týsdagur 31. mars 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 63 - 31. mars 2009 ]
Um smáar tvær vikur
fer Pál Joensen at
kappast beinleiðis við
danska svimjaran,
Mads Glæsner, hvørs
donsku juniormet Pál
hevur tikið – øll somul
SVIMJING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Fríggjadagin fer 18 ára
gamli svimjarin, Pál Joen
sen,
til
Danmarkar
at
fyrireika seg til stóru svimji
kappingina, Danish Open,
sum verður í Esbjerg frá
týsdegnum til sunnudagin í
næstu viku. Svomið verður í
50 metra hyli, so tí skal Pál
helst hava nakrar venjingar í
røttu hyljarlongdini, áðrenn
sjálv kappingin byrjar.
Hóast heitið á kappingini
er Danish Open, so hevur
hon fyri danskar svimjarar
tað at siga, at tann teirra, ið
endar fremstur í hvørjari av
kappingunum, somuleiðis
er danskur meistari. Eisini,
um
onkur
fremmandur
svimjari endar frammanfyri,
tí – sum skilst – kunnu bert
svimjarar
undir
danska
svimjisambandinum vinna
meistaraheiti.
Tað vil siga, at um Pál
Joensen
skuldi
vunnið
onkra av kappingunum,
hóast hann í Danish Open
fer at umboða Aalborg
Svømmeklub, so kann hann
helst ikki gerast danskur
meistari í nakrari av teim
um, tí hann ikki annars
svimur sum danskari, men
sum føroyingur, ið er partur
av einum donskum liði.
Kappast við Glæsner
Vikuskiftið eftir, leygardag
in 18. og sunnudagin 19.
apríl, verður Pál aftur við í
einari kapping í Danmark,
og tá er talan um danska
meistaraheitið fyri lið á
teimum ymsu teinunum.
Aftur her fer hann at um
boða Aalborg Svømmeklub,
sum júst nú hevur brúk fyri
einari hjálpandi hond, fyri at
sleppa undan niðurflyting.
Pál Joensen og venjari
hansara, Jón Bjarnason,
hava havt gott samstarv við
svimjifelagið í Aalborg, so
tí stóð sjálvandi ikki á, tá
danska felagið spurdi, um
Pál kundi umboða tað í
kappingunum um donsku
meistaraheitini fyri lið.
Fyri at kunna gera tað,
skal Pál hava svomið eina
kapping áðrenn sum umboð
fyri felagið, og tað ger hann
so í Danish Openkapp
ingini í Esbjerg. Sostatt eru
tey viðurskiftini í lagi, og
einki forðar Páli í at vera
partur av liðkappingini.
Tað, sum hinvegin kann
gerast nokk so stuttligt, er at
Pál Joensen allarhelst kemur
at svimja í beinleiðis kapp
ing við sterkasta danska
svimjaran á longru teinunum
í frísvimjing, Mads Glæsner,
sum longu frammanundan
hevur mist øll síni donsku
juniormet til júst Pál.
Hendir tað seg, at Pál er
tann fremri av teimum
báðum og Glæsner kemur
inn sum nummar tvey,
verður tað tó hansara tíð,
sum verður skrásett sum
danskt met og ikki – sum
sæst á hinari greinini á hesi
síðu – tíðin hjá Páli.
Danska svimjisam
bandið hevur skert
møguleikarnar hjá
føroyskum og grøn
lendskum svimjarum
at seta donsk met.
Hetta er við aftur
virkandi kraft, so tí
missir Pál Joensen
síni fýra »donsku«
met hjá juniorum,
sum føroyingar tó
ongantíð hava biðið
um at fáa skrásett
hjá danska svimji
sambandinum
SVIMJING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tá Pál Joensen í desember í
fjør kappaðist í EMkapp
ingini í 25 metra hyli í
Rijeka í Kroatia, setti hann
fýra juniormet, sum blivu
skrásett sum donsk met.
Metini setti hann á 200,
400, 800 og 1.500 metra
teinunum í frísvimjing.
Men eftir einari nýggjari
samtykt í nevndini fyri
danska
svimjisambandið,
verða hesi met hansara nú
strikað sum donsk junior
met. Orsøkin er, at viðtøk
urnar um møguleikarnar
hjá føroyskum og grønlend
skum svimjarum at seta
donsk met, eru broyttar.
Á nevndarfundi tann 11.
mars
samtykti
danska
svimjisambandið,
at
í
framtíðini skulu føroyskir
ella grønlendskir svimjarar
bert hava møguleika at seta
donsk met, um teir bert
umboða danska svimjisam
bandið og ikki svimjisam
bandið í sínum heimlandi.
