týsdagur 31. mars 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 63 - 31. mars 2009
Nógv olja ígjøgnum norskan sjógv
Russiski oljuútflutningurin fer at veksa nógv í komandi árum, og tað fer millum annað
at hava við sær, at russiski oljuflutningurin fram við norðurnorsku strondini verður ikki
minni enn áttafaldaður tey næstu fimm árini, sigur NRK. Í fjør vórðu 9,5 milliónir tons
av russiskari olju flutt fram við norsku strondini, og nøgdin verður kanska 15 milliónir
tons í ár. Russar eru í ferð við stórar útbyggingar á oljuøkinum norðanfyri, og norskir
serfrøðingar siga, at í 2015 skulu helst umleið 100 milliónir tons av russiskari olju
flytast við tangaskipum fram við norðurnorsku strodnini.
Betur enn væntað hjá
MT Højgaard
Byggifyritøkan MT Højgaard hevði 358 milliónir krónur í avlopi í 2008, og tað var
heldur meiri, enn fyritøkan hevði væntað. Umsetningurin í fjør var 11,2 milliardir
krónur ella umleið fimm prosent minni enn í 2007. Í ár væntar fyritøkan, at
umsetningurin verður 10 milliardir krónur, og at avlopið verður minni enn í fjør. MT
Højgaard hevur í løtuni bíløgd arbeiði fyri
tilsamans 9,5 milliardir krónur, og væntandi
verða arbeiði fyri 6,5 milliardir krónur
liðug í ár. Í meðal arbeiddu 5.300 fólk hjá
felagnum í fjør ímóti 6.000 árið fyri.
Mánamorgunin vóru
formaður og næst for
maður Tjóð veldisins,
Høgni Hoydal og
Tórbjørn Jacobsen, á
Fiskivinnuskúlanum
í Vestmanna og
greiddu næmingum
frá um lógina um
vinnuligan fiskiskap.
Næmingar og lær
arar lurtaðu við
stórum áhuga, og
nøkur nýttu høvi at
seta politikarunum
spurningar
Framløga
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein partur av framløguni
snúði seg um bakgrundina
aftanfyri verandi lóg, með
an høvuðsdentur varð lagd
ur á tær broytingar, sum
flokkurin hevur skotið upp
við eitt nú at skipa eina
tilfeingisbúð, har fiskidagar
við tíðini verða bodnir út av
tí almenna – og ikki av tí
privata, soleiðis sum støðan
er í dag.
Ætlandi skuldi Magni
Laksáfoss, løgtingsmaður
fyri Sambandsflokkin, eis
ini taka lut í tiltakinum í
Vestmanna, men honum
barst frá, tí hann skuldi til
Svøríkis.
Ein søga
Tað var Tórbjørn Jacobsen,
sum legði fyri í Vestmanna
og sum oftast, tá hann hevur
eina framløgu, veit hann
okk urt forvitnisligt at siga.
– Eg havi sitið á løgtingi
síðan 1998 og fyri ta tíð
sigldi eg. Hetta er aðru ferð
í lívinum, at eg havi fingið
høvi at halda ein fyrilestur í
einum veruligum auditor
ium, sum hann tók til.
Løgtingsmaðurin vísti á,
at fyrstu ferð, hann hevði
hetta høvi, var á Lærda
Há skúlanum í Århuus, og
tá snúði evnið seg um
gransk ing.
– Eg var júst byrjaður
sum
landsstýrismaður
í
mentamálum og helt, at
man til slík høvi fekk ein
fyrilestur útleveraðan at
halda. Mín fyrilestur skuldi
koma fyri seinnapartin dag
in eftir. Men tá eg las fyri
lesturin, eg hevði fingið at
halda, helt eg ikki, at hesin
kundi brúkast. Eg helt, at
hann var ov ússaligur og
skræddi hann sundur. Út á
náttina setti eg meg at
skriva mín egna. Tá eg
skuldi halda fyri lesturin út
á seinnapartin dag in eftir,
vóru flestu teirra, sum sótu
í hesum auditori um, sovn
að ir, sum Tórbjørn tók til.
Hann legði aftrat, at tá
hann byrjaði at røða við
síni reystu rødd um eitt nú
teir, sum arbeiða á bryggjuni
í Århuus, og hvat ætlanin
var at gera innan fiski
vinnugransking í Føroyum,
byrjaðu fundarluttakararnir
aftur at ressast.
– Hesin fyrilesturin førdi
til, at eg bleiv biðin at halda
aðrar fyrilestrar ymsastaðni
í Evropu, legði Tórbjørn
Jacobsen aftrat.
Fiskivinnusøga
Áðrenn Høgni Hoydal kom
fram at mikrofonini og
byrj aði sína framløgu, sum
serliga snúði seg um til
feingisbúðina, ið Tjóðveldi
skjýtir upp, greiddi næst
formaður floksins frá broyt
ingunum í føroyskari fiski
veiði – frá tí, at føroyski
fiskiskipaflotin royndi á
fjarleiðum, til fiskimørkini
vórðu flutt út á 12 fjórðingar
í sekstiárunum og at enda
út á 200 fjórðingar í 1977.
– Ísland var millum fyrstu
lond, sum soleiðis vildi
tryggja sær sín matkova –
ella spísikamar, sum løg
tings maðurin tók til.
Hann segði, at hesar
broytingar settu stór krøv
til okkara myndugleikar
um, hvussu okkara fiski
veiða nú skuldi skipast.
– Fiskiflotin var gearaður
til at fiska á heilt øðrum
leiðum enn innanfyri okk
ara 200 fjórðinga fiskimark.
Úrslitið gjørdist, at megin
parturin av okkara fiskiflota
nú kom í føroyskan sjógv at
royna.
Tórbjørn segði, at valið
hjá føroyskum myndug
leikum nú stóð ímillum at
gera neyðugar strukturbroyt
ingar – ella at gjalda seg
burtur úr trupulleikunum
við studningum, tí okkara
fiskigrunnar kundu ikki
bera alla ta veiðiorku, sum
nú virkaði innan okkara
fiskimark.
Skeivu knøttarnir
Næstformaður Tjóðveldi
sins segði, at við Ráfiska
grunninum vórðu stuðuls
skipanir settar í verk eftir
ringasta vaðskítinum, sum
hann tók til.
– Nú fór at fossa út í báð
um borðum – bæði úr fiska
stovnum og úr einum meira
og meira sperdum lands
kassa,
samstundis
sum
fiski flotin ikki varð tillag
aður broyttu umstøðurnar.
Tað, at føroyingar trýstu
á skeivu knøttarnar seinast í
sjeytiárunum, metti Tór
bjørn Jacobsen sum høv
uðs orsøkina til, at Føroyar
eftir tíðina við Ráfiska
grunn inum vóru fyri stórum
skrædli og seinni vórðu
sett ar
undir
fremmanda
um siting.
– Eftir húsagangir og
stóra burturflyting av før
oy ingum, trýstu danir eina
kvotaskipan eftir ís lendsk
um mynstri niðuryvir før
oyingar. Hendan fall ikki í
góða jørð í Føroyum, og ein
orsøkin var, at okkara fiski
veiða er meira blandað enn
eitt nú hin íslendska.
Tjóðveldi framløgu
um fiskivinnumál á
Fiskivinnuskúlanum
Framløgan á Fiskivinnu
skúlanum í Vestmenna
eydnaðist væl, og líkt var til,
at bæði næmingar og lærarar
fingu væl burtur úr
Mynd: Jens Kr. Vang