mikudagur 1. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 1. apríl 2009
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ása Poulsen hevur
sagt farvæl sum
leiðandi sjúkrarøkt
arfrøðingur á Lands
sjúkrahúsinum
FráFaringarhald
Myndir: Jens Kristian Vang
Fráfaringarhald var á Med
isinska deplinum á Lands
sjúkrahúsinum fríggjadagin
í sambandi við at Ása Poul
sen, leiðandi sjúkrarøktar
frøðingur
á
Medisinska
deplinum, nú gevt í hesum
starvi.
Ása varð útbúgvin sum
sjúkrarøktarfrøðingur
í
1977.
Hon
byrjaði
at
arbeiða á B8 beinanvegin
og var har til 1997, burtur
sæð frá einum ári har hon
var uttanlands á leiðslu
skeiði og gott ár á hjarta
deild á Ríkssjúkrahúsinum.
Síðan var hon freelancari í
gott fýra ár, har hon m.a.
arbeiddi í Grønlandi og
Norra og her heima. Frá
2001 hevur hon verið leið
andi sjúkrarøktarfrøðingur
á medisinska deplinum.
Orsøkin til at Ása hevur
sagt seg úr starvi eru ikki
ókend. Hon hevur alment
gjørt vart við, at hon kann
ikki liva við umstøðunum á
seingjadeildunum, hon hev
ur ábyrgd av B6, B7 og B8
eru akuttar medisinskar
deildir og kjarnuuppgávan
er diagnostisering, viðgerð,
røkt og rehabilitering av
medisinskum sjúklingum.
Starvfólkini eru og verða
eisini ment fakliga til hesar
seruppgávur.
Frá tíðliga í heyst hava
tey havt nógvar liðugt við
gjørdar
sjúklingar,
teir
flestu røktarsjúklingar, sum
hava tørv á røktarheims
plássum. Tað er ofta, at tað
ikki er pláss til akuttu sjúk
lingarnar, og hesir enda úti
á gongini. Ofta mugu tey
útseta planlagdar innlegg
ingar hjá sjúklingum, sum
áttu at verið innlagdir til
ymiskar kanningar vegna
plássmangul.
Tað kann ikki vera rætt, at
akuttu medisinsku deildir
nar B6, B7 og B8 verða
brúktar til røktarheim hjá
kommununum. Aðrastaðni
gjalda
kommunurnar
til
sjúkrahúsini fyri liðugt við
gjørdur
sjúklingur,
um
kommunan
ikki
hevur
stovnspláss tøkt. Slíka skip
an áttu vit eisini at havt í
Føroyum, sigur Ása.
Hagtøl vísa, at vit gerast
eldri, og tað verður tørvur
á fleiri akutt medicinskum
seingjaplássum, og nógv
fleiri
røktarheimum.
Harumframt
er
stórur
mangul á ymiskum tólum
á medisinska deplinum, so
m.a. serlæknarnir kunnu
diagnostisera sjúklingar.
Undir fráfaringarhaldin
um vóru fleiri talur hildnar,
og starvsfelagar takkaðu
Ásu fyri tíðina. Ása segði
m.a. í sínari røðu, at
hennara persónliga ynski
er, at játtan verður sett av
til eitt nýtt Landssjúkrahús,
sum eisini verður ein
granskingarstovnur.
Annars sigur hon, at tað
er við sorgblídni, at hon
fer. Arbeiðið hevur verið
sera áhugavert, við nógvum
avbjóðingum. Hon hevur
trivist væl, har eru nógv
dugnalig starvsfólk við
nógvum ymiskum kompet
ansum, sum øll royna at
gera tað besta fyri sjúkling
in. Samstarvið er gott og
Landssjúkrahúsið er eitt
gott arbeiðspláss, sigur
Ása og takkar fyri tíðina.
Starvið hjá Ásu verður
lýst leyst, men fyrstu tríggj
ar mánaðirnar verður tað
Ingunn Gaardbo, sum kem
ur at røkja starvið.
mg
Ása fer við sorgblídni
Dagurin
1. apríl. Hugo, deyður í 1132. Biskupur í Grenoble í
Fraklandi. Týskt navn, sum merkir tann skilagóði ella
vísi. Sama veðrið, sum var fyrsta apríl, skuldi verða
síðsta apríl. Ein kona helt fyri: Sum hann prílar inn,
prílar hann út. Nyholm Debess doyði hendan dagin í
1952, og Óla Jákup í Horni (O.J.Hansen), komponistur,
var føddur hendan dagin í 1885 í Kirkjubø.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Tøkk
Hjartaliga takk fyri telegramm, gávur,
blómur og uppringingar, og takk øll, sum
komu til mín 70 ára føðingardag
- uttanlands og innanlands.
Takk fyri alla hjálp og ein serlig tøkk til
Manskórið fyri vakran sang.
Hjartalig tøkk øll somul.
Vinarligar heilsanir
Finnbogi við Gjónna
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi, sonur
og beiggi
Hans Súni Joensen
Leirvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri kransar og heilsanir.
Tøkk til Regin fyri vitjanir, meðan hann lá sjúkur,
og fyri troystarrík orð í heiminum og í kirkjuni.
Tøkk tit øll, sum komu inn á gólvið við
troystarríkum orðum.
Takk til Una Næs fyri vitjanir og troystarrík orð í
heiminum og kirkjuni.
Tøkk til heimasjúkrasystrarnar, sum gjørdu tað
møguligt hjá honum at vera heima, við at vera um
hann bæði dag og nátt.
Tøkk til tykkum øll, sum bakaðu.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum, bæði
við at kokkast og servera.
Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til
seinasta hvíldarstaðin.
Orð eru so fátøk, men túsund takk øll somul.
Familjannar vegna
Hallbjørg, Jan, Katrin, Bruno og Jansy Elisabeth
90 ára føðingardagur
Miebeth Jacobsen av Kirkju, búsitandi á Sambýlinum á
Heygnum, undir Kráarbrekku, Klaksvík, fyllir 90 ár í dag, 1.
apríl. Høvi verður at heilsa upp á hana á Sambýlinum frá kl.
15 til 18.
Ása Poulsen hevur sagt farvæl sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðing
ur á Landssjúkrahúsinum
Starvsfelagar siga farvæl
Ása og Odmar Færø, yvirlækni
Ingunn Gaardbo h.m. kemur at røkja starvið hjá Ásu fyrstu
tríggjar mánaðirnar