Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 63 - 31. mars 2009 At skipa Ísland, Grøn land, Norra og Føroyar, sum ein marknað og eitt fíggjarøki, var eitt av hugskotunum, sum kom fram á verk­ stovuni “Reinvent­ ing the Vest Nodic as a brand”, ið varð fyriskipað farna sunnudag. Hug­ skotið kom frá Sverrir Bjørnsson, lýsingar­ stjóra SniðStevna Leif Láadal Reykjavík: Í Reykjavík er ein maður, sum eitur Sverrir Bjørnsson. Hann er ikki heilt ókendur, og heldur ikki heilt ósmæð in. Seinastu tíðina hevur tos að hart og týðiliga fyri at gera allan útnorður til ein og sama marknað við felags gjald­ oyra, og hesir tankar síggja út til at verða væl mót tiknir í Íslandi. Sverrir er eins og nógvir aðrir ís lendingar við at vera rætti liga troyttur av at verða stýrd ur av ódugna­ ligum ís lendskum banka­ fólkum. Hann vil tí hava eitt breiðari lívsgrundarlag – bæði reint mentalt, men eisini landa frøðiliga. Marknaður – marknaðarføring Sverrir Bjørnsson, sum er stjóri og eigari av íslendsku lýsingarfyritøkuni “Tað hvíta húsið”, veit hvat hann tosar um, tá tað snýr seg um marknaðarføring. Og tað, sum hann tosaði um á verk stovuni snúði seg eisini fyrst og fremst um markn­ aðarføring, men í hesum sambandi kom hann eisini inn á sjálvan marknaðin. Marknaðin, har markn aðar­ føringin kemur frá, um mann so kann siga. Og hesin marknaður er sum er, alt ov lítil, heldur Sverrir. Stendur tað til hann, so leggja Grønland, Ís land, Føroyar og Norra bara saman í ein arbeiðs­ marknað við felags gjald­ oyra. Økið, sum hesi lond hava ræðið á, er risastórt og ovurhonds ríkt upp á bæði náttúruríkidømi og menn­ iskjaligt tilfeingi. Hendan blanding er so sterk, at sjálvt ES ikki kann standa seg í kappingini, heldur hann. Internetið Og tá tað snýr seg um snið­ geving, sum var evnið á verkstovuni, so mælir Sverr ir til, at Internetið verð ur brúkt nógv meira enn nú. Netið er ein bíligur og góður máti at gera vart við seg, men tað er lætt at blíva burtur á netinum, tí tað kann vera torført røkka út til kundarnar. Flestu snið gevar í Útnorði hava fínar og flottar heimasíður, men fá vita um tær. Tí mæl­ ir hann til samstarv millum sniðgevar, almennar mynd­ ugleikar, sum kunnu stuðla fíggjarliga, og so fólk, sum duga at marknaðarføra. Eitt slag av portali fyri skapandi fólk í økinum, sum skal røkka langt út um økið – út í alla verðina. Eina verð, sum í flestu førum als ikki veit, at vit eru til, minnir hann á. Politikkur Sverrir Bjørnsson hevur tosað við íslendingar – bæði teir sum hann hevur hitt á síni leið og í íslendskum fjøl miðlum – um hendan út norðurmarknað við felags gjaldoyra, og nógv taka undir við honum. Ikki tey, sum vilja hava Ísland upp í ES her og nú, men tey flestu av hinum. Eisini hevur hann tosað við fólk í Norra um tankar sínar, so nú manglar bara Grønland og Føroyar, sigur hann. – Eg havi góðar vónir um at hetta kundi eydnast, tí tey bæði størri londini Norra og Ísland eru jalig, og tá er altíð lættari at fara víðari við tankunum, sigur hann. Nú er tíðin búgvin til at hesir tankar koma upp á eitt politiskt stig, og Sverrir vónar tí, at onkur politikari – eisini onkur føroyskur politi kari – fer víðari við hug skotinum. Allur Útnorður sum ein marknaður Sverrir Bjørnsson eigur lýsingarstovuna Tað Hvíta Húsið – www. hvitahusid.is Fleiri ferðafólk til Íslands Talið á fremmandum ferðafólki, sum vitja Ísland, er vaksið nógv tey seinnu árini. Tøl hjá hagstovuni