Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 63 - 31. mars 2009 Í sambandi við, at fyrsta Útnorður Sniðstevnan varð hildin í Reykjavík, skipaði Samvit saman við NORA fyri serligum tiltaki, har spurningurin um at enduruppfinna útnorðurmótan varð tikin fram. Og ein av niðurstøðunum var, at móti sjálvsagt eigur landafrøðiligan og søguligan uppruna, men kortini ikki nøkur landamørk. Hetta sæst eisini, um hugt verður at teimum føroysku sniðgevunum SniðStevna Orð og myndir: Leif Láadal Reykjavík: Um tað er nakar, sum ikki veit tað, so eru Føroyar - ella í hvussu so er føroyskir sniðgevar - við at vera rætti liga væl kendir í londunum kring okkum. Fara vit bara nøkur fá ár aftur í tíðina, var eingin før oyskur snið gevi, sum kundi fáa nakra reaktión fram hjá nøkrum, men seinni árini er ein bólk ur av kvinnuligum før oyskum sniðgevum mentur. Og heldur hendan gongd fram, fer føroysk sniðgeving at vera ein kendur og óivað eisini inntøkugevandi fak- torur í framtíðini. Á stóru sniðstevnuni “Nor dic Fashion Biennale” í Reykjavík, er føroyski parturin eisini rættiliga sjónligur: Líka frá serstaka sýnisskápinum uttanfyri íslendska Norðurlandahúsið til føroysk klæðir í handlum í býnum og víðari til stór- sligið tiltak við føroyskum fyriskipara til frama fyri sniðgeving í Útnorði. Virðing “Nordic Fashion Biennale” er stevna fyri móta og prýð- islutir, sum skal haldast upp á skift í Íslandi, Grønlandi og Føroyum annaðhvørt ár. Íslendingar áttu fyrsta tørn- ið, og tó at Ísland er væl frammanfyri bæði Føroyar og Grønland, tá tað snýr seg um sniðgeving og móta, er tað als ikki so, at Føroyar eru fleiri kilometrar aftan- fyri. Vit hava ikki sum er nakran sniðgeva, sum hevur roynt at arbeiða fyri tey heilt stóru mótahúsini, so sum íslendska Steinunn, men hinvegin, so eru fleiri føroyskir sniðgevar, ið skapa virðing, har teir (tær) koma fram. Í løtuni er tað kanska serliga lutirnir hjá Barbaru í Gongini, sum út - lendingar leggja merki til, men eisini klæðir frá øðrum føroyskum sniðgevum vekja ans. Í serstaka runda sýnis- skáp inum uttanfyri Norður- landahúsið í Reykjavík hava tey í sambandi við stevn una savnað tað besta og mest spennandi, sum sniðgevar í Útnorði fram- leiða í løtuni, og sum vera mann, var meginparturin úr Íslandi, men Barbara í Gongini og Anna Kristin Bæk vóru eisini slopnar upp í part. Inni í Norður- landahúsinum vóru nógvir aðrir føroyskir lutir frá fleiri ymsum føroyskum snið- gevum. Spjaddar Og so skuldi ein hildið, at føroysku snoðgevarnir livdu í einum kreativum lítl um umhvørvi úti á Reyni í Havn ella aðra staðni í Føroyum, men soleiðis er ikki, tó at bæði Guðrun Lud vík, Katrina í geil, Dania Danielsen, Beinta Vilhelmsen o.a. hava sín basa heima á klettunum. Føroysku kvinnurnar, sum búgva uttanlands, eru væl spjaddar: Barbara í Gong ini, Anna Kristin Bæk, Malan á Lofti og aðrar búgva í Keyp manna- havn, Jóhanna av Steinum og Elisa Heinesen (og sikk- urt aðrar) búgva í London, Svanhild Strøm býr í Norra, Beinta Poulsen í Svøríki o.s.fr. Hetta er ikki nakað fullkomið yvirlit yvir før- oyskar sniðgevar og hvar teir búgva, men bara ein ábending um, hvussu bú - staðarviðurskiftini eru. Og hendan spjaðing var eitt av høvuðsevnunum til tiltakið, sum Samvit og NORA skip aðu fyri farna sunnudag í Reykjavík. Verkstovan hevði enska heitið “Re - inventing the West Nordic as a brand” – altso endur- uppfinna útnorður, sum eitt vørumerki, ella “brand”. Við framløgum, fyrilestrum, filmum og pallborði, var roynt at lýsa støðuna, og sjálvt um ætlanin ikki var at koma til nakra niðurstøðu, so tyktust øll at vera samd um, at Útnorður er eitt stað, har ríkir møguleikar eru fyri at menna seg á kreativa økinum. Kanska tí, at tað framvegis er so nógv eftir, sum kann mennast, men eis ini tí at tey fólk, sum búgva her, hava fingið eina spennandi og mennandi søgu við sær, eins og nakrar førleikar, sum kunnu vera torførir at fáa eyga á inni í einari stórari asfalt-frum- skóg. Føroysk sniðgeving eigur eingi landamørk Í døgunum 19. mars til 5. apríl er stór snið­ stevna í Reykjavík, har móti og prýðislutir úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum verða sýnd fram Barbara í Gongini og Guðrun Ludvík tosa við heimskenda íslendska listamannin Ólav Eliassen Fleiri mótaframsýningar vóru á skránni, og hendan hjá Mundi, varð skipað sum eitt diskotek, har modellirnar dansaðu púra vilt millum áskoðararnar Katrina í Geil, sniðgevi, Svanhild Strøm, sniðgevi, og Unn Poulsen frá Samvit IMF fær pengar úr Noregi Meðan fleiri lond liggja á knæ fyri at fáa lán frá Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF, hevur norska stjórnin boðið sær til at læna grunninum pengar. Sambært NTB hevur kristin Halvorsen, fíggjarmálaráðharri, givið IMF eitt tilboð um at læna 30 milliardir norskar krónur frá norska ríkinum. Tíðindastovan endurgevur ráðharran fyri at siga, at tað er umráðandi, at IMF er sterkur og kann veita hjálp, har tað er neyðugt. Kristin Halvorsen sigur eisini, at tað er umráðandi, at lond sum Noreg, ið eru fíggjarliga væl fyri, styðja IMF. Nógv eftirútbúgva seg Í Danmark er áhugin fyri eftirútbúgvingartilboðunum vaksin nógv, nú fyritøkurnar hava minni at gera orsakað av fíggjarkreppuni. Vøksturin byrjaði í fjør, tá millum 15 og 20 prosent fleiri valdu at fáa sær eftirútbúgving, og í kenslumálaráðnum vænta tey, at gongin verður tann sama í ár. Jørgen Jensen, sum stendur fyri eftirútbúgvingunum í Horsens, sigur við DR, at undanfarin ár hava fyritøkurnar ikki víst áhuga fyri tilboðunum, men nú minni er at gera, er vent í holuni. Nú koma fólk í øllum aldri, sum halda seg hava fyri neyðini at bøta um førleikarnar.