mikudagur 1. apríl 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 64 - 1. apríl 2009
Hóast tað ikki er
fyrsti apríl fyrr enn
í dag, so megnaði
politiska skipanin at
lokka tey gomlu og
kommunurnar apríl
til í seinastu viku,
tá tað kom fram,
at studningurin, ið
verður latin til ellis-
og røktarheimspláss
er minkaður við
100.000 krónum fyri
hvørt plássið, í mun
til lyftið, ið Rósa
Samuelsen hevur
hildið uppá í langa tíð
Eldraøki
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Nú eru tað longu mánaðir
síðan, at borgarafundir og
politikarar vísti á, at eldra
økið er fullkomiliga aftur
út siglt í ávísum pørtum av
landinum.
Tá tosaði Rósa Samuel
sen, landsstýriskvinna, um
eitt uppskot, hon fór at bera
niðan í tingið, sum skuldi
syrgja fyri, at stuðulin til
búpláss fyri eldri til komm
unurnar skuldi hækka úr
500.000 krónum upp í
800.000 krónur fyri hvørt
plássið.
Hóast sera nógvir komm
unalpolitikarar hava mett, at
býtið av eldraøkinum sýnist
sera tilvildarligt, og at ein
avtala frá 2001 ger eldraøkið
til eina landsuppgávu, og at
hetta skuldi merkt, at komm
unurnar ikki skulu taka sær
av teimum eldru, so vóru
hesir kommunalpolitikarar
samdir um, at tað fór at betra
um støðuna, um stuðulin til
ellis og røktarheim frá land
inum hækkaði úr 500.000
krónum í 800.000 krónur,
um 800.000 krónur ikki vóru
meira enn helvtin av eindar
kostnaðinum – kostnaðinum
fyri hvørt plássið.
Ikki innbúgv
Men stuðulin umfatar ikki
allan kostnaðin á búpláss
inum. Innbúgvið verður
ikki talt við, og hetta kann
sambært Gunnleyg Dur
huus, leiðara fyri eldraøki
hjá
Nærverkinum,
geva
trupulleikar.
Hon vísir á, at hetta kann
hava við sær, at spart verður
við røktarsengrum og felags
innbúgvi.
Hetta merkir ein tyngri
rakstur og fleiri sjúkradagar,
sigur hon í hoyringssvari til
uppskotið.
Rósa Samuelsen heldur
tað somuleiðis vera løgið,
at innbúgvið ikki er við.
Eg má vera svar skyldug,
men hatta er ein vanlig
mannagongd, sum kanska
skuldi verið broytt, sigur
landsstýriskvinnan.
Niðurskurður
Tá uppskotið fór til hoyring
ar í flokkunum varð skjótt
skorið av.
Áðrenn samgonguflokk
arnir gjørdust samdir um at
hækka
eindarstudningin,
vóru 100.000 krónur skorn
ar av uppskotinum.
Eg haldi ikki, at hetta er
nakað vánaligt signal. Vit
síggja, at prísurin fyri hvørt
plássið minkar í hesum tíð
um, sigur Rósa Samuelsen.
Sum er sannførd um, at
eisini 700.000 krónur fyri
hvørt plássið fer at muna
væl.
Men tá prísurin minkar,
so verður helvtin av eindar
kostnaðinum minni.
Vit mugu ansa eftir, at
vit ikki eru við at pressa
nakrar prísir uppeftir, sigur
landsstýriskvinnan.
Bara triðingur
Kommunusamkipan Føroya
metir, at stuðulin í fyrsta
útkastinum av uppskotinum
– áljóðandi 800.000 krónur
– er ov lítil, tí kommunu
samskipanin vísir í hoyr
ingssvari á, at eindarkostn
aðurin er 2,1 millión krónur,
og tá verður studningurin
bara 38 prosent.
Við hesum argumentum
metir kommunusamskipan
in, at studningurin skal
hækkast upp á minst eina
millión krónur.
Á Mørkini var helvtin av
eindarkostnaðinum
minni
enn 700.000 krónur. Tað
uppfyllir øll krøv, og tað
gera hini nýggju heimini eis
ini, sigur Rósa Samuelsen.
