Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 63 - 31. mars 2009 Ísland handilsjavnaavlop Íslendingar útfluttu í februar vørur fyri 32,3 milliardir íslendskar krónur, samstundis sum teir innfluttu vørur fyri 26,4 milliardir. Sostatt høvdu teir 5,9 milliardir íslendskar krónur í avlopi á handilsjavnanum í síðsta mánað, og tað er ein munandi bati samanborið við februar í 2008, tá handilsjavnin hevði meiri enn 18 milliardir íslendskar krónur í halli, um sama krónuvirði verður brúkt. Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár hevur Ísland útflutt vørur fyri 65,9 milliardir íslendskar krónur og innflutt vørur fyri 59,6 milliardir. Sostatt hevði landið 6,3 milliardir íslendskar krónur í avlopi á handilsjavnanum teir báðar fyrstu mánaðirnar. Myllumenn egið hotell Teir, sum skulu seta havvindmyllurnar upp á Horns Rev vestan fyri Esbjerg, hava nú fingið egið hotell at búgva í, og sjálvandi er talan um eitt flótandi hotell. Tað er ein gomul ferja hjá reiðarínum Stena Line, sum er umbygd til hotell, og sum hevur fingið navnið Wind Solution. Ein av eigarunum, Anders Østergaard, sigur við JydskeVestkysten, at hotellið er ein góð loysn, tí nú slepst undan at flyta fólk til lands og útaftur, og harvið ber til at spara nógva tíð. Hann vil ikki siga, hvat tað hevur kostað at keypa og umbyggja ferjuna. Wind Solution kemur til Esbjerg í morgin. Næstformaður Tjóðveldi­ sins vísti á, at tá kvotu skip­ anin varð mett at vera ónýti lig, komu myndug­ leik ar í Føroyum, fiskifrøðin og vinna at enda ásamt um eina fiskidagsskipan, sum í fyrsta lagi snúði seg um at fáa fiskiflotan útaftur. Fiskidagaskipanin Tórbjørn segði í síni fram­ løgu seg ivast í, um mynd­ ugleikar í Føroyum høvdu gjørt sær nakrar serligar konsekvensútrokningar um, hvør endin fór at verða, tá fiskiloyvini fóru at liva sítt egna lív, sum hann tók til. – Onkusvegna hildu før­ oyingar seg vera á einum burðardyggum støði, tá fiskidagaskipanin varð sett á kjøl. Ætlanin við fiski­ døg um var at regulera veiði trýstið, soleiðis at sjálv stovnsrøktin kundi varð­ veitast. Hann vísti soleiðis til til­ mæli, sum Fiskirann sókn­ ar stovan og Fiski daga­ nevnd in sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, áðrenn nýggir fiskidagar verða ásettir á hvørjum ári. – Fiskidagaskipanin virk­ aði eftir øllum at døma rími liga væl, so leingi fiska stovnarnir vóru á veg uppeftir. Løgtingsmaðurin ásann­ aði tó, at skipanin seinni hevur rent seg í trupulleikar, tá gingið er niður á bakka við fiskastovnunum, og at polit iska skipanin ikki hev­ ur verið nóg sterk til at hondterað hesa gongd, sum hann tók til. – Tað eru nógv áhugamál, sum leggja trýst á politisku skipanina, tá avgerðir skulu takast, og tá hendir tað ferð eftir ferð, at fiskifrøðiligu til ráðingarnar ikki verða fylgdar nóg neyvt. Eingin toskur Tórbjørn segði, at úrslitið av hesum er, at føroysk fiski veiða hvat viðvíkur toski er komin í ein næstan líka so djúpan aldudal, sum hon var í fyrst í nítiárun­ um. – Hetta er ikki nóg gott, tá havt verður í huga, at kurvar yvir búskaparligu gongdina í Føroyum eru “identiskar” við gongdina í føroysku toskaveiðini. Hann segði, at fiski daga­ skipanin ikki hevur megnað at hildið eini endurnýgging av toskastovninum uppi, so leiðis sum hon átti at gjørt – og varð ætlað at gera. – Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, skal fiskidagaskipanin vera bú skaparliga og lívfrøðiliga burðardygg, men hetta er ikki tað, vit seinastu árini hava verið vitni til. Tórbjørn vísti á, at før­ oyingar í 1996 fiskaðu heili 42.000 