mikudagur 1. apríl 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 • 01. apríl 2009
MIÐvIkaN
23
snørið. Tað var skjótt greitt,
at okkurt ógvuliga tungt var á.
“Hava tit knýtt á hjá mær?” rópar
hann. Hetta var ofta gjørt fyri
at stinga monnum skør. “Nei,”
var svarið. “So mugu tit koma
at hjálpa mær,” og beinanvegin
vóru tríggir mans har og hjálptu
honum at draga. Tá vóru tveir
stórir 100 punds kalvar á. Dánjal
kastaði aftur, og hann fekk enn
eina ferð ein kalva og eina longu.
Triðju ferð hann kastaði, fekk
hann ein tosk og eina stóra hýsu.
Hann koyrdi beinanvegin hýsuna
i pottin. Hon hevði bæði rogn og
nógva góða livur. Hetta var góður
matur. Tá tørnaðu allir út. Hetta
var ein kærkomin máltíð, og so
fóru allir menn til snørini.
Hýsa hevur so ógvuliga stórt
uggabein, og Dánjal snøggaði
uggabeinið á hesi hýsu til eitt
lítið skaft til ein knív. Hann fekk
sær eitt sindur av teinajarni og
smíðaði blaðið av tí og gjørdi so
hólk um. Umborð vóru øll amboð,
eisini loddigreiðir, so hetta lat seg
væl gera. Menninir undraðust, tá
ið hann vísti teimum knívin, so
lítil og fittur hann var.
Kalvarnar kom John hjá Gynnu
eftir við hestavogni. Jóannes hja
Gynnu var við Slatrinum. Hann
segði við Dánjal: “Ein kalva skal
tú hava.” Hann varð koyrdur í ein
200 pund sekk, og Dánjal fetlaði
sær hann uppá ryggin og so til
gongu við kalvanum á bakinum í
vindi og kavaroki. Niðankomin var
kalvin skorin sundur og fingin til
sættis. Høvdið gav hann Drikku,
konu Mikkjals.
1919 verður rópt tað góða fiski
árið. Teir fiskaðu 100 skippund
á bankanum og 300 skp. undir
Íslandi, og úrtøkan bleiv 2.500 kr
fyri árið. Hetta vóru nógvir pengar
tá, og Dánjal keypti sær eina
nýggja kúgv, tá ið hann kom heim.
Flaggaði fyri dóttir
Dánjal var við Slatrinum til 1923
í fyrsta umfari. Í 1921 fekk hann
dóttrina, sum hann so inniliga
hevði ynskt sær. Hann átti tríggjar
synir frammanundan, og hann
bleiv argaður eitt sindur við tí.
Teir vóru Hilmar, Petur og Sigurd.
Táið triði drongurin kom, skuldi
hann siga heldur kvettisliga:
“Aftur ein drongur.” Men nú er
so dótturin, Paula, komin. Illa
gekk at fáa samband við Slatrið.
Jens á Lava var komin beint úr
Føroyum, og hann fær so sagt
Dánjali, at hann hevði fingið eina
dóttir. Hetta hoyrir skiparin, og
hann koyrir flaggið í topp. Tað
hevur verið frøði á Dánjali, tá ið
Slatrið lá við Ísland og flaggaði, tí
hann var blivin pápi at eini dóttir.
Seinni kom so ein sonur afturat,
Hans Pauli.
Í 1923 fór Dánjal við Atlantic.
Jógvan á Hvítanesi var besti
maður, og teir vóru eisini saman
har í 1924.
Í 1925 var Dánjal við Galway
við Jógvan á Hvítanesi sum
skipara.
Róði til Hvítanesar í
weekend
Ludda Christian og Mouritsen
høvdu umframt skipini eisini
hvalastøðina á Gjánoyri, og
Dánjal fór norður hagar at vera
kokkur í 1926. Harald var formað
ur og gav honum leiðbeining um,
hvat hann skuldi gera. Tveir hvala
bátar hoyrdu til støðina. Dánjal
skuldi lata proviant umborð í
hvalabátarnar. Alt skuldi vigast
og skrivast upp, og hann skuldi
eisini baka breyð til teir, og teir
um 30 menninar, ið har arbeiddu.
