týsdagur 31. mars 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Demich P/F Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 309 310
demich@demich.fo
Demich P/F Vágur
Á Marknoyri
FO-900 Vágur
Telefon +298 37 35 35
demich@demich.fo
Demich P/F Runavík
Heiðavegur 80
FO-610 Saltangará
Telefon +298 445500
demich@demich.fo
Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv.
Umhvørvisvinarlig orka við
hitapumpu frá Demich
Vinnan
Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum
...títt vinnublað
Smyril Line og
Atlantsflog eru okk
ara samferðslukervi
við útheimin og
hava tí sera stóran
týdning. Tí er eingin
ivi um, at tað var
rætt av tí almenna at
bjarga Smyril Line,
sigur forkvinnan í
Framtaki, sum eisini
setti meiri pening í
reiðaríið
SamferðSla
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Sosialurin/Rás2: Framtak
hevur leingi verið við í
Smyril Line, og tá felagið
bleiv endurreisat seinasta
heyst, gjørdi grunnurin av
at seta meiri pening í fe
lagið, bæði sum partapening
og sum ábyrgdarpening. Í
fyrsta lagi tók grunnurin
avgerðina fyri at forða fyri,
at hann skuldi missa tað,
sum hann longu hevði sett í
Smyril Line, men tað var
ikki tann einasta orsøkin,
sigur formaðurin í Framtaki,
Gloria Kalsø:
– Høvdu aðrir farið við
Norrønu tá, høvdu vit einki
skip havt til summar sigl
ingina í ár, tí tíðin hevði
ver ið ov stutt til at finna
fígging til eitt so dýrt skip.
Harafturat hevði mark nað
urin, sum Smyril Line hevur
bygt upp, fari fyri bakka,
sigur forkvinnan í Framtaki
við Rás2.
Gloria Kalsø sigur, at í
hennara hugaheimi eru At
lantsflog og Smyril Line
okkara samferðslukervi við
umheimin, og okkara landa
frøðiliga støða úti í At lants
havinum ger, at Føroyar
hava brúk fyri tveimum
slíkum motorvegum inn á
meginlandið, sigur hon.
– Tað hevur eisini stóran
týdning, at tað er hugaligt
hjá fólki at vera í Føroyum,
og at tað eri lætt at koma
aftur og fram. Tí annars
kann tað henda, at fólk flyta
av landinum, eins og fólk í
sekstiárunum fluttu av út
oyggj og bygd inn í megin
økið.
Rætt við almennari
luttøku
Ein av uppgávunum hjá
Fram taki er at gera íløgur í
fyritøkur,
sum
kunnu
menna føroyska samfelag
ið, og forkvinnan í grunn
inum er ikki í iva um, at
Smyril Line er ein tílík
fyritøka.
Høvuðsreglan hjá Fram
taki er, at grunnurin ger
íløgur í fyritøkur, sum bera
seg upp á sikt, og at grunn
urin kann verða leysur av
íløguni eftir fimm til sjey
árum. Men í summum før
um er grunnurin meiri tolin,
og Smyril Line er ein av
hesum fyritøkunum.
– Vit hava verið í Smyril
Line leingi og koma helst at
verða har eina drúgva tíð
enn, men vónandi fer tað at
ganga so væl hjá felagnum
at onkur fær hug at keypa
okkara
partabrøv,
sigur
Gloria Kalsø við Rás2.
Hon vil ikki leggja seg út
í tað politiska kjakið, um
tað almenna eigur at seta
pening í privata vinnu ella
ikki. Hinvegin ásannar hon,
at landið er lítið og kapi
talurin avmarkaður, og tá
talan er um samferðslukervið
kann tað vera rætt, at tað
almenna er við. Men tað er
umráðandi, at tað almenna
ikki fer inn við studningi,
men partapeningi og kann
selja seg útaftur, sigur hon.
Neyðugt fyri
ferðavinnuna
Fyri ferðavinnuna hevur tað
nógv at siga, at fólk kunnu
velja ímillum at ferðast
loft vegis ella sjóvegis, held
ur Gloria Kalsø, tí talan er
um tveir heilt ymiskar ferð
arhættir. Tey, sum ferðast
sjóvegis, kunnu hava bil
við, og við sjóvegis flutningi
kunnu vit fáa eitt annað
slag av ferðafólki enn tey,
sum ferðast við flogfari.
Har afturat koma so tey,
sum ikki hætta sær upp í
eitt flogfar, og sum verða
stavnsbundin í Føroyum,
um eingin sjóvegis farleið
er, sigur forkvinnan í Fram
taki.
–– Trýrt tú upp á eina
før oyska ferðavinnu?
– Ja, tað geri eg. Vit hava
eitt vakurt og gott land og
eina serliga støðu mitt úti í
Atlantshavinum. Jú, eg havi
góða vón um framtíðina hjá
føroyskari ferðavinnu, sigur
Gloria Kalsø, forkvinna í
Fram taki, í samrøðu við
Rás2.
Neyðugt at hava tveir
motorvegir út í heim
Gloria Kalsø, forkvinna í Framtak, her saman við nevndar
formanninum í Smyril Line umborð á Norrønu. Aftan fyri
Jóhan Dahl og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismenn
Mynd: Jan Müller