mikudagur 1. apríl 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 64 - 1. apríl 2009
- Soleiðis, sum
fiski veiði skipanin
virkar, er hon hvørki
lívfrøðiliga ella
búskaparliga burðar-
dygg. Skip og loyvir
verða seld úr bygdum
og økjum, sum harvið
missa tey med alla.
Eisini er ramaskrígg,
hvørja ferð løgtingið
skal áseta fiskidagar,
tí hvørt loyvi og skip
sær seg missa møgu-
leik ar. Verandi skipan
er fastløst, og eingin
dyna mikk ur er í
henni, segði Høgni
Hoy dal, formaður
Tjóð veldi sins á Fiski-
vinnu skúlanum í
Vestmanna mána-
morgunin
Framløga
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sum vit lósu í blaðnum í
gjár, høvdu Høgni Hoydal
og Tórbjørn Jacobsen, for
maður og næstformaður
Tjóð veldi sins,
framløgu
fyri næmingum og lærarum
á
Fiskivinnuskúlanum
í
Vest manna mánamorgunin.
Tveir skúlatímar vóru settir
av til tiltakið, og tað vóru
næm ing ar, sum hava fiski
vinnu breyt í 2.HIF og næm
ing ar úr 1.HIF, sum saman
við nøkrum lærarum á
skúla num lýddu á.
Evnið var ”Fiski vinnu
politikkur – Tjóðveldi og
tilfeingisbúð”, har greitt
var frá søguni aftanfyri før
oyska fiskiveiði, studn ing s
viður skiftum,
fiskidaga
skipan ini og uppskotinum
hjá Tjóðveldinum um eina
al menna tilfeingisbúð, har
øll veiðirættindi skulu savn
ast og handlast.
Grov spekulatión
Høgni Hoydal segði, at før
oysk fiskiveiða er í eini
bíði støðu, tí ásetingin um,
at loyvini verða latin í 10 ár
í senn, gongur endaliga út
um ársskiftið 2017/2018.
Ymiskar hugsanir eru
frammi um, hvussu fram
tíð in
hjá
høvuðsvinnu
okkara skal skipast, serliga
eftir 2018. Vit hava fyri
fleiri árum síðan lagt full
fíggjað uppskot fyri tingið
um, at øll veiðirættindi,
sum Føroya fólk ræður yvir,
skulu savnast og seljast á
einum almennum fiski rætt
in da marknað – ella í eini
til feingisbúð, sum vit hava
valt at rópa tað.
Hann segði, at soleiðis
sum skipanin er í dag, er
talan um grova spekulatión
av fólksins ogn, og henda
yvir kapitalisering,
sum
Før oyar hava verið vitni til,
hevur
ført
til
vánaligt
rakstrar grundarlag.
Soleiðis, sum skipanin
virkar, er hon hvørki lív
frøði liga ella búskaparliga
burðar dygg. Skip og loyvir
verða seld úr bygdum og
økjum, sum harvið missa
tey med alla. Eisini er rama
skrígg, hvørja ferð løgtingið
skal áseta fiskidagar, tí
hvørt loyvi og skip sær seg
missa møguleikar. Verandi
skipan er fastløst, og eingin
dynamikkur er í henni.
Undir síni framløgu nam
Høgni eisini við støðuna
hjá línuflotanum, sum er
vaksin við, at fleiri smá
loyvi eru løgd saman, ið
síðan eru endað sum línu
skip.
Línuflotin er nú vorðin
so dýrur, at vandi er fyri, at
ein stórur partur av honum
fer á húsagang, segði hann.
Uppskot
Tjóðveldisins
um tilfeingisbúð byggir á,
at øll fiskiloyvi sum frá
líður detta burtur.
Síðan fer fiskiloyvi bert
at snúgva seg um góð
kenning av skipi til fiski
skap, har kravt verður, at
skrásetingin er í lagi, eins
og trygdarog umhvørvis
krøv eru fylgd.