Samstundis var samtykt,
at henda broyting skuldi
fremjast við afturvirkandi
kraft, so tey fýra metini,
sum Pál Joensen longu
frammanundan
eigur
í
Danmark, skulu takast frá
honum. Hetta verður enntá
nevnt í serstøkum tíðinda
skrivi, danska svimjisam
bandið hevur standandi á
heimasíðu síni.
Eigur nógv fleiri met
Spurningurin er so, um onn
ur donsk met eisini verða
strikað, tí Pál eigur tríggjar
tær bestu »donsku« junior
tíðirnar í 200 metra frísvimj
ing, harav hann svam ta
næst og triðbestu í Kolding
í oktober í fjør, tá hann
svam fyri Aalborg Svømme
klub. Á 400 metra teininum
eigur hann eisini næstbestu
tíðina, sum er frá somu
kapping í Kolding.
Á yndisteininum hjá Páli,
sum er 1.500 metra frí
svimjing, eigur hann somu
leiðis tríggjar tær bestu
»donsku« tíðirnar. Næst
bestu tíðina hevði hann í
World Cupkappingini í
Stockholm í november í
fjør, tá hann umboðaði Før
oyar, og ta triðbestu tíðina
hevði hann sum umboð fyri
Aalborg
Svømmeklub
í
kappingini í Kolding í
oktober.
Bara tey fýra nevndu
metini á 200, 400, 800 og
1.500 metra teinunum í
frísvimjing
eru
skrásett
sum donsk met, hóast Pál
eigur nógv fleiri »donsk«
met aftrat, sum tó bara ikki
eru skrásett á metlistanum
hjá danska svimjisamband
inum, ið fyri ein part tykist
vera komið í rasshaft av, at
fleiri donsk feløg hava kært
sína neyð um, at Pál Joensen
»oyðileggur« teirra bestu
svimjarar, tí hann tekur øll
metini.
Fríggja til Pál
Hinvegin er í ongum føri
talan um, at føroyingar hava
biðið danskarar tikið metini
til sín, tí hesi »donsku« met
ini eru skrásetingar, danska
svimjisambandið
hevur
gjørt av sínum eintingum –
helst fyri onkursvegna at
kunna kanna sær Pál, tí hann
sum føroyingur hevur dan
skan ríkisborgarrætt. Í øllum
førum stendur Pál í met
yvirlitinum á heimasíðuni
skrásettur sum heimahoyr
andi í »Færøerne, DEN«.
Men nú er liðugt við tí,
uttan so at Pál gevst at
svimja fyri Føroyar og fer
at svimja fyri Danmark í
staðin. Sum skilst, røkist
lítið fyri tí, og haraftrat
kann so staðfestast, at nú
danska
svimjisambandið
tekur
stigið
og
strikar
juniormetini
hjá
Páli
Joensen sum donsk met,
verður ein tjúkk strika sett
undir, at føroysku metini í
200, 400, 800 og 1.500
metra frísvimjing eru nógv
betri enn tey donsku.
Í øllum førum 18 ferðir
hevur hann svomið skjótari
enn donsku juniormetini í
bæði 25 og 50 metra hyljum.
MB kom eisini víðari
MB vann í gjárkvøldið steypadystin ímóti Skála,
sum upprunaliga skuldi verða spældur leygardagin,
men var útsettur orsakað av kava. MB vann 41, eftir
at støðan í hálvleikinum var 11. Fyri MB skoraði
John Johansen tvey mál og Poul Poulsen og Esmar
Fagraberg skutu hvør sítt. Málið hjá Skála, sum
forrestin kom á odda 10, skjeyt Jákup Berthelsen.
Miðvingar skulu skírisdag spæla næsta dyst sín í
kappingini um Løgmanssteypið, sum verður á
útivølli ímóti Víkingi.
FIFA vil kanna vanlukku
Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, krevur nú eina
kanning av vanlukkuni sunnudagin, tá Fílabeins
strondin og Malawi spældu dyst í HMundankapp
ingini. Ein veggur datt niður 40 minuttir fyri dystin,
og fjáltur kom á fólk, so 19 lótu lív og 132 fólk fingu
skaða. Sagt verður, at í minsta lagi 36.000 fólk – og í
øllum førum fleiri, enn pláss var fyri – vóru møtt upp
til dystin, har tey millum annað ætlaðu at síggja
Chelseaframherjan, Didier Drogba, aftur spæla á
landsliðnum hjá Fílabeinsstrondini.
Nummar eitt – men kortini ikki meistari
Pál Joensen missir
øll síni donsku met
Danska svimjisambandið, sum í eina tíð hevur kannað sær Pál Joensen, hevur nú gjørt av at strika øll hansara »donsku«
met í juniorsvimjing, samstundis sum føroyingar og grønlendingar hereftir bert fáa »donsk« met viðurkend, um teir bara
svimja fyri Danmark og ikki Føroyar ella Grønland
Mynd: Alexander Djorovic