Eisini sigur kommunu
samskipanin í viðmerking
unum, at hon metir, at studn
ingurin
til
eldrasambýli
skal hækkast, tí krøvini til
eldrasambýli eru í dag,
næstan líka høg, sum tey til
ellisheim.
Í dag fáa sambýlir 50.000
krónur,
men
uppskotið
leggur upp til 80.000 krónur
fyri hvørt plássið.
Kommunusamskipanin
sigur, at tey kosta so nógv,
men vit hava fleiri ítøkilig
dømi, sum vísa, at eindar
kostnaðurin er nógv minni,
sigur Rósa Samuelsen.
Spart 13 milliónir
Í uppskotinum kemur fram,
at 132 fólk hava bráfeingis
tørv á røktarheimsplássi, og
onnur tøl vísa, at størsti
tørvurin er í høvuðsstaðar
økinum.
Hyggja vit at talinum á
fólki við bráfeingistørvi í
mun til uppskotið, so síggja
vit, at talið er 92,5 milliónir
krónur.
Var talið 800.000 fyri
hvørt plássið, so var saml
aða talið 105,6 milliónir
krónur.
Landið hevur tí, í mun til
bráfeingistørvin, spart 13,1
millión krónur í hesum
uppskotið í mun til uppruna
uppskotið.
Tá er ikki talt við, at upp
skotið eisini er broytt soleið
is, at tað bara er galdandi
fyri tvey ár í mun til trý í
upprunauppskotinum.
Tað er ikki bara fyri at
spara, at vit gera soleiðis.
Vit mugu ansað eftir, at
landið ikki er við til at
koyra nakrar prísir upp,
sigur Rósa Samuelsen, sum
er sannførd um, at komm
unurnar megna at byggja á
besta og bíligasta hátt. Hon
vísir somuleiðis á, at orsøk
in til, at lógin bara skal vera
galdandi fyri tvey ár, er fyri
at fáa kommunurnar til
verka.
Hevði
hetta
verið
galdandi í 10 ár, so er stórur
vandi fyri, at kommunurnar
bara bíðaði, heldur enn at
fara til verka alt fyri eitt,
sigur landsstýriskvinnan.
Í løtuni er uppskotið til
viðgerar í trivnaðarnevndini
hjá Løgtinginum.
Tey gomlu lokkað apríl
Hóast stuðulslánini eru minkaði við 100.000 krónum fyri hvør plássið, so metir Rósa Samuelsen ikki, at hon og samgongan hava
lokkað tey gomlu og kommunurnar apríl, tí hetta er ein hækking á 200.000 krónur í mun til gomlu studningslógina
Amerikonsk rakett drap tólv
Minst 12 fólk doyðu, og 13 vórðu særd, tá ein rakett rakti
eina høvuðsstøð hjá Talibanrørsluni í útnyrðingspartinum
av Pakistan tíðliga í morgun. Pakistanskar trygdarkeldur
siga, at tað var eftir øllum at døma eitt ómannað
amerikanskt flogfar, sum skeyt rakettina eftir Taliban
støðini, sum er í útsynning úr býnum Peshawar. Sambært
trygdarkeldunum rakti rakettin tann partin av Taliban
støðini, sum vanliga verður brúktur til at hýsa gestum, sum
eru á vitjan.
Korrupsjón er sum
krabbamein
Hillary Clinton hevur ongantíð borið orð fyri at vera varin, tá hon
sigur sína hugsan, og tað ger hon heldur ikki, hóast hon nú er
amerikanskur uttanríkisráðharri. Í einari røðu á einari Afghanistan
ráðstevnu í Niðurlondum í gjár segði hon, afghanski forsetin,
Hamid Karzai, skal spenna vøddarnar og gera enda á korrupsjón
ini, sum hevur jól og góðar dagar í landi hansara. Hillary Clinton
segði, at umfatandi korrupsjón er í stjórnarumsitingini í Afghan
istan. Hetta er ein lívshættislig sjúka eins og krabbamein, og tí má
hon ruddast út, segði Hillary Clinton.