mikudagur 1. apríl 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
10
nr. 64 • 01. apríl 2009
hevði fingið lungnabruna og var
innløgd at fyribirgja tuberklar,
men hon kom skjótt heim aftur.
Poulina, systir Dánjal, tók sær av
børnunum og húsinum, meðan
Inga var sjúk.
Úrtøkan í Canada var 45
dollarar um mánaðin, og Dánjal
fekk livrapengarnar afturat sum
kokkaviðbót. Hetta var ein hampu
liga góð inntøka eftir tátíðini.
Inga kom fyri seg aftur, og tey
fóru bæði til Havnar og keyptu
sær ymiskt, sum tey kundu hugsa
sær til húsini. Millum hetta var
ein málningur av Kristin í Geil.
Tey høvdu keypt sær grønar
plússmøblar og annað, ið hoyrdi
stovuni til, tá ið tey fluttu í húsini.
Tey høvdu eitt sera hugnaligt
heim uppi á Hvítanesi.
Berint bygdi eisini á Hvítanesi.
Tey høvdu eisini eitt vakurt
heim. Tey vóru barnleys, men tey
fostraðu upp Elinu, dóttir Mallu,
systir Poulinu. Berint og Poulina
livdu ikki leingi. Berint var kendur
sum ein góður trolmaður. Hann
hevði eisini handil á Hvítanesi og
tók ímóti fiski.
Vildu rógva skipið til
lands
Í 1916 fer Dánjal við Haffarinum,
sum Jóan Jakku á Viðareiði
keypti í 1913 úr Reykjavík, og sum
hann eisini førdi. Teir fiskaðu 300
skippund og fóru inn í Reykjavík,
áðrenn teir fóru heim. Har segði
ein norskur umboðsmaður, Elling
sen, fyri teimum, at teir fingu
nógv meira fyri fiskin í Noregi.
Tískil fóru teir til Ålesund við
fiskinum. Tá ið teir nærkaðust
norsku strondini stilti av, og teir
fóru í bátin og ætlaðu at sleipa
skipið, men Berint tók so nógv
á, at árin brotnaði. So gjørdist
einki, tí teir høvdu ikki fleiri árar.
Teir preijaðu so ein útróðrarbát,
sum kom framvið og spurdu, hvat
teir tóku fyri at sleipa teir inn.
500 kr. var svarið. Tað var virðið
av einum lýsifati tá. Hetta ljóðar
nógv, men lýsi var nógv eftirspurt
undir krígnum.
Tá ið hann hevði sleipað teir
nakað, kom vindur, so sigldu
teir sjálvir inn til Ålesund. Hinir
høvdu fingið sínar 500 krónur.
Teir fingu at vita, at teir høvdu
verið hepnir, tí har hevði ligið eitt
týskt vaktarskip at forða skipum
at koma inn til Ålesund. Tað var
júst farið avstað kvøldið fyri, teir
komu. Kanska var skipið farið at
luttaka í einum stórum sjóslagi,
sum leikaði millum týskarar og
bretar. Tað varð sagt, at hetta var
størsta sjóslag í søguni.
Haffarið kom heim aftur í øllum
góðum, og Dánjal segði, at túrur
in var ein góð uppliving og ein
góður túrur, hvat inntøku viðvíkir.
Jóan Jakku seldi Haffarið í
1922 til Marionnu Nielsen í Vest
manna. Skipið fórst í 1943 við
Orknoyggjarnar, men manningin
varð bjargað.
Aftur við Marshall
Í 1917 fór Dánjal til Íslands
við Marshall, men veðrið var
ógvuliga ringt hetta árið. Tað
var havt á munni um tær ringu
páskirnar, tá ið teir róku aftur til
Føroyar. Skipið fór illa í hesu ringa
veðrinum. Báturin var brotnaður.
Seglið skrædnaði, og skuldi
klyvarin fáast upp aftur, mátti
onkur fara fram á sprytið at festa
ein boyla, sum var farin framav.
Hetta var ikki nøkur løtt uppgáva,
tí skipið var alt avísað, og tað var
sprytið eisini. Dánjal helt seg til
at royna, og tað eydnaðist honum
at festa hendan boylan í. Onkur
annar fortaldi fyri mær, at tá ið
Dánjal var aftur á dekkinum í
øllum góðum, tá skuldu Niklas í
Kunoy siga, “um mær var lovað
alla Kallsoynna afturfyri, hevði eg
ikki gjørt tað.” Vit kunnu hugsa
okkum, at umstøðurnar hava ikki
verið góðar. So fingu teir heysa
klyvaran og sigldu heim.
Dánjal segði skiparanum, at
hann fór heim at vára heldur
enn at fara á Føroya Banka,
ið týskararnir høvdu lýst sum
vandaøki. Hetta helt skiparin
Palli á Lava ikki hava so nógv
at týða, men hann fór so á
Fugloyarbankan í staðin fyri.
Sostatt var Marshall ikki á Føroya
Banka, tá ið fleiri sluppir vórðu
søktar. Tíbetur kláraðu allar
manningarnar á hesum skipum
at rógva til lands í teirra smáu
vánaligu bátum, tí veðrið var av
tí besta. At eingin mannskaði
hendi á hesum søktu skipum var
hildið at vera eitt Guds undur.
Eftir hetta varð trygdin herd á
skipunum, og krøv vórðu sett til
bjargingarbátarnar.
Dánjal fór aftur við Marshall í
1918, og hetta var eitt toluligt ár.
Hann hevði sum kokkur fasta løn
og kundi fiska eitt sindur afturat.
Skiparan Palla á Lava hevur
Dánjal bara rósandi orð um. Hann
hevði gott skil á øllum umborð.
Palli á Lava fekk ikki eitt langt
lív. Í 1919 keypti hann saman við
Karl á Lag Puritan úr Svøríki. Teir
fóru niður til Fletwood at landa
veiðuna, og á vegnum aftur til
Føroya forlistu teir. Seks av átta
monnum umborð doyðu. Millum
hesar vóru Palli og sonur hansara
Jákup.
Tveir mans skolaðu uppá
eina oyggj, har teir vóru í tvey
samdøgur, til teir vórðu bjargaðir.
Bar 100 punds kalva
úr Havn til Hvítanesar
Hans í Funningsstovu kom í 1919
niðan á Hvítanes at biðja Dánjal
til kokk við C. M. Slater, vanliga
kallað Slatrið. Hann skuldi fáa
100 kr eyka, kom hann við.
Komnir út á bankan var meira
linligt. Fleiri vóru í koyggjuni og
høvdu sjóverk sum vanligt
var, tá ið túrur byrjar.
Dánjal fór upp á
dekkið og kastar
Dánjal sigldi nógv við Marshall, sum seinni fór til Vágs
Hetta munnu vera nakrir fiskimenn, sum eru farnir til fotograf.
Uttast t.v. eru tað Johan og Jóannes av Eiði, síðan Dánjal og Mikkjal á
Trøðni, beiggi Heina á Trøðni í Havn
Hvalastøðin á Gjánoyri, har Dánjal arbeiddi eitt ár
Tað var við Slatrinum, at syrgiliga vanlukkan hendi í 1930
➘