Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 64 - 1. apríl 2009 Kvinnuligu virðini eru so ráðandi í dagstovnum, at íborna náttúran hjá dreingjum er í vanda. Tí skulu vit loyva dreingjunum at berjast meira, sigur Claus A. Rasmussen, pedagogur í dag stovn­ inum á Hamrinum á Argjum Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Vit vilja síggja blóð! Vit vilja síggja blóð! Stór­ hending á spæliplássinum, har tveir smáir kanuttar eru farnir til hendurs. Físa, sparka, sláa og banna. Men bardagin nær ong­ antíð í hæddina, tí brádliga verður hann steðgaður av tveimum konum, sum hála dreingirnar inn á kontórið, har ósemjan verður hand­ farin á ein meira mentaðan hátt: Báðir sleppa til orð­ anna, siga sína hugsan og enda við at orsaka. Masku­ linar aggressjónir og ósemj­ ur hóska ikki til barna­ garðsmentanina. Men í barnagarðinum á Hamrinum á Argjum sleppa dreingirnir at berjast, og tað farliga lívið við svørðum og øðrum spælivápnum livir lið um lið við dukku­ lisurnar hjá gentunum. – Ein partur av natúrliga kenslulívinum hjá dreingj­ um er tann aggressivi part­ urin. Tí skulu vit ikki forða teimum í at menna førleikan at loysa ósemjur á teirra egna hátt. Tað duga teir nógv betri enn vit halda, sigur Claus A. Rasmussen, pedagogur, sum er sann­ førdur um, at dreingirnir altíð fara at berjast, óansæð um teir sleppa ella ikki. Verða teir forðaðir, finna teir bara eitt annað stað, har tey vaksnu ikki síggja. – Og tá fara teir lættliga út um mørk, sigur Claus A. Rasmussen, sum heldur tað vera sera umráðandi, at pláss er fyri báðum kynun­ um í dagstovnunum. Men av tí, at gentu ment­ anin longu er so ráðandi innan dagstovnaøki og í pedagogútbúgvingini, hev­ ur Claus A. Rasmussen ser­ liga savnað seg um at loyva dreingjamentanini framat á stovuni, har hann arbeiðir. Serfrøðin samd Pedagogurin á Hamrinum er ikki einsamallur. Danski barnaserfrøðingurin Jesper Juul, sum hevur skrivað eitt ótal av bókum um børn, upp aling og familjulív, hev­ ur fleiri ferðir verið úti við júst sama boðskapi: At ein drongur, sum ongantíð slepp ur av við aggres sjón­ irnar, heldur ikki lærir at handfara ósemjur ella at kenna mørkini hjá sær sjálv um og øðrum. – Bæði í dagstovnum og heima eru kvinnuligu virð­ ini ráðandi. Sjálvandi er tað gott við empati og kærleika, men tað skal ikki vera full­ komiligur yvirluti av hesum virðum, tí tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri mentalu heilsuna hjá dreingj um, sigur Jepser Jull við netsíðuna Navle­ strengen.dk. – Vandin er, at dreingirnir enda sum kvinnulig ómenni, sum ikki kenna síni egnu mørk. Hetta er lívshættisligt fyri evnini at knýta seg til onnur seinni í lívinum, til dømis til kvinnur, ið sum kunn ugt vilja hana mann­ fólk, sum duga at siga frá, sigur Jesper Juul. Tí mugu vit ikki halda mannligu aggressjónunum niðri. Bikarið flýtur yvir Tí, sum Claus A. Rasmussen sigur: Tá hann so veruliga verður óður, er vandi fyri, at hann fer langt út um mørk og til dømis langar ein stein í høvdið á einum øðrum. Bikarið flýtur yvir, og hann missir tamarhaldið á sær sjálvum. Í hesum sambandi vísir Jesper Juul á, at tá dreing­ irnir hava lært, at maskulinu kenslurnar eru bannaðar, so kunnu teir veruliga missa samkensluna fyri øðrum fólkum, tí kenslulívið hava teir lært við orðum ella pedagogiskum parolum, og ikki menniskjaligum roynd­ um. – Tí hevur tað so