í Reykjavík vísa, at í árunum frá 2000 til 2008 vaks talið úr 300.000 í 485.000 ella heili 60 prosent. Össur Skarphéðinsson, ráðharri í ferðavinnumálum, sigur við Morgunblaðið, at búskaparstøðan í Íslandi fær væntandi tær avleiðingar, at fleiri útlendingar fara til Íslands, meðan færri íslendingar fara av landinum. Hann vísir samstundis á, at stjórnin hevur gjørt av at brúka 100 milliónir íslendskar krónur til at menna ferðavinnuna. Fyrireikað til kreppu Í Daqnmark hava nógvar fyritøkur koyrt fólk til hús, síðani fíggjarkreppan fór at gera vart við seg, men sambært einari kanning fara tær flestu fyritøkurnar at klára kreppuna, og nógvar verða uppaftur betur fyri, tá kreppan eina ferð hasar av. Kanningin, sum tann stóra grannskoðara­ og ráðgevingarfyritøkan Ernst & Young hevur gjørt saman við Økonomisk Ugebrev, vísir, at 75 prosent av fyritøkunum siga seg vera fyrireikaðar ella væl fyrireikaðar til kreppuna, og 57 prosent svara, at kreppan fer at styrkja tær, so tær verða enn betur fyri, tá hon endar. – Komið úr hugna krókinum ­Tað er torført, fyri ikki at siga ógjørligt at koma nakran veg, um tú ikki tekur ein kjans. Tað segði ein av høvuðsrøðarunum á verkstovuni, sum Samvit og NORA skipaðu fyri í Reykjavík farna sunnudag, Heini Zachariassen, íverksetari SniðStevna Leif Láadal Reykjavík: Tá tú ert ein av hundrað, og ætlar tær at kappast við hini 99, so er rættiliga torført at gera seg galdandi, um tú bara roynir at gerast betri enn tey til tað, sum tey gera. Eitt dømi kundi verið hondbóltur. Um tú skalt gerast ein góður hondbóltsspælari, so kappast tú í veruleik­ anum ímóti øllum hondbóltsspælarunum í øllum heimin um. Tað eru enntá nógvir hondbóltsspælarar í Føroyum, og tí er sjálvt tann kappingin beinhørð. Velur tú hinvegin at gera okkurt heilt annað – okkurt bæði øðrvísi og kanska eisini vandamiklari, so er kappingin als ikki so hørð. – Tað eru ikki meira enn eini fýra­fimm av hundrað, sum tora at taka kjansir, so tá er kappingin hørð upp á sín máta, men slett ikki so hørð, sum innan t.d. hondbóltin, fortelur Heini Zachariassen. Tora Og Heini Zachariassen veit hvat hann tosar um. Hann var við til at stovna fyritøkuna Bullguard, sum skuldi kappast við risastórar fyritøkur, sum t.d. Microsoft á teldutøknimarknaðinum. Og tað gekk (og gongur) sera væl. Hesar og aðrar royndir á arbeiðsmarknað inum, hava givið honum eitt fundament, sum hann heldur enn gjarna vil siga øðrum íverksetarum fra, og tað fingu so sniðgevar og onnur at vita eitt sindur um í Íslandi. Framløgan hjá Heina spenti víða, men samanum tikið má sigast, at lyklaorðið var at “tora”. Tú skalt tora at hugsa øðrvísi, tora at trúgva upp á teg sjálva(n), tora at leggja hugskot tíni fram, tora at fara til banka ella íleggjarar og selja vøruna, tora at fara út um landoddarnar og tora at hugsa uttanfyri kassan. – Hetta er ikki vandamikið. Hetta er ikki nakað mann doyr av. Tað kann vera, at onkur missir eitt sindur av pengum upp á eina verkætlan, men so verða teir vunnir inn aftur upp á onkra aðra. So tað er bara at fara í gongd, sigur Heini Zachariassen, íverksetari. Ein íverksetari – tað verið seg sniðgevi ella onnur – skal tora at taka kjansir. Ger viðkomandi ikki tað, er vónleyst at gera seg galdandi, sigur Heini Zachariassen, íverksetari Grønland, Ísland, Føroyar og Norra sum ein arbeiðsmarknaður við felags gjaldoyra. Tað eru ynskini hjá Sverrir Bjørnsson, lýsingarstjóra í Reykjavík