Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 64 - 1. apríl 2009 - Tað er neyðugt, at stál ið og biologiin møtast onkustaðni, har tað er optimalt at virka, segði Tór- bjørn Jacobsen á Fiski vinnu skúlanum í Vest man na Framløga Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á framløguni í Vestmanna mána morgunin kom fram, at privatir reiðarar hava selt skip og fiskiloyvi fyri meira enn 2 miljardir krónur, síðan vit fingu lógina um vinnu ligan fiskiskap. Onkur nevndi eisini tøl, sum liggja væl hægri, kanska millum 2 og 4 miljardir krónur. Bæði Tórbjørn Jacobsen og Høg ni Hoydal nevndu tøl sum 2 miljardir ella kanska hálva triðju miljard krónur. - Handlað hevur soleiðis verið við almennari ogn, og vinn ing urin er farin í privat- ar lummar, sum teir søgdu. Ein av lærarunum í Vest- man na spurdi, hvør hevur fíggj að hesi keyp, og hann spur di eisini, um hesar sølur í seinasta enda kunnu fara at raka almenningin um bankarnar. Høgni Hoydal helt fyri, at um alt fer á heysin, verða bankarnir raktir, og tá verð- ur almenningurin onkus- veg na eisini raktur. - Vit hava kanska goldið fyri henda flotan einar 4-5 ferð ir. Hetta eru í fleiri før- um somu skip og loyvir, sum eru handlað, legði hann aftrat. Tórbjørn Jacobsen segði, at skriðan leyp, tá politiski myndugleikin fór at góð- taka, at fiskiloyvir gerast handils vøra millum privat- ar. - Men hetta er stutt tíðar- hugsan, tá tú hevur við fiski vinnu at gera. Tað nytt- ar so lítið at vera ríkur í dag – uttan at hugsa um, hvussu morgindagurin sær út, segði hann. Studningstrýst Tórbjørn nam eisini við trýst ið, sum var á politisku skipan ina í fjør summar, tá oljan gjørdist so óvurhonds dýr. - Henda støða legði eitt gigant iskt trýst á politikar- ar nar. Reiðarar vildu hava olju s tuðul, og teir vildu eisi ni sleppa at selja fiskin uttan lands – uttan um okkara fiskamarknað. Løgtingsmaðurin helt fyri, at høvdu politikarar tá hoykna og fóru at lata olju- stuðul, hevði skriðan lopið av álvara. - Tað vóru politikarar, sum tá høvdu ætlanir um at lata oljustuðul, men tað hevði verið púrasta burtur við at farið inn í ta jungluna aftur, sum Tórbjørn Jacob- sen tók til. Hann vísti á, at tað eydn- aðist at steðga stuðuls æt- lan ini við, at politiski myndug leikin tók prát við skila fólk, og í hesum sam- bandi nevndi hann eitt nú Atla Gregersen, Jørn Astrup Han sen og Sonju Jógvans- dóttir. - Tey slerdu so mikið av køldum blóði í politiska myndug leikan, at lands- stýrið vendi sær frá hesi ætlan. Stál og biologi Tórbjørn Jacobsen segði, at lobby-arbeiði hjá stórum kapi tal áhugamálum mang- an er so sterkt, at hetta skjótt kann yvirrenna eina poli tiska skipan, sum hann tók til. - Hetta síggja vit kring um heimin, sum nú er send- u r út í eina fíggjarliga van- lukku. Løgtingsmaðurin vísti eisini á tilmælini hjá ICEC, sum í 2008 vóru, at eingin toskur og hýsa verður veidd á føroyska landgrunninum. - Vit kunnu ikki steðga allari fiskivinnu í Føroyum, tí annars steðgar alt upp. Tí kom Fiskirannsóknarstovan við eini “moderatari” til ráð- ing, sum eitt nú mælti til at skerja veiðina eftir toski og hýsu við 50%, umframt at gevast við vinnuligari veiði innanfyri 3 fjórð ing ar. Tórbjørn Jacobsen segði, at orsøkin til, at tilmælini vóru so drastisk, sum hann tók til, er, at ov lítið er gjørt við stovnsrøktina árini framm an undan. - Vit hava arbeitt nokso leingi við uppskoti um reguler ingar, so fiski veiði- skipa nin aftur kann gerast sjálv regulerandi. Tað er neyðugt, at stálið og bio- logi in møtast onkustaðni, har tað er optimalt at virka, legði løgtingsmaðurin aftr- at. Privatir handlað fyri meira enn tvær mia við almennari ogn - Lobby-arbeiði hjá stórum kapitaláhugamálum er mangan so sterkt, at hetta skjótt kann yvirrenna eina politiska skipan. Hetta síggja vit kring um heimin, sum nú er sendur út í eina fíggjarliga vanlukku, segði Tórbjørn Jacobsen Mynd: Jens Kristian Vang Vinnuradio úr Bakkastovu Bakkastova Hósdagin 2. apríl sendir Rás2 live úr Bakkastovu við Ljósá Live á Rás2 Samrøður verða við t.d. Kaj Leo Johannesen, løgmann Borgarstjórar Sluppeigara og næmingar 2 menn, ið hava upplivað at verið í havsneyð Eyðun Klakstein er vertur Sendingin verður at hoyra kl. 9.00 – 12.00 og kl. 13.00 – 15.00 Bakkastova