týsdagur 31. mars 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 63 - 31. mars 2009
Sterling-kreditorar fáa einki
Nú avtøkustjórin er liðugur at gera búgvið eftir flogfelagið Sterling upp, er
úrslitið, at hvørki viðskiftafólk ella veitarar fáa eina krónu av tí, sum tey áttu til
góðar hjá felagnum. Teir smápengarnar, sum eru eftir hjá kistubotninum, fáa
starvsfólkini, skrivar Ritzau. Nógv fólk sótu sum Kánus, tá Sterling fór á
húsagang í oktober í fjør, tí tey høvdu bílagt og goldið ferðaseðlar frá felagnum,
og nú vísir tað seg, at tey fáa einki aftur. Avtøkustjórin vísir á, at fyrrverandi
starvsfólk skulu hava sítt, áðrenn nakar av hinum kravánarunum fær nakað, og
har er einki til hini, sigur hann við Ritzau.
ES fíggjar skeið hjá RG
Í november í fjør byrjaðu umleið 100 arbeiðsfólk hjá Royal Greenland eitt tvey ára skeið
innan fiskivinnu. Skeiðið er lagt til rættis saman við Fiskeriindustri ATI í Maniitsoq og er
fíggjað við pengum frá ES. Skeiðið er býtt sundur í átta partar og hevur til endamáls at
bøta um teir fakligu førleikarnar. Paviâraq Heilmann, stjóri í Royal Greenland, sigur við
KNR, at hann er fegin um møguleikan,
sum arbeiðsfólkið hevur fingið, og hann
væntar, at tað fer at koma øllum
samfelagnum til góðar. Sambært einari
avtalu millum Grønland og ES frá 2006
fekk Grønland 195 milliónir krónur til
serligar útbúgvingar.
El-talvuvirkið
í Gøtu hevur
heilt frá byrjan
serútbúgvið seg
innan el-talvur. Men
hóast virkið er hitt
einasta av sínum
slag í Føroyum, er
kappingin beinhørð
frá útlendskum
kappingarneytum. –
Vit hava serfrøðina
á økinum, og tað
er okkara styrki,
sigur eigarin av
El-talvuvirkinum
í Gøtu, Eyðun
Hansen
ELVIRKI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað var rættiliga tíðliga
greitt fyri Eyðun Hansen,
at lívsleið hansara skuldi
verða innan el-talvur.
– Eg fór í læru sum elek-
trikari hjá Jón Rasmussen á
Strondum og varð útlærdur
har. Nógv av arbeiðinum,
sum lærumeistarin hevði,
var í Gøtu. Hetta var mið-
skeiðis í 70-unum, og tá
vóru rættiligar upp gangs-
tíðir í Gøtu og nógv arbeiði
her, sigur Eyðun Hansen.
Nógv sildaarbeiði var á
virk inum hjá Haranga, og
allir sildabátarnir komu á
Gøtu tá at landa, í mun til í
dag, nú teir leggja veiðina
upp í Fuglafirði.
– Eg varð útlærdur í
1975, og helt fram sum
sveinur hjá Jón Rasmussen
í eina tíð. Tað vóru blomstr-
andi tíðir í Gøtu tá, sigur
Eyðun Hansen.
Nakað seinni fór hann á
skipasmiðjuna á Skála at
arbeiða sum skips elektrik-
ari, og helt fram har til
1979, tá hann fór yvir til
Noregi at arbeiða.
– Hetta var eitt el-talvu-
virki, og tað var meðan eg
arbeiddi har, at tankin kom
um at gera egið el-talvuvirki
heima í Føroyum, sigur
Eyð un Hansen.
Hann fór so niður til Dan-
markar at taka installa-
tørútbúgving, og heim aftur
komin byrjaði hann sítt
egna virki í 1983 – fyri
góð um 25 árum síðani.
Hann miðaði fyrst og
fremst
móti
vinnuliga
markn að inum, skipum og
vinnuligum bygningum.
Tað gekk skjótt at fáa
fótafesti hjá skiðasmiðj un-
um, bæði á Skála, í Havn
og suðuri í Vági, har teir
eisini smíðaðu skip tá.
– So vit hava leverað
ógvuliga nógvar talvur til
skip, sum eru bygd í Før-
oyum. Men eisini til teir
mongu vinnuligu bygning-
arnar, sum vórðu bygdir í
Føroyum í 80-unum og
fram til í dag, hava vit
lever að talvur til, sigur
Eyðun Hansen.
Hetta
umfatar
eisini
hotellir og aðrar stóran
vinnu ligar bygningar, eins
væl og skúlar og aðrar al -
mennar stovnar.
Á føroyska
marknaðinum
Eitt annað, sum El-talvu-
virkið hevur fingist nógv
við, er at levera neyðag gre-
gatir til alskyns endamál.
- Vit bæði levera og seta
upp og forbinda auto ma-
tikkin til neyðaggregatir.
Tað er til stovnar og feløg
har tað er neyðugt, at skip-
anin koyrir, skuldi streym-
urin farið, sigur Eyðun
Hansen.
Tað kann verða talan um
Kringvarpið, Føroya Tele,
Elektron og líknandi fyri-
tøkur, har tað er avgerandi,
at skipanin verður hildin í
gongd.
Tá El-talvuvirkið kom á
marknaðin í 1983, var tað
eingin trupulleiki at fáa
fyritøkurnar at taka ímóti
virkinum.
– Tað var tikið væl ímóti
okkum. Vit vóru jú ein før-
oysk fyritøka, sum kundi
levera føroyskar skipanir,
og tey allarflestu vildu
stuðla undir, tá talan var um
eina føroyska framleiðslu,
sigur Eyðun Hansen.
Framman
undan
El-talvuvirkinum vóru allar
eltalvur innfluttar, fyrst og
fremst úr Danmark. Men
føroyska virkið setti seg tó
skjótt á meginpartin av
marknaðinum.
– Kortini er kappingin
ógvuliga hørð frá útlendsku
fyritøkunum, og tað kann
vera, at vit ikki hava verið
nóg góðir at upplýst um,
hvat vit kunnu levera, sigur
Eyðun Hansen.
Hóast føroyska el talvu-
virkið situr á meginpartinum
av marknaðinum, so er tað
kortini ikki so, at teir fáa
allar bíleggingarnar.
– Kappingin er knallhørð
í dag, staðfestir Eyðun Han-
sen.
Tað er fyrst og fremst á
føroyska marknaðinum, at
El-talvuvirkið í Gøtu ger
um seg.
– Vit hava verið við í
onkrum verkætlanum uttan-
lands, fyrst og fremst innan
skipabygging, men tá er tað
sum oftast tí føroyingar á
einhvønn hátt eru tengdir at
viðkomandi verkætlan, sig-
ur Eyðun Hansen.
Fleiri bein at standa á
El-talvuvirkið vaks rættiliga
skjótt, og tað gekk ikki long
tíð, fyrr enn Eyðun Hansen
hevði einar tríggjar, fýra
mans aftrat sær.
- Nakrir teirra, sum ar -
beiða í fyritøkuni í dag, eru
menn, sum eg arbeiddi
saman við, meðan eg lærdi
á Skála á eldeildini har. Teir
blivu skjótt ein partur av
Serfrøðin er styrkin
Eyðun Hansen er stjóri og eigari av El-talvuvirkinum í Gøtu