Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 64 • 01. apríl 2009 Nena Danielsen heldur áfram við frásøgnini um verfaðurin Dánjal av Hvítanesi. Ein dag kemur hann heim og sigur konuni, at hann sama kvøld fer til skips. Hann er burtur í 17 mánaðar 2. partur Seinasti partur endaði við, at Dánjal var við Grana í 1912 saman við øðrum monnum av Hvítanesi. Teir vóru eisini við í 1913. Heimkomin av vártúrinum í 1914 møtir Dánjal Jens av Lava, sum hevði verið formaður við einum enskum trolara, sum skuldi fiska við Canada. Teir høvdu brúk fyri føroyskum trolmonnum og flekjarum, og teir skuldu avstað um kvøldið. “Um tað var pláss fyri fleiri monnum,” spyr Dánjal. “Ja, kom tú bara við,” svaraði Jens. “Er eisini pláss fyri Berint, beiggjanum, og Mortan av Argjum,” spyr Dánjal. “Komið tit bara allir við,” svarar Jens. Dánjal hevur uttan iva hildið hetta vera eina spennandi avbjóðing í mun til sluppfiskaríið. So var at fáa fatur í Berint. Hann var og vitjaði gentuna í Havn. Hetta var Poulina, dóttir Isalinu og Knút Petersen, skómak­ ara. Mortan á Argjum hevði eisini hug at koma við. So mynstraðu teir hjá enska konslinum í Havn. Nústani fór Dánjal niðan á Hvítanes at siga konuni frá, at hann fór avstað, og at hann væntaði sær at koma heim til jólar, eitt hálvt ár seinni. Hetta kom undir øllum umstøðum at verða ein longri túrur. Nú var at pakka klæðini i ein fart og so avstað. Trolarin æt “Andrew Marc” og merktur til Grimsby. Teir sigldu til Cork í Írlandi. Maturin var ógvuliga góður á ferðini, men komnir til Cork rýmdi kokkurin í land. Enski skiparin og kokkurin vóru komnir til ilnar, og skiparin hevði sligið kokkin. Manningin kom nú á hotel at búgva, meðan trolarin varð gjørdur siglingarklárur. Reiðararnir itu Mr. Don og Mr. Buckward. Nú fingu teir ein íslending til skipara, men hann hevði ikki ensk pappírir, og tí mátti hann hava flaggskipara. Tað gjørdist tann tiltikni Niclas Leo úr Vági. Hann var royndur trolmaður og búði eisini í Bretlandi. Dánjal ber teimum báðum alt væl. Komnir til Canada var fiskað á New Foundlandsbankunum og í St. Lawrenceflógvanum. Har lá væl fyri. Teir fyltu trolaran eftir trimum vikum. Skip komu frá Cork, sum teir landaðu uppí inni í North Sidney. Í Canada vóru tá eingir trolarar og eingir trolmenn, so tað var alt um at gera at fáa menninar at vera verðandi við. Teir vóru um 10­12 føroyingar við og teir lótu seg eftirlíka. Mortan á Argjum fór heim eitt sindur fyrr enn hinir. Teir komu at verða í Canada í heilar 17 mánaðir. Munur millum New York og Hvítanes Á heimferðini fóru teir til New York, og ein systir Hans í Rættará tók ímóti teimum. Hon fylgdi teimum á sjómansheimið, har teir skuldu búgva. Hon var forlovað við einu norskum stýrimanni, og tey giftust seinni har yviri. Dagarnir í New York hava verið ein stór uppliving hjá Dánjali. Hann fór kortini ikki so langt frá, har teir búðu. Men hann vitjaði fleiri ferðir eitt stórt akvarium, ið lá í nánd av sjómansheiminum. Hann var ógvuliga hugtikin av teimum nógvu ymisku fiskasløg­ unum, ið har vóru at síggja. “Vit koyrdu undir jørðini,” fortelur hann, “og bilarnir koyrdu høgt uppi yvir høvdum okkara.” Mun­ ur hevur verið á New York og Havnini og fyri ikki um at tala Hvítanes. Teir fóru heim við stóra ferða­ mannaskipinum Oskar II. Hetta var undir fyrra heimsbardaga og tí ikki vandaleyst, men teir komu til Keypmannahavnar í øllum góðum. Ta vikuna teir bíðaðu, áðrenn fartur fór heim, búðu teir á sjómansheiminum Bethel, har teir vóru væl móttiknir. Teir vitjaði eisini Zoologiska havan, áðrenn teir fóru heim við Tjaldrinum. Ikki allir, ið fóru til Canada komu heim aftur. Fleiri blivu verandi og fingu konu har yviri. Seinasta summar høvdu vit eina frásøgn um eftirkomarar hjá einum teirra, Sigurd í Puntabyrgi. Tey komu til Føroyar á eina ættarstevnu. Mortan av Argjum var annars skipari á Nýggjaberg, sum varð torpederaður undir krígnun og allir 21 menninir umborð umkomust. Áðrenn Dánjal fór heim, hevði hann fingið bræv um, at Inga, konan, var farin á Sanatoriið. Hon Dánjal á Hvítanesi: So til Canada í 17 mánaðir Dánjal og Inga Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Dánjal kom heim út Canada við Oskar II ➘