Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 1. apríl 2009 13 bók, men í staðin at taka bøkur niður av netinum ella at gera brúk av ljóðbókun­ um. Hetta merkir bóka vørð­ urin á Býarbókasavninum einki til. – Tað koma fleiri útgávur enn nakrantíð á marknaðin. Tað kann ongantíð í verðini gerast ómodernað at lesa, hvørki úr eini bók ella á net inum, tí tað er jú ein fyri treyt, sigur Anna Brim­ nes. Hóast nógvar vitjanir á Býarbókasavninum, veit Anna Brimnes, at tey eru mong, ið ikki vita hvar Býar bókasavnið er. – Eg vil fegin hava, at Býarbókasavnið er fólksligt, og at tað er fyri øll. Sum er, koma fólk í øllum aldri á bókasavnið. Barnabóka­ savn ið verður til dømis væl vitjað av børnum, ið koma við dagstovnum ella for­ eldrum. Og júst okkara barna bókasavn, eri eg glað fyri, og haldi eg tað riggar ótrúliga væl, sigur Anna Brimnes. Vil styðja høvundum Í samband við 40 ára føð­ ingardagin hjá Býar bóka­ savninum vera ymisk tiltøk í bókasavninum. Í dag byrj­ ar dagurin við morgunkaffi í Tjóðpallinum, og millum klokkan 15­17.00 í dag verður móttøka í hølunum hjá Býarbókasavninum, har Býarbókasavnið bjóðar kaffi við onkrum søtum aft ur við. Samstundis letur framsýning upp, sum lýsir arbeiðið hjá Býar bóka savn­ inum hesi seinastu 40 árini. Seinni í mánaðinum vera tiltøk í Býarbókasavninum (sí skrá aðrastaðni á síðuni) har upplestur verður fyri børnum, og skriviverkstaðir verða fluttir í Býar bóka­ savnið. – Mín dreymur er styðja og hjálpa teimum, ið skriva, og vísa áhuga fyri tí, tey gera. Sum er, hava vit ikki rættiliga umstøðurnar til tað. Men nú fáa vit at síggja hvussu føðingar dagstil tøk­ ini eydnast, áðrenn vit kunnu gera nakað meir við tað, sigur bókavørðurin í Býarbókasavninum í Havn. Føðingar­ dagsskrá hjá Býarbóka­ savninum 6. apríl kl. 14.00 vitjar teknarin Janus á Húsagarði á barnabókasavninum. Hann fer at tekna saman við børnum í aldrinum 3-10 ár. Úrslitið verður seinni sýnt fram á Býar bóka savninum. Janus hevur millum annað skrivað og mynd prýtt barnabókina “Ferðin hjá Mosamollis”, og eisini hevur hann gjørt føðingardagsplakatina, sum fæst fyri 60 kr. á bókasavninum frá 1. apríl. 21. apríl kl. 16.00 fer Rakel Helmsdal at siga frá um tað at skriva, og smáar skrivivenjingar eru partur av tiltakinum. Hesin dagurin er ætlaður teimum ungu, men onnur eru eisini vælkomin. 22. apríl kl. 10.00 fer Rakel Helmsdal at lesa upp úr barnabókunum um Lítla Skrímsl og Stóra Skrímsl. 24. apríl kl. 14.30-17.30 verður bókmentaligur arbeiðsdagur á bókasavninum. Sólrún Michelsen, Carl Jóhan Jensen og Oddvør Johansen flyta hendan dagin síni arbeiðspláss á Býarbókasavnið, og tey fara at sita hvør í sínum rúmi og skriva. Øll eru vælkomin at tosa við rithøvundarnar, geva teimum hugskot og spyrja til arbeiðslagið hjá teimum. fyllir 40 Anna Brimnes hevur verið bókavørður í Býarbókasavninum síðan 1975. Størsta kollveltingin var tá teldurnar komu í 1998. Tá fóru fólk at nýta bókasavnið á ein øðrvísi hátt, sigur hon. Úrvalið hjá Býarbókas­ avninum er víðkað til umframt bøkurnar at fevna um ljóðbøkur, tíðarrit og dvd filmar. Er ein óhjálpin, ber til at fáa bøkurnar til dyrnar, við at gera brúk av Bókaberanum Mynd: Jens Kristian Vang Øssur Winthereig er talsmaður teljaranna Kontanti og til tíðir nasadjarvi journalisturin Øssur Winthereig hevur fingið nýtt starv. Í longri tíð hevur hann verið sjálvstøðugur eftir at hann gavst í Kringvarp Føroya. Men í dag, 1. apríl, er hann byrjaður í starv sum kunningarráðgevi hjá Fólkateljingini undir Hagstovu Føroya. – Eg havi leingi verið áhugaður í hagtølum, og tá eg sá henda møguleikan, søkti eg, sigur Øssur Winthereig. Hann leggur dent á, at tað mangla nógv hagtøl um øll viðurskifti í samfelagnum, og at tað tí hevur týdning at kunna um tað arbeiðið, ið nú skal byrja. ­ Mítt starv verður fyrst og fremst at kunna um hvønn týdning fólkateljingin og innsavnanin av hagtølum hevur. Harnæst verður tað at geva Fólkinum tølini aftur, so tey kunnu nýtast sum grundarlag til at gera betri lógir og til nýggja gransking, sigur Øssur Winthereig. tíðindi