týsdagur 31. mars 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 63 - 31. mars 2009
Liðið hjá Jón Róa
Jacobsen og Atla
Danielsen er tryggjað
ímóti niðurflyting,
nú bæði Køge og síðst
FC Amager eru farin á
húsagang. Tað hugar
tó ikki venjaranum
í Frem, tí hetta fer
at merkja, at fleiri
av dystunum ímóti
endanum á kapping
ini missa týdning
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hóast kappingin í næstbestu
donsku fótbóltsdeildini ikki
endar fyrr enn hálvan juni,
og 39 stig enn eru at spæla
um, tykist við sera stórari
vissu greitt, at tey trý
niðurflytaraliðini í 1. deild
longu eru funnin.
FC Amager, sum liggur
triðniðast við 14 stigum,
skuldi í dag boða danska
sjó- og handilsrættinum frá
húsaganginum, sum Todi
Jónsson, stjóri í FC Amager,
váttaði leygardagin.
Upprunaliga
skuldi
rætturin fingið fráboðanina
í gjár, men av tí at føroyski
nevndarlimurin
í
FC
Amager, Heini Zachariass-
en, var burturstaddur, var
formliga
innlatingin
av
umbønini
um
húsagang
útsett til í dag.
Eisini næstniðasta felagið
í donsku 1. deild, Køge,
sum bara hevði fingið fýra
stig, fór fyri skjótt tveimum
mánaðum á húsagang, og
niðasta
liðið,
sum
er
Lolland Falster Alliancen,
hevur bara fingið tvey stig í
sínum 15 dystum higartil.
Frem er tryggjað
Nøkur pláss oman fyri øll
hesi er felagið hjá føroysku
landsliðsspælarunum, Jón
Róa Jacobsen og Atla
Danielsen, Frem, sum við
19 stigum er trý pláss frá
niðurflytingarstrikuni.
Av tí at tveir av niður-
lytarunum við 100 prosents
vissu longu eru funnir, tí
FC Amager og Køge verða
tvangsflutt niður, samstund-
is sum Lolland Falster
Alliancen ikki sær út til at
nytta nakað sum helst, kann
næstan sigast mestsum við
vissu, at Jón Rói og Atli
ikki flyta niður.
Flestu, sum stríðast ímóti
at enda ov niðarlaga, vildu
helst verið ovurfegin, men
venjarin í Frem, Anders
Theil, sigur við heimasíðuna
bold.dk, at hann fer at sakna
nakrar nervapirrandi dystir,
og hann sigur tað vera ein
miss fyri danskan fótbólt,
at feløg fara á húsagang og
fleiri av síðstu dystunum í
einum kappingarári missa
tann týdning, teir kundu
fingið.
Eisini vísir hann á, at við
húsagangunum
hjá
FC
Amager og Køge missir
Frem tveir heimadystir í
síðstu trimum umførunum.
At tað eisini kostar Frem
beinleiðis í krónum og
oyrum, grundgevur hann
millum annað við, at 2.500
áskoðarar vóru og hugdu,
síðst Frem hevði vitjan av
FC Amager.
Besta billardliðið
hjá Klaksvíkar
Billardfelag, Kristian
Sune Høgnesen og
Sonhard Johannessen,
vann leygardagin
føroyameistaraheitið
í billard fyri lið
BILLARD
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Í allan vetur hevur verið
sera jøvn kapping um, hvat
av bestu liðunum í billard
skuldi
fara
avstað
við
føroyameistaraheitinum.
Bæði Mimir og Tvøroyrar
Billardfelag
hava
givið
Klaksvíkar
Billardfelag
góða kapping, men leyg-
ardagin var alt avgjørt, og
tá avtornaði, var sokallaða
»veteranliðið« hjá Klaks-
víkar
Billardfelag
tað
stinnasta og vann gullið.
Teir báðir, ið manna
meistaraliðið,
eru
teir
drivnu
Kristian
Sune
Høgnesen og Sonhard Jo-
hannessen, sum báðir hava
verið partur av billardspæl-
inum í Føroyum í mong ár,
umframt at teir bæði saman
og sum einstaklingar hava
staðið seg framúr væl.
