Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 64 - 1. apríl 2009 tíðindi Tá Adrian Noskweth setti partapening í Atlantic Airways, var tað út frá lyfti landsstýrisins um, at felagið bleiv einskilt, og at tað politiska valdið skuldi ikki leggja seg út í tess viður skifti. Nú lands ­ stýrismaðurin í vinnu málum hevur eina aðra áskoðan, heldur Adrian Nosk­ weth seg hava rætt til at krevja sínar pengar aftur, tí lands­ stýrið hevur brotið sítt lyfti, sigur ráðgevi og umboðsmaður hansara, Parker Donham AtlAntic AirwAys Jan Múller jan@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Sosialurin/Rás2: Áskoð­ an in hjá Parker Donham minnir ikki sørt um tað, sum vanliga verður sagt um, at ein ítróttarvenjari eig ur ikki at broyta eitt lið, sum stendur seg væl. Atlantic Airways klárar seg sera væl samanborið við al tjóða flogferðslu yvir høv­ ur, og tí er tað burturvið at gera broytingar í leiðslu felagsins, sigur hann. Teir seinastu dagarnar hevur Parker Donham verið á fleiri fundum her í Før­ oyu m í sambandi við aðal­ fundin hjá Atlantic Airways í morgin. Her er her um um boðsmaður fyri tann størsta útlendska íleggjaran í føroyska flogfelagnum, Adrian Noskweth, og teir eru als ikki nøgdir við ætl­ anina hjá landsstýris mann­ inum í vinnumálum at broyta nevndina, soleiðis at tað almenna fær ræðið á felagnum. Parker Donham sigur, at tað týdningarmesta er at fáa staðfest, um Atlantic Air­ ways skal vera eitt alment felag ella eitt privat felag. Tað eru fyrimunir við báð­ um, men tað er ikki nakað, sum teir privatu parta­ eigararnir skulu gera av, tí ta avgerðina eiga føroyingar og tað føroyska landsstýrið, sigur Parker hann við Vinnurásina hjá Rás2. Hann vísir á, at fyri einum ári síðani var eingin ivi um, at føroyska flogfelagið skuldi einskiljast. – Tá var full semja í Løg­ tinginum um at einskilja felagið, og at tað almenna skuldi ikki leggja seg útí, hvussu felagið bleiv stýrt. Út frá hesum gjørdu vit av at seta pengar í felagið, sum vit kendu frammanundan sum eitt sera væl rikið felag. Men nú er tað líkt til, at Johan Dahl hevur eina aðra áskoðan. Eg skal ikki leggja meg útí, hvat hann eigur at gera, men fyri okkum hevur tað týdning, at tey, sum settu pengar í felagið út frá teirri fyritreyt, at felagið bleiv einskilt, fáa eina rættvísa viðferð. So fáa vit ikki eina loysn, sum vit kunnu góðtaka, vilja vit fegnir hava okkara pengar aftur ella okkurt við sam­ svarandi virði, sigur Parker Donham. Reglur ikki hildnar Ráðgevin setir spurnartekin við mannagongdina hjá landsstýrismanninum og vinnu málaráðnum í mál­ inum við Atlantic Airways. Parker Donham sigur, at tá eitt felag verður skrásett á virðisbrævamarknaðinum, eru ávísar reglur, sum skulu haldast. Ein av hesum regl­ unum sigur, at ætlaðar broytingar í leiðslu viður­ skiftuunum skulu fráboðast formliga, og harafturat skal marknaðurin eisini hava boð um, hvør skal veljast í nevndina. Hetta er ikki gjørt, sigur Parker Don­ ham. Hann skilir væl, at summi seta spurnartekin við, um Atlantic Airways er ein ov týdningarmikil partur av føroyska samferðslu kerv in­ um, til at tað kann ein skilj­ ast. Sjálvur heldur hann, at tað er ein fyrimunur at einskilja felagið og vísir á royndir í eitt nú Kanada, har hann býr. – Tað avgerandi fyri okk­ um er, at lyftið, sum mvit fingu frá landsstýrinum, og sum vit bygdu okkara íløgu á, verður hildið. Okkara krav er bara, at vit fáa eina rættvísa viðferð. Fáa vit ikki tað, mugu vit fáa okkara pengar ella tilsvarandi virði aftur, sigur Parker Donham við Vinnu­ rásina hjá Rás2. Krevur rættvísa viðferð ella pengarnar aftur Parker Donham vónar, at tað fer at bera til at loysa trætuna á sømiligan hátt, men hann leggur afturat, at fáa teir ikki eitt úrslit, sum teir kunnu góðtaka, kann málið enda í rættinum ­ Tað er ikki rætt, at lond ini rundan um okkum brúka eitt 11 ára skeið sum søguligt grundarlag fyri áseting av svart kjafta­ býti, og tað er heldur ikki rætt, at nýggir ”aktør ar” komu inn í svart kjafta vinnuna í 1998, sigur Arni Han­ sen, skipari og ein av eigarunum av P/F Vinnuni í Gøtu svArtkjAftur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú landsstýrismaðurin í fiski vinnu málum, Jacob Vester gaard, hevur boðað