týsdagur 31. mars 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnan
Nr. 63 - 31. mars 2009
Betur enn væntað hjá M&S
Bretska handilsketan Marks & Spencer kunngjørdi í gjár, at sølan er
ikki minkað so nógv, sum fyritøkan upprunaliga hevði væntað
orsakað av fíggjarkreppuni. Tey seinastu tølini vísa, at sølan er
minkað 4,2 prosent í teimum handlunum, sum hava verið opnir í
minst eitt ár. Tað er væl minni enn væntað, tí serfrrøðingar høvdu
sagt, at sølan helst mundi vera minkað umleið sjey prosent.
Partabrøvini í Marks & Spencer hækkaðu umleið 10 prosent í virði
á virðisbrævamarknaðinum London, tá fyritøkan hevði kunngjørt
gongdina. Fyrr í ár boðaði M&S frá, at fyritøkan ætlaði at lata 27
handlar aftur og at koyra 1.230 starvsfólk til hús.
Fer ikki tómhentur
úr starvinum
Rick Wagoner, sum fór frá sum stjóri í amerikonsku bilfyritøkuni General
Motors í gjár, fór ikki heilt tómhentur avstað. Ein talsmaður hjá GM segði,
at Rick Wagoner fær 20 milliónir dollarar í eftirløn og ymsum viðbótum,
sum hann hevur rætt til sambært setanarsáttmálanum. Rick Wagoner, sum
er 56 ára gamal, hevur arbeitt hjá General Motors síðani 1977, tá hann var
liðugur at útbúgva seg á Harward. Hann vann seg støðugt longri upp í
fyritøkuni og hevur verið aðalstjóri og nevndarformaður síðani 2003. Nú
fór hann frá eftir áheitan frá stjórnini hjá Barrack Obama, sum hevur latið
GM nógvar milliardir dollarar í hjálp.
virkinum, og fleiri teirra
hava verið í starvi til dagin
í dag, sigur Eyðun Hansen.
Í dag starvast einir 15
mans á El-talvuvirkinum í
Gøtu, og teir fáast fyrst og
fremst við at framleiða
eltalvur og montera hesar,
men eisini er rættiliga fitt
av viðlíkahaldsarbeiði at
gera.
– Alt er ógvuliga væl út -
búgvið fólk við hópinum av
royndum, og vit eru ser-
frøð ingar innan talvubygg-
ing, innan fyri generator-
skipanir umborð á skipum
og neyðstreymsanlegg, sig-
ur Eyðun Hansen.
Á virkinum í Norðragøtu
er
eisini
eitt
viklings-
verkstað, har teir endurvinda
generatorar
og
elektro-
motorar.
– Hetta kom í 90-unum,
tá vit keyptu eitt trotabúgv,
eisini fyri at hava enn eitt
bein at standa á, so talan
ikki bert verður um eltalvur,
sigur Eyðun Hansen.
Hann sigur, at tað sjálv-
andi ikki hevur verið líka
nógv at gjørt øll árini, men
at teir alla tíðina hava roynt
at tillaga seg tíðirnar.
– Undir kreppuni í 90-
unum fóru vit niður á seks
mans, men talan hevur
kortini alla tíðina verið um
eina stammu av starvs fólk-
um á virkinum, so førleikan
mistu vit ongantíð. Vit hava
eisini hesi árini útbúgvi 17
lærlingar til elektrikarar her
á virkinum, sigur Eyðun
Hansen.
Hann sigur, at teir ikki
enn hava merkt nakað til ta
kreppu, sum so nógv verður
tosað um.
– Vit merkja kanska ein
tendens til, at tíðirnar eru
fyri niðurgangandi, men vit
hava kortini ikki merkt nak-
að enn, vit hava enn nóg
mikið at gera, sigur Eyðun
Hansen.
Eingin kreppa - enn
So higartil hava teir í Gøtu
ikki merkt tað stóra til
nakra kreppu, og tað kann
eisini hava sína frágreið-
ing.
– Vit eru innan fyri tæn-
astuvinnuna og vit veita
tæn astur
til
skipaflotan
millum annað, og tað er ein
vinna, sum má haldast
gang andi. So tað er væl
hugs andi, at júst okkara
vinna ikki verður so hart
rakt, sigur Eyðun Hansen.
Tað er nakað av nýgerð í
løtuni, men hendan nýgerð
stavar í størsta mun frá út -
skiftingum av verandi út -
búnað. Og annars er tað
við líkahald av verandi skip-
anum.
– Tað er ikki so nógv
nýbygging í løtuni, og tí
verður tað mest nýgerð í
sambandi við umvælingar,
sigur Eyðun Hansen.
Tað, sum er serligt fyri
El-talvuvirkið, er, at talan
er um serfrøði innan økið.
– Tað finast so nógvir
elektrikarar, men á okkara
øki eru vit serfrøðingar, og
tí arbeiða vit fyri elfyritøkur
og skipasmiðjur, sum ann-
ars hava sínar egnu elek-
trikarar, sigur Eyðun Han-
sen.
At virkið liggur í Gøtu
heldur eigarin ikki verða
nakran vansa. Landfast er
til so stóran part av land-
inum, og tað er lætt at seta
seg í ein bil.
– Eg haldi vit liggja væl
fyri í Gøtu, tí her er nógvur
aktivitetur, bæði skip og
onnur virki, sigur Eyðun
Hansen.
Hann heldur, at vit eiga
at vera varin at tosa ov nógv
um kreppu.
– Vit skulu jú heldur ikki
tosa eina kreppu í gongd.
Rakar hon, so mugu vit
bara koma í gongd aftur.
Tað hjálpir ikki at síggja ov
svart upp á framtíðina,
sigur Eyðun Hansen, stjóri
í El-talvuvirkinum í Gøtu.
Eltalvur er tað, sum virkið fyrst og fremst fæst við at framleiða. Her er Svenn Arni Ellingsgaard í holt við at skrúva upp á eina
eltalvu
Jóhannes Sólsker í móttøkuni, har eisini virkið hevur sína goymslu