Hetta
føroyameistara-
heitið hjá klaksvíkingunum
er teirra triðja á rað, so
sigast má, at teir síðstu árini
hava sitið fastir á føroysku
billardtrúnuni.
Eygu og met
Seinasti
dysturin
hjá
Klaksvíkar Billardfelag var
leygardagin ímóti Mimi,
sum eisini hevur tveir veter-
anar – Steinbjørn í Dali og
Jan Müller – á liðnum, og
her vunnu klaksvíkingarnir
6-2. Men størsta sigurin í
seinasta umfarinum vunnu
Max Rasmussen og Óli
Joensen, sum spæla fyri
Tvøroyrar Billardfelag, tá
teir gjørdu eitt ordans hál
og vunnu 8-0 á Havnar
Klubba.
Endaliga úrslitið gjørdist
tí, at Klaksvíkar Billardfelag
vann gull og føroyameist-
araheiti við 50 stigum.
Mimir vann silvur við 42
stigum og Tvøroyrar Bill-
ardfelag bronsu við 38
stigum.
Havnar
Klubbi
gjørdist nummar fýra og
Klaksvíkar Billardfelag 2
gjørdist nummar fimm í
liðkappingini.
Besta spælið í kappingini
átti annar av føroyameist-
arunum,
Kristian
Sune
Høgnesen. Tað var upp á
902 eygu, og somuleiðis átti
hann besta einstaka spælið,
sum var upp á góð 200 eygu.
Steinbjørn í Dali úr Mimi
tapti bara tveir dystir í allari
kappingina, og tað rakk
eisini til eitt met.
Kappast víðari
Hóast liðkappingin nú er
av, er framvegis gongd í
billardspælinum,
tí
um
vikuskiftið verður kapp-
ingin um føroyameistara-
heitið fyri einstaklingar, og
her er Klaksvíkar Billard-
felag vertur. Kappast verður
í spildurnýggju hølunum
hjá felagnum, sum liggja
miðskeiðis millum Klaks-
víkar
Klubba
og
KÍ-
høllina.
Sum vera man, verða
fleiri av kendu andlitunum
frá liðkappingini at síggja
her eisini, har Kristian Sune
skal
verja
sítt
føroya-
meistaraheiti. Ein av av-
bjóðarunum er liðfelagin,
Sonhard, og eisini verða
Steinbjørn í Dali og Max
Rasmussen roknaðir millum
størstu avbjóðararnar.
Av teimum er Steinbjørn
tann einasti, sum enn ikki
hevur vunnið føroyameist-
araheitið fyri einstaklingar,
men hann hevur spælt væl í
liðkappingini og fer óivað
– saman við hinum – at
royna at koppa meistara-
num, sum í liðkappingini
vísti styrki við 25 eygum í
miðal.
Sonhard Johannessen og Kristian Sune Høgnesen vunnu gull í liðkappingini í billard. Hetta var
eisini kærkomin gáva at fáa, nú teir júst eru fluttir inn í spildurnýggj billardhøli í gamla verkstaðs
bygninginum hjá Einar Mortensen, sála, miðskeiðis millum Klaksvíkar Klubba og KÍ høllina
Mynd: Jan Müller
Hóast húsagangurin hjá FC Amager minkar munandi um niðurflytingarmøguleikan
hjá Frem, so missir Frem tveir heimadystir í síðstu trimum umførunum, umframt fitt av
áskoðarainntøkum
FC Amager bjargar Frem frá niðurflyting
Føroyameistaraheitið
í billard til Klaksvíkar
Endaliga billardstøðan
Nr
Felag
Eygu
Miðal
Stig
1.
Klaksvíkar Billardfelag 1
13.760
21,5
50
2.
Mimir
10.458
16,3
42
3.
Tvøroyrar Billardfelag
9.508
14,8
38
4.
Havnar Klubbi
8.270
12,9
20
5.
Klaksvíkar Billardfelag 2
6.116
9,5
10
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur