mikudagur 1. apríl 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 64 - 1. apríl 2009
Tá ið nevndarvalið
verður í Atlantsflogi
í annaðkvøld kann
Johan Dahl ótarnaður
halda fast við sítt um
at tað almenna skal
hava eina nevndarlim
afturat. Vit hava
ongantíð gjørt hetta
til ein spurning um
at slíta samgonguna
ella ikki, sigur Jákup
Mikkelsen, formaður
Fólkafloksins á tingi
NevNdarval í
atlaNtsflogi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ósemjan í samgonguni um
nevndarbýtið í Atlantsflogi
fær ongar avleiðingar fyri
samgonguna.
Tað ger Jákup Mikkelsen,
formaður Fólkafloksins á
tingi, greitt fyri Sosialinum
í morgun.
Tað førdi annars til rok í
samgonguni, tá ið Johan
Dahl, landsstýrismaður í
vinnumálum, boðaði frá, at
hann ætlaði at tað almenna
skal hava ein nevndarlim
afturat í Atlantsflogi fyri at
nevndarbýtið skal geva eina
rætta mynd av ognarvið
urskiftunum í felagnum,
har tað almenna eigur tveir
triðingar og privatir parta
eigarar eiga ein triðing.
Hetta tóku teir privatu
partaeigararnir óluksáliga
illa upp, tí teir hava ført
fram, at hetta er beint ímóti
einum lyfti teir fingu frá
landsstýrinum, tá ið teir
keyptu partabrøvini.
Fólkaflokkurin í sam
gonguni legði eisini hart út
og hevur kravt, at Johan
Dahl gekk frá hesi ætlan, tí
hetta var ein spurningur um
álit og tað var heilt avger
andi fyri Fólkaflokkin.
Ikki eitt
samgongumál
Síðani hava fundir verið í
samgonguni, men tað hevur
ikki verið heilt greitt, hvat
úrslitið var. Fyrst varð boð
að frá, at semja var millum
partarnar. Men skjótt fekk
pípan eitt annað ljóð, tí so
bleiv tað til, at partarnir
skiltu hvønn annan.
Seinni er tað so blivið
greitt, at ongin semja hevur
verið um nevndarbýtið í
Atlantsflogi.
Og
Jákup
Mikkelsen,
sum er formaður fyri Fólka
flokkinum á tingi, ger púra
greitt fyri Sosialinum, at
Fólkaflokkurin hevur ong
antíð ætlað at gera hetta til
eitt samgongumál.
Vit ganga út frá, at
Johan Dahl og privatu
partaeigararnir finna eina
semju sigur hann.
Men skuldi tað miseydn
ast, fær tað ongar avleið
ingar fyri samgonguna.
Vit hava ongar ætlanir
um at slíta samgonguna,
sigur Jákup Mikkelsen
Hann leggur afturat, at
eitt slíkt mál er ikki ein
spurningur um at slíta
samgonguna ella ikki.
Vit hava ongantíð sett
samgonguna upp á spæl í
hesum máli og tað fara vit
heldur ikki at gera, leggur
hann afturat.
Úrslitið av samráðingun
um í samgonguni hava
verið, at nú skulu leiðreglur
gerast fyri, hvussu tað
almenna skal bera seg at í
teimum
partafelagnum,
sum tað almenna eigur í og
hvussu nevndir skulu velj
ast í teimum feløgunum.
Landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum fer nú
kanna um peninga
stovnarnir hava
lækkað rentuna nóg
nógv eftir at teir hava
fingið almenna hjálp
fyri at koma heil
skapaðir ígjøgnum
kreppuna. Men hann
fær onki gjørt uttan
at fortelja bankunum
sina meining
reNtustøðið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal ein kanning setast í
verk fyri at vita um banka
rentan í Føroyum er ov høg.
Tað sigur Jóannes Eides
gaard, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Tí fer fíggjarmálaráðið
nú undir ein kanning fyri at
vita, um tær rentulækkingar,
sum Tjóðbankin hevur sett
í gildið, eisini eru settar í
verk í Føroyum í nóg stóran
mun.
Føroyar eru við í teimum
báðum bjargingarpakkun
um, sum danska stjórin
hevur sett í verk fyri at
hjálpa bankunum burtur úr
altjóða
búskaparkreppuni
við skinninum á nøsini.
Nú fara vit so at kanna
eftir um hendan almenna
hjálpin til bankarnar er
komin
viðskiftafólkunum
til góðar í nóg stóran mun,
sigur Jóannes Eidesgaard
Í samabndi við banka
pakkarnar,
hevur
Tjóð
bankin lækka rentuna nokk
so fitt. Tað hava danskir
peningastovnar
tikið
til
eftirtektar og hava eisini
lækka sínar rentu.
Rentan í Føroyum er
eisini lækkað, men als ikki
í sama mun sum tær donsku.
Samstundis er innlánsrentan
lækkað væl meiri enn
útlánsrentan og tá í munurin
á innlánsrentu og útláns
rentu økist, merkir tað, at
bankarnir hava økt um
vinningin.
Sjálvur ivast landsstýsis
maðurin í fíggjarmálum í
um føroysku peningastovn
arnir hava lækkað rentuna
niður á eitt hóskandi støðið
eftir teimum rentulækking
um, sum hava verið rundan
um okkum.
Men ætlanin er so, at
hendan kanningin skal geva
okkum sjón fyri søgn,
leggur hann afturat.
Hann kennir væl sjónar
miðini hjá bankunum fyri,
hví rentan ikki er hækkað
so nóg og hví munurin á
innlán
og
útlánssrentu
hækkar. Bankarnir siga, at
tað er tí, at tað er so dýrt at
vera við í hjálparpakkunum
og at tað er blivið dýrari hjá
teimum sjálvum at læna
pening.
Men tá ið Tjóðbankin
lækkaði rentuna var tað fyri
at sparka hjólini ígongd
aftur og ikki fyri at bank
arnir skulu brúka hetta høvi
til at økja um vinningin.
Tað er ikki nóg mikið at
bankarnir fáa ágóðan av
hjálparpakkunum og rentu
lækkingunum í kjalarvørr
inum á teimum. Skulu hjól
ini mala aftur, er tað neyð
ugt, at viðskiftafólkið merk
ir ágóðan so at fólk fara at
brúka pening aftur.
Í øllum førum kunnu vit
staðfesta, at rentan í Føroy
um er ikki lækkað í eins
stóran mun sum rentan hjá
Tjóðbankanum og tí hevur
tað týdning fyri okkum at
lýsa støðuna.
- Men skuldu tit komi til
ta niðurstøðu, at rentustøðið
er ov høgt, hvat fáa tit so
gjørt við tað?
Vit fáa onki gjørt –uttan
at hava eina politiska mein
ing um tað, ásannar Jóannes
Eidesgaard.
Hann staðfestir, at hann
kann ikki áleggja peninga
stovnunum at hava eina ávísa
rentu, tí tað er ein spurning
ur, sum peningastovnarnir
avgera einsamallir.
Men vit kunnu so í
øllum førum siga okkara
meining um støðuna.
Hann sigur, at hetta hevur
ikki bara áhuga fyri tey
einstøku
viðskiftafólkini.
Hetta hevur eisini stóran
týdning fyri landskassan, tí
landið betalir stórar upphædd
ir í rentustuðuli fyri lán, sum
sethúsaeigarar hava.
Hann staðfestir, at har
eru tað marknaðarkreftirnar
sum ráða so at viðskifta
fólkini brúka teir peninga
stovnarnir, har teir fáa besta
tilboðið.
Kortini
ásannar
hann
eisini, at tað viðskiftafólkini
hava ógvuliga avmarkaðar
møguleikar at velja, tí
bankarnir eru fáir.
Men skulu bankarnir vera
við í tí seinna bankapakka
num, ber tað so ikki til at
seta teimum sum treyt, at
teir halda rentuni niðri á
einum ávísum støði?
Tað kunnu vit helst ikki,
ásannar Jóannes Eidesgaard.
Hóast Johan Dahl heldur fast við sítt um at velja ein nevndarlim afturat í Atlantsflogi, fer tað
ikki at kota samgonguni lívið, staðfestir Jákup Mikkelsen, formaður Fòlkafloksins á tingi
Fólkaflokkurin slítur ikki
samgonguna í morgin
Jóannes vil halda í oyruni á bankunum
900 søktu móttøkustarv
Danskir arbeiðsgevarar, almennir og privatir, fáa heilt óvan
liga nógvar umsóknir, tá teir lýsa eitt ella annað starv leyst.
Áhugin fyri størvunum hjá tí almenna er vaksin serliga
nógv, soleiðis at umsóknirnar eru fleirfaldaðar tað seinasta
hálvárið, sigur DR. Tað sást millum annað, tá Orkumála
ráðið lýsti eftir skrivstovufólki herfyri. Fyrr hevði eitt tílíkt
starv fingið einar 50 umsóknir, men hesaferð komu 550. Tað
stóð heldur ikki á hjá Arbeiðseftirlitinum, tá tað herfyri søkti
eftir fólki til móttøkuna. Tá umsóknarfresintin var úti, hevði
eftirlitið fingið 901 umsóknir.
Sarkozy krevur úrslit
Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, krevur, at toppfundurin hjá
G20londunum skal koma til eina veruliga niðurstøðu, sum mun
ar. Hann hevur gjørt greitt, at hann tekur ikki undir við tí niður
støðuuppskotinum, sum nú liggur á borðinum í London. Við
útvarpsstøðina Europe 1 sigur Sarkozy, at Frakland og Týskland
kunnu taka undir við tí, sum higartil er komið á pappírið. Tey
bæði londini krevja betri eftirlit við grunnum og kreditfeløgum,
og at øll skattaskjól verða beind burtur. Sambært fronskum fjøl
miðlum skal forsetin vera so misnøgdur, at hann hevur hótt við at
rýma av toppfundinum, fær Frakland ikki stuðul har.