mikudagur 1. apríl 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 1. apríl 2009
5
tíðindi
Rentan fer í botn
Í morgin fer Evropeiski Miðbankin, ECB, at áseta nýggja
rentu, og flestu eygleiðarar eru á einum máli um, at rentan
fer eitt hálvt prosentstig niður, so hon verður eitt prosent, ið
er tað lægsta nakrantíð, síðani evran kom. Danski Tjóð
bankin fer væntandi at taka sama stig, og har fer rentan
væntandi úr 2,25 prosentum niður í 1,75 prosent, sum er
tað lægsta í Danmark nakrantíð. Evropeiskir búskaparfrøð
ingar vænta, at Evropeiski Miðbankin fer at lækka rentuna
eina ferð afturat í næstum. Tað verður helst í summar, og
tann lækkingin verður helst eisini 0,5 prosentstig, siga teir.
Fyribyrgir blóðtøppi
Fólk, sum taka heilivág fyri at minka um kolesterolið í blóðinum,
eru í nógv minni vanda fyri at fáa blóðtøpp í beinini enn onnur.
Sambært einari altjóða kanning minkar vandin eina helvt, skrivar
Ritzau. Í kanningini hava serfrøðingar kannað næstan 18.000
frísk fólk, tey flestu amerikanarar. Danski yvirlæknin Børge
Nordestgaard hevur verið við í kanningini, og hann sigur úrslitið
vera tað mest slóðbrótandi tey seinastu 15 árini. Hann hevur
sjálvur gjørt kanningar við 300 monnum og kvinnum, og tær
vístu, at vandin fyri blóðtøppi í beinunum minkaði 43 prosent,
um fólk fingu heilivág, sum skal skerja kolesterolið í blóðinum.
… men teir mugu
eisini læra at seta orð
á kenslurnar, so teir
ikki koma út í lívið og
halda, at tað er í lagi
at loysa trupulleikar
við harð skapi
Claus A. Rasmussen, pedagogur
Ì barnagarðinum á Hamrinum á Argjum sleppa
dreingirnir at berjast, og tað farliga lívið við
svørðum og øðrum spælivápnum livir lið um lið
við dukku lisurnar hjá gentunum