tons av toski í før­ oyskum sjógvi. – Hinvegin hava fiski­ frøðingar mett, at samlaði gýtingarstovnurin á toski í 2008 bert var 20.000 tons, samstundis sum samlaða toska veiðan hetta árið ein­ ans var 8.000 tons. Hann helt, at støðan hjá toskastovninum í føroyskum sjógvi aftur er farin at líkjast støðuni í Ný Found­ landi, hagar toskurin ongan­ tíð er komin aftur. – Og so er spurningurin, hvat vit sum politiskur mynd ugleiki mugu gera fyri at fáa fiskidaga skip an­ ina, sum av ávísum politik­ arum hevur verið søgd at vera heimsins besta fiski­ veiðiskipan, aftur á beint. Tórbjørn Jacobsen vísti á, at líka mikið, hvat vit kundu hugsað okkum og ikki, verður neyðugt hjá okk um føroyingum at liva upp til krøvini um burðar­ dygga veiði. – Hetta eru krøv, sum heimurin, ið keypir okkara fiskavørur, setir, og gera vit ikki, sum altjóða samfelagið biðir okkum, sleppa vit í longdini heldur ikki av við okkara fiskavørur. Sítt egna lív Løgtingsmaðurin segði, at síðan vit fingu fiskidaga­ skipanina í 1996 eru skip og loyvir handlað fyri meira enn 2 miljardir krónur. – Fiskiloyvir eru handlað fyri okursprísir, og tey hava fingið sítt egna lív, sum hann tók til. Og Tórbjørn legði aftrat: – Avleiðingin er, at skuld­ in hjá nýggju eigarunum í fiskiskipavinnuni er vorðin alt ov stór, samstundis sum tey, ið hava selt, eru farin út úr vinnuni við pengunum. Jú, størri skuldin er, jú størri skal veiðan verða – og jú størri veiðan er, tess harðari er ágangurin á okkara fiskastovnar. Hetta er eitt roknistykkið, sum ikki hongur saman. Hann segði, at aðalmálið hjá okkum má vera, at vit hava eina so javna og støð­ uga fiskiveiði sum gjørligt. – Vit kunnu siga, at fiski­ dagaskipanin í ein ávísan mun er destabiliserað av riknað fiskivinnupolitikk­ in um, har loyvi verða lutað út politiskt, eins og nýggj loyvi eru komin inn í skip­ anina. Politiska skipanin hev ur ikki byrgt upp fyri teknisku menningini innan fiskiveiði, og soleiðis er veiði trýstið økt, segði Tór­ bjørn Jacobsen. Tilfeingisbúðin Sum nevnt í byrjanini, legði Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisins, í síni fram­ løgu dent á tilfeingisbúðina, sum Tjóðveldi hevur skotið upp. Vit hava valt ikki at taka hendan partin, sum eisini er rættiliga áhugaverdur og rúgvusmikil, við í blaðnum í dag, men í morgin í stað­ in. Tá fara vit at lýsa upp­ skot ið hjá Tjóðveldinum um tilfeingisbúð, sum Tór­ bjørn Jacobsen og Høgni Hoydal løgdu fram á Fiski­ vinnuskúlanum í Vestmanna mánamorgunin, gjølla. Nakrir næmingar og onk­ ur lærari settu eisini teimum báðum spurningar, sum vit eisini fara at venda aftur til í blaðnum í morgin. Jákup Andreassen, skúla­ stjóri, nam eitt nú við spurn ingin, um tað er hugs­ andi, at kostnaðarmiklu fiskiloyvini, har privatir hava stungið miljónir fyri almenna ogn niður í lummarnar, kanska kunnu enda sum rokning til skatt­ gjaldan – frá bankum, ið hava fíggja hesi keyp. Framløgan í Vestmanna eydnaðist væl, og líkt var til, at bæði næmingar og lærarar fingu væl burtur úr. Almenna móttøka Fríggjadagin 3. apríl 2009 frá kl. 14.00 til 17.00 verður almenn móttøka í nýggju hølunum hjá Eysturkommunu, Landsvegur 2, við Gøtugjógv. Búmerkið hjá Eysturkommunu verður avdúkað. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. EysturkommunA Eysturkommuna - Avleiðingin av, at fiskiloyvi verða handlað millum privatar er, at skuldin í fiskiskipavinnuni er vorðin alt ov stór, samstundis sum tey, ið hava selt, eru farin út úr vinnuni við pengunum, segði Tórbjørn Jacobsen í síni framløgu í Vestmanna Mynd: Jens Kr. Vang