stóran týdning, at teir læra at hand fara vreiðina á einum skilagóðan hátt, sigur Claus A. Rasmussen. Í ar beiði sín um eggjar hann bein­ leiðis dreingj unum til at vera vill ir og at spæla masku lin spøl, til dømis við lýsandi Star Wars svørðum, báli, pútukríggi og grótlað­ ing. – Sjálvandi hava allir dreingir ikki hug at berjast, og tað er eisini í lagi. Men so standa teir og hyggja at. Tað læra teir eisini av, sigur Claus A. Rasmussen. Harðskapur ongin loysn Hann leggur samstundis al ­ stóran dent á, at tey vaksnu alla tíðina vita, hvussu langt dreingirnir fara. Og at dreingirnir eisini læra at seta orð á kenslurnar, so teir ikki koma út í lívið og halda, at tað er í lagi at loysa trupulleikar við harð­ skapi. – Tí gera vit nógv burt­ urúr at tosa við dreingirnar, tá hendingar hava verið, har onkur bleiv óður ella kedd­ ur. Hví bleiv hann óður, og hvussu kanskt tú gera eina aðruferð? sigur Claus A. Rasmussen. Hurla sonin til Hann brúkar eisini nógva orku til at tosa um, nær er man óndur og nær talan er um spæl. Men hetta er eisini nakað, børnini læra, við at kenna mørkini hjá hvørjum øðrum. Tí skulu vaksnu mannfólkini, sum eru um dreingirnar, eisini vera við í villu spølunum, til dømis í pútukríggi ella at liggja á gólvinum og royna kreftir. – Men so leingi tað næst­ an bara eru kvinnuligir pedagogar, mugu tær eisini átaka sær hendan leiklutin, sigur Claus A. Rasmussen, sum sjálvandi kundi hugsað sær, at tað vóru nógv fleiri mannligir pedagogar. Men heimini hava eisini part av ábyrgdini. Her fegn­ ast Claus A. Rasmussen at foreldrini í stovuni hava tikið so væl ímóti peda­ gogikk inum, sum eisini tek ur atlit til maskulinu virð ini. Jesper Juul mælir til, at páparnir stuðla dreingj un­ um, við at hurla teir til. – Ger tað til ein vana at berjast við soninum. Rulla runt á gólvinum, í songini ella á plenuni – hvar sum helst. Soleiðis at drong urin lærir at handfara sína masku linu styrki í samstarvi við eitt annað mannfólk, sigur Jesper Juul. Latið dreingirnar berjast Danska kreppan verri enn væntað Fíggjarkreppan í Danmark verður eftir øllum at døma verri, enn danir sjálvir hava væntað. Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing frá OECD, sum Politiken hevur hugt í. Klaus Schmidt­Hebbel, leiðandi búskaparfrøðingur hjá OECD, sigur við blaðið, at tað er ongantíð hent fyrr, at øll tey 30 OECD­londini fara frá vøkstri til afturgongd ísenn. Danskir búskaparfrøðingar hava higartil sagt, at afturgongdin í búskapinum verður 2,5 prosent í ár, men sambært OECD verður hon helst umleið 3,25 prosent. Felagsskapurin sigur eisini, at viðurskiftini á danska arbeiðsmarknaðinum fara kanska ikki at batna aftur fyrr enn í 2012. Hvalaveiði fær avleiðingar Fleiri handilsketur, sum selja íslendskar vørur, hótta nú við at gevast við handlinum, um íslendingar gera álvara av ætlanini at skjóta stórhval. Tær spyrja, um hvalaveiði veruliga hevur so stóran týdning nfyri íslendingar, at teir eru til reiðar at missa marknaðir fyri at sleppa at skjóta stórhval. Millum handilsketurnar, sum hótta við at gevast við at selja íslendskar vørur, eru Whole Foods, Sainsbury’s, Waitrose og Marks & Spencer. Eitt nú hevur íslendski sendiharrin í USA fingið bræv frá Whole Foods, har sagt verður, at eftirspurningurin eftir íslendskum vørum fer at minka nógv, um íslendingar gera álvara av ætlanini at veiða stórhval.