Øll veiðirættindi
Tjóðveldi sær fyri sær, at
almenna
tilfeingisbúðin
sum frá líður situr á øllum
veiði rættindum, sum før oy
ingar eiga, bæði í føroyskum
sjógvi og í avtalum við
aðrar tjóðir.
Tilfeingisbúðin
skal
handla øll veiðirættindi á
Føroya leiðini eins og øll
veiði rættindi, sum føroy
ingar hava samráðst seg
fram til í tvílandaavtalum,
stranda landaavtalum
og
annars søgulig rættindi,
sum vit eiga á fjarog mið
leiðum.
Høgni segði, at sambært
uppskotinum verða fiski
dagar og kvotur boðin út
regluliga og við stuttum
millum bili í ymisku skipa
bólkunum.
Vit kundu soleiðis
hugsað okkum, at fiskidagar
í heimaflotanum og pelag
iska flotanum verða bodnir
út 14. hvønn dag, með an
fiskidagar
hjá
eitt
nú
fjarfiskiflotanum
verða
bodnir út í vanligari túra
longd.
Formaður Tjóðveldisins
legði aftrat, at soleiðis, sum
ver andi
fiskidagaskipan
hevur virkað og hevur verið
umsitin, eru skip seld við
loyvum fyri vaksandi okurs
prísir,
samstundis
sum
fiski dagarnir sjálvir lítið og
einki eru umsettir.
Vit hava nærum onga
regulering ella stýring sæð
gjøgn um
fiskidagarnar,
legði hann aftrat.
Ávegis uppskot
Allar detaljur eru ikki við í
uppskoti Tjóðveldisins um
tilfeingisbúð, men í Vest
manna greiddi Høgni Hoy
dal frá, at tá fiskidagar
verða bodnir út, og tilboð
uppá dagar koma inn,
verður hugt at, hvussu til
boðini liggja.
Hugsandi er, at prísurin
fyri fiskidagar kemur at
byggja á møguleikar, ið
hesir dagar hava, tá teir
verða bodnir út. Eitt nú
verður hugt at fiskaprísi,
út reiðslum, ið standast av
veið ini og øðrum viður
skiftum, ið hava týdning
fyri veiði og úrtøku.
Hann segði, at fiskidagar,
sum ikki verða keyptir, fella
burtur.
Høgni Hoydal vísti í
hesum viðfangi á ítøkiliga
upp skotið, sum Tjóðveldi
her fyri legði fyri tingið um
broyt ingar í lógini um
vinnu ligan fiskiskap.
Í hesum uppskoti verður
dentur lagdur á, at latin
fiski rættindi eftir verandi
skipan skulu gagnnýtast, og
at í minsta lagi 90% av til
lutað um fiskidøgum hjá
ávísum skipi ella báti í ein
um fiskiári skulu brúkast.
Hann segði, at eftir upp
skotinum er sama galdandi
við tillutaðum kvotuparti,
egnari
árskvotu,
egnum
hjá veiði parti og egnari hjá
veiði kvotu.
Um minni enn 90% av
til lutaðu fiskirættindunum
eru nýtt, verða rættindini
kom andi fiskiár skerd í
pro sentum við muninum
millum nýtsluna hetta tíðar
skeiðið og 90%. Í serstøkum
føri kann lands stýris maður
in gera undantak frá hes
um.
Ónýttu
fiskirættindini
fella aftur til landið.
Eftir nevnda uppskoti fær
landsstýrismaðurin heimild
at gera eina skipan fyri
fiski rættindamarknað – ella
eina tilfeingisbúð – við
áseting um um fyriskipan,
gjøg num skygni,
atgongd
og søluog keypstreytir.
Høgni segði, at Tjóðveldi
kundi hugsað sær, at 10%
av
fiskidøgunum
verða
drign ir inn í tilfeingisbúðina
um árið, soleiðis at øll
fiski rættindi liggja hjá tí
al menna í 2018.