frá, hvussu tey tilsamans 67.300 tonsini av svartkjafti í føroyskum sjógvi skulu býtast í 2009, eru tað serliga teir, sum standa aftanfyri P/F Vinnuna í Gøtu, sum eru misnøgdir við fráboðaða býtið hjá lands stýris manni­ num. Hetta er samstundis fyrs­ tu ferð, at svartkjafturin í ávís um tonsatali er býttur mill um skip, sum eru í flotanum – og millum skip, sum als ikki eru í føroyska fiskiskipaflotanum longur. Vit kunnu taka skipini í teirri ráðfylgju og við teim­ um tonsum, sum Fiski mála­ ráðið hevur sett upp: Christian í Grótinum (10.825 tons), Finnur Fríði (5.628), Høgaberg (5.549), Jupiter (4.622), Fagraberg (9.587), Norðborg (4.008), Tróndur í Gøtu (8.525), Næra berg 9.740, Atlants­ farið (873), Betina (1.011), June D (1.096), Saksaberg (1.112) og Carlton (4.724 tons). Hetta býtið gevur til­ samans 67.300 tons, harav 29.230 tons eru flutt frá 2008. Av nevndu skipum, sum hava fingið tillutað svart­ kjafta kvotu, eru í minsta lagi trý ikki í føroyska fiski skipa flotanum longur. Sigur ósatt Arni Hansen, skipari, sum saman við 10 øðrum eigur felagið P/F Vinnuna í Gøtu, sum aftur eigur Trónd í Gøtu, Finn Fríða og Jupiter, sigur, at landsstýrismaðurin hevur brúkt søguliga veiði­ grund ar lagið fyri árini 1998­2008. ­ Talan er um eitt 11 ára skeið, og hví Jacob Vester­ gaard júst hevur brúkt hetta ára mál, hava vit onga frá­ greiðing fingið upp á – í øllum førum onga frá­ greiðing, sum heldur. Hann vísir á, at lands­ stýris maðurin hevur sagt, at hetta 11 ára skeið er brúkt, tí tað gera londini rundan um okkum, tá ræður um být ið av svartkjafti. ­ Men hetta er slett ikki rætt. Vit hava kannað eftir, hvussu tey gera í teimum londum, sum hugsandi er, at landsstýrismaðurin sipar til, men har gera tey einki, sum líkist hesum, sigur Arni. Skiparin og eigarin vísir eisini á, at ein onnur grund­ geving hjá lands stýris­ mann in um fyri hesum ára­ máli er, at nýggir ”aktøtar” komu í hesa vinnu í 1998. ­ Men tað er heldur ikki rætt, staðfestir Arni Han­ sen. Hann sigur, at felagið í Gøtu hevur vent sær til lands stýrismannin og hevur spurt, hvør grundgevingin so er fyri hesum býti, tá tað, sum landsstýrismaðurin sigur, slett ikki heldur. ­ Men haðani hava vit einki svar fingið enn, leggur hann aftrat. Órættvíst býti Uttan at leggja seg út í, hvør hevur skúmað róman, um vit so kunni siga, heldur Arni Hansen, at feløgini í Klaksvík, JFK og Christian í Grótinum, hava fingið nógv meira burtur úr býti­ num, enn tey í veruleikanum áttu. ­ Eitt nú kom Næraberg inn í flotan í ár 2000 upp á eitt royndarloyvi, men í býti num, sum lands stýris­ maður in nú hevur gjørt, eigur skipið 9.740 tons av kvotu ni. Haraftrat hava skip, sum slett ikki eru í flota n um í dag, eitt nú Betina, June D og Carlton, drig ið fittan kvotupart til Klaks víkar. Arni vísir á, at teir 11, sum standa aftanfyri P/F Vinn una í Gøtu, stríðast fyri at vinna síni rættindi, eftir at felagið seinastu árini hevur umsitið eini 50% av pelagisku kvotunum hjá Føroy um. ­ Vit stríðast hart, og vit stríðast fyri rættvísi. Vit hava ikki gingið í Havnini og runnið aftaná myndug­ leiku num, og vit eru ikki politiskt litaðir, sigur hann. Skiparin í Gøtu heldur tað vera púra burtur við, at slík spekulatión við kvotum nú er komin inn í pelagisku vinnuna. ­ Okkara greiða hugsan er, at teir, sum hava skip og vilja vera aktørar í vinnuni, eiga at fáa loyvi at fiska svart kjaftin, sum er at býta – og ikki teir, sum spekulera í kvotum, sigur hann. Leggja fótonglar Arni Hansen dylur ikki fyri, at kvotubýtið kennist, sum at myndugleikarnir rættiliga hava lagt fótonglar fyri teim­ um 11, sum standa aftan fyri P/F Vinnuna í Gøtu. ­ Vit vóru upprunaliga 16, sum áttu Trónd í Gøtu, men við árunum er talið av eigarum minkað niður í 11. Bæði vit, sum eiga í felag­ num og teir, sum sigla hjá okk um, kenna avgerðina hjá landsstýrismanninum ógvu ­ liga órættvísa, sigur skip ar in í Gøtu. Tað eydn að ist okkum ikki at fáa eina við merking frá Jacobi Vestergaard, fiski­ mála ráð harra, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vestergaard sigur ósatt um svart­ kjafta býtið Finnur Fríði, sum kom í 2004, er flaggskipið hjá P/F Vinnuni, sum 11 parteigarar eiga Mynd: Vilmund Jacobsen