. Jarð
arferðin verður úr Chr
istianskirkjuni
miku
dagin 1. apríl kl. 13.30.
Sungið verður úr sálma
bókini.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
31. mars. Balbina, deyð umleið ár 120. Navnið var við í teimum fyrstu føroysku álmanakkunum, men er síðan lagt
burtur. Hon var dóttir rómverska hermannin Kvirinus og bleiv tikin av døgum saman við pápanum. Sverri Dahl,
fornfrøðingur, varð føddur í Tórshavn hendan dagin í 1910.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
15. mars 2009 doyði Óli Berg, lær
ari, brádliga bert 57 ára gamal.
Óli var føddur 20. september
1951. Hann var sonur Onnu Sofíu f.
Djurhuus úr Sumba og Dánjal Jákup
Berg úr Nesi í Hvalba.
Óli vaks upp í Nesi. Har gekk hann
eisini í skúla fyrstu árini av síni
skúlatíð og í 6. og 7. flokk í Hvalbiar
skúla. So gekk leiðin víðari. Fyrst til
Tvøroyrar og síðani til Hoydalar har
hann tók realprógv í 1969.
Sum so mangur unglingi á bygd tá
í tíðini, fór Óli til skips nøkur ár,
men hóast honum dámdi sjólívið, fór
hann á Føroya Læraraskúla í 1972,
og hagani tók hann prógv í 1977.
Óli arbeiddi á Venjingarskúlanum
í tvey ár, men so gekk leiðin aftur til
heimbygdina, tí í 1979 fekk hann
starv í Hvalbiar skúla, og her
arbeiddi hann, til hann doyði.
Óli var dugnaligur lærari. Stødd
frøði, alis evnafrøði og søga vóru
hansara lærugreinir, men hann átók
sær eisini at undirvísa í øðrum læru
greinum, um tørvur var á tí.
Næmingarnir dámdu Óla. Teir
vistu, at frá honum fingu teir hald
góða undirvísing, og í hansara tím
um var arbeiðsfriður.
Millum starvsfelagarnar var hann
álitismaður. Hansara orð høvdu vekt.
Í nógv ár var Óli formaður í lærara
ráðnum og seinni skrivari í náms
frøðiliga ráðnum í Hvalbiar skúla.
Hann var skrivari í Hvalbiar komm
unu frá 1986.
Við hesum starvinum fylgdu fleiri
álitispostar, sum Óli røkti til fulnar.
Eisini í sínum starvi í Hvalbiar
kommunu var Óli álitismaður og
góður í ráðum, og mong vóru tey,
sum leitaðu sær ráð hjá honum í sam
band við ymisk lokal mál.
Óli giftist í 1977 við Honnu f. Jac
obsen úr Tórshavn. Tey eiga tríggjar
synir. Dánjal Jákup, Magnus og Jens
Paula. Eina abbadóttir, Honnu Sofíu,
fekk Óli, áðrenn hann nú legði árar
nar inn, og tey bæði vóru sum lív og
ein sál. Hon var av og á við abbanum
í skúla, og har sóu vit eina aðra síðu
av Óla, eina bleyta og familjukæra.
Óli átti jørð saman við beiggja sín
um, Esmari, og í síni frítíð fekst Óli
við seyð. Hann kendi seyð. Henda
áhugan hevði hann frá mammu síni,
Onnu.
Í hoygging, á fjalli og í fletting
legði hann nógv fyri. Hetta er tungt
arbeiði, men Óli var sterkur og
arbeiðssamur.
Men tá ið lombini koma aftur í
vár, verður tað ikki Óli, sum, sum
vant, markar tey. Óli dugdi at læra
frá sær. Synirnar setti hann við.
Hann setti ikki tóma tægu eftir seg
Eitt tómt pláss stendur eftir Óla
Berg í Hvalbiar skúla. Vit syrgja og
eru skakaði. Men tá vit so við og við
reiðiliga gerast greið yvir, at hann,
sum so sjáldan var burtur frá skúl
anum, ikki kemur aftur, tástani fara
vit at skilja, hvussu stórur missurin
veruliga er.
Vit hava samkendslu við tykkum í
Nesi, nú tit hava mist mann, pápa, son,
verfaðir, abba og beiggja. Má Harrin
styrkja tykkum hesa sváru tíð.
At Óli Berg var væl kendur og
virdur millum manna, bar tann stóri
skarin ,sum fylgdi honum út á Leiri
bø, boð um.
Vit vilja enda hesi minningarorð
um Óla Berg við yrkingini ”Lívið”
hjá Pól F. Joensen
Lívið er eins og eitt kertuljós,
ið brennur bert stutta tíð,
men áðrenn tað slóknar, eitt annað er
tendrað við tí av ný, -
Tendrast og slókna er lívsins lóg,
alt lív bert eittans er :
hin ævigi tendrarin lívslystin er,
sum gjøgnum alt streymandi fer.
Við hesum lýsa vit frið yvir minnið
um Óla Berg, ein góðan starvsfelaga
og lærara.
Starvsfelagarnir í
Hvalbiar skúla
Minningarorð
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæri maður, pápi, sonur og bróðir
Árni Debess
andaðist og varð jarðaður.
Hjartans tøkk til tykkum øll fyri troyst og stuðul í
stóru sorg okkara, somuleiðis tøkk til manningar á
Brimli og Tjaldrinum.
Við vón um gleðiligar páskir og bestu heilsanir.
Carol, Rúnar og Sára
Anny, Hansemann og systkin við familjum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá okkara elskaða mamma, vermamma, og omma
Poula Mohr
Fuglafjørður
doyði og varð jarðað.
Hjartans tøkk til tykkum øll, ið vóru um hana til
tað síðsta, og takk til tykkum, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hans, Poul Jákup og Øssur
90 ára føðingardagur
Miebeth Jacobsen av Kirkju, búsitandi á Sambýlinum
á Heygnum, undir Kráarbrekku, Klaksvík, fyllir 90 ár
mikudagin 1. apríl. Høvi verður at heilsa upp á hana á
Sambýlinum frá kl. 15 til 18.
Brúdleyp
Leygardagin 4. apríl giftast Elin Maria Iversen og Rógvi
Róin, Hoyvík. Vígslan verður í Havnar krikju kl. 16.00.
Brúdleyp verður fyri innboðin á Hotel Føroyum.
Brúdleyp
Pálmasunnuudag 5. apríl kl. 14.00 giftast í Ebenezer,
Tórshavn: Elin Kathrina Haraldsen, Argir og Jens Sofus
Thomsen, Hvalba. Aftaná vígsluna verður reseptión, har øll
eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum á
Hotel Føroyum kl. 18.30.
Brúdleyp
8. apríl giftast í Keypmannahavn Stine Dobak Jensen, Oslo,
og Tummas Planck Reinert, Tórshavn. Adressan er Øre
sundsvej 92, 2 th., 2300 København S.
Brúdleyp
Mikudagin 8. apríl giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík kl.
16 Sigrid Mikkelsen og Niels Juel Arge. Veitslan verður fyri
innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.
sum hevur ein merkisdag,
sum t.d. ein rundan
føðingardag, brúdleyps
dag, starvsdag ella onkran,
ið hevur fingið nýtt starv
e.a., so sig okkum frá
hesum.
Send nøkur orð
og eina mynd til:
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Veitst tu um onkran...
Tú ert eisini vælkomin inn á
gólvið í Miðlahúsinum ella
ringja tlf 341800. Eisini ber
til at senda ein teldupost til:
post@sosialurin.fo