Stovnsrøktin
Tá vit hava skipað eina til
feingis búð, og øll fiski rætt
in di liggja hjá hesari, kann
løgtingið í staðin brúka sína
orku til at skipa fiskiveiðina
eftir
lívfrøðiligum
og
burðar dyggum metingum.
Ein slík skipan merkir, at
eing in kann leggja seg
omaná rættindi og eiga tey.
Vinn ingurin fer til sam
felagið, sum eigur rættind
ini, og hetta er eisini í sam
svari við lógina um vinnu
ligan fiskiskap, har til feing
ið í havinum er ogn Føroya
fólks.
Høgni Hoydal segði, at
upp gávan hjá vinnuni tá
verður at skipa seg innan
karmar nar, sum tað almenna
ásetur.
Fyrimunirnir við til
feingisbúðini eru eyðsýndir
við tað, at yvirkapitalisering
og spekulatión detta burtur,
og kappingin millum fólk,
sum hava hug at royna seg í
vinnuni, økist. Eingi pláss
ella økir í landinum nýtast
at vera fyri vanbýti, og øll
politisk serrættindastýring
fellir burtur. Heldur enn at
oysa pening út til gomul
skip, fer at bera til at brúka
pening til endurnýggjan av
vinnutólunum.
Formaður Tjóðveldisins
helt, at eggjanin at virði s
økja tilfeingið verður nógv
størri, tá rættindini verða
av markað, og í hesum sam
b andi nevndi hann eitt nú
svartkjaftin, ið saktans kann
virðisøkjast
meira,
nú
kvotur nar
eru
nógv
skornar.
Eftir hesi skipan fara
tey reiðarí og skip, sum
duga at fáa mest burtur úr í
virði, eisini at fáa fígging
og fara at kunna bjóða uppá
fiskirættindi.
Ein annar fyrimunur við
hesi skipan verður, at eingin
kann leggja trýst á lands
stýrismannin í fiski vinnu
málum um eitt nú fiski
dagar.
Varðveita bólkar
Høgni Hoydal segði, at
veiði bólkarnir í verandi
fiski dagaskipan skulu varð
veitast, eins og skott verður
millum trol og húk í skipan
ini.
Men hvørjir verða so
vansarnir
við
tilfeingis
búðini? spurdi formaður
Tjóð veldisins.
Ein spurningur, sum má
loysast, er, hvussu forðast
kann fyri kartellum í teim
um bólkum, har fá skip og
reiðarí eru, soleiðis at hesi
ikki avtala síni boð. Ein
annar trupulleikin er, um
skip bara leggja seg eftir
dýrastu fiskasløgunum til
tess at fáa sum mest fyri
hvønn fiskidag. Men hetta
eru kortini somu trupul
leikar, sum vit hava í dag,
og hetta eru trupulleikar,
sum kunnu loysast.
Høgni
vísti
eisini
á
trupul leikarnar, vit hava við
svartkjaftabýtinum í løtuni,
sum fleiri eru ónøgdir við.
Eftir skipanini við til
feingis búð kundi kvotan
eitt nú verið býtt sundur í
14 dagar í senn. Tey skip og
reið arí, ið fáa mest burtur
úr í virði, megna eisini at
bjóða og fáa fígging. Bjóðar
ein ov nógv ella upp á ov
nógv ar
dagar,
vinnur
viðkomandi einki, tí tá
tíðar skeiðið er úti, detta
rætt ind ini burtur og verða
boðin útaftur, segði Høgni
Hoy dal í síni framløgu á
Fiski vinnu skúlanum í Vest
manna.
Øll veiðirættindi skulu
savnast í eini tilfeingisbúð
- Eggjanin at virðisøkja
tilfeingið verður nógv størri,
tá rættindini verða avmarkað.
Eftir okkara skipan fara tey
reiðarí og skip, sum duga
at fáa mest burtur úr í
virði, eisini at fáa fígging og
fara at kunna bjóða uppá
fiskirættindi, segði Høgni
Hoydal undir framløguni
á Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna
Mynd: Jens Kristian Vang