Har var stórur bakarovnur, sum
kundi baka 50 breyð i senn.
Dánjal róði hvørt leygarkvøld
hendan langa teinin til Hvítanesar
fyri at vera heima í vikuskiftinum,
og so norður aftur sunnukvøld.
Hann segði, at hann fekk so nógv
tvøst, sum hann kundi kóka til
kýrnar. Hann hevði tvær kýr tá.
Tann sum mjólkaði mest gav 17
litur. Tær fingu eitt sindur av meis
eisini.
Í 1927 fór Dánjal aftur við
Marshall sum kokkur. Tað var
eisini við Marshall, at hann fyrstu
ferð bleiv kokkur í 1907.
Palli á Lava segði honum tá,
hvussu farast skuldu fram. Hann
skuldi kóka saltkjøt tríggjar dagar
um vikuna, týsdag, hósdag og
sunnudag. Hann skuldi gera
súra og søta sós til saltkjøtið
sunnudagar, og hetta dámdi
manningini so væl. Gerandis
dagar vóru ertrar kókaðir saman
við saltkjøtinum, og sunnudagar
var ofta budingur omaná. Annars
skuldi hann kóka ríssuppu ella
byggreyt við sviskum í, og dúrkið
skuldi feiast væl hvønn morgun.
Stundum gjørdu teir sær
framíhjá keksasteik, sum ofta
enn verður tikið til av gomlum
fiskimonnum. Tað var bloytt keks,
og hvør maður mátti geva ein
klíning av margarini og eitt sindur
av sukri til, tí at provanturin var
býttur. Keksasteikin fór so í ovnin.
Summir hildu hana tó vera ov
søta.
Fór eftir høvdinum í
havið
Hetta vóru nakrir hugleiðingar
frá 19071912, tá ið Dánjal
fyrstu ferð var kokkur, og í hesum
tíðarskeiði minnist hann eisini til
eina serliga hending.
Marshall lá á Havnarvág, og
Dánjal var uppi í góðsinum og
skuldi orðna okkurt. Hann slepti
aðrari hondini, og hann helt,
at tað, hann helt í við hinari
hondini, var nóg sterkt. Men
hetta slitnaði, og Dánjal fór eftir
høvdinum í havið. Hann segði, at
hann fór sum ein pílur gjøgnum
sjógvin. Tá var tað fyri honum,
sum um rópt varð á hann: “Spenn
armarnar út frá”, tá fór hann líka
skjótt upp aftur. Tað sigst, at Inga,
sum arbeiddi á gamla hospitali,
stóð har og eygleiddu hendingina.
Skiparin og stýrimaðurin
kastaðu eina línu til hann, og
Dánjal fekk svamblað so mikið,
at hann fekk fatur á línuna, og
so drógu teir hann inn á dekkið.
Hann dugdi ikki at svimja, men
hann segði, at hann ongantíð var
bangin.
Í 1927 er Dánjal aftur við Mars
hall. Úrtøkan varð um 550 krónur.
Keypti sær bát
Tá ið Dánjal kom heim vártúrin,
sær hann ein bát standa á
Kongabrúnni. Hann var sera
hugtikin av honum. Hann tók
lúkuna av maskinrúminum og
hugdi at hesum spildurnýggja
motori. Hann hevði grønar
sylindarar og messingrør. Alt
var so blankt. Hann fekk ikki
eyguni frá hesum báti. Hann
fekk at vita, at Poul í Geil átti
bátin, og at Sofus hjá Stinu
hevði smíðað hann. Seinni kom
Andrias í Skorastovu, teir vóru
systkinabørn, umborð til hann og
sigur: “Eg havi tosað við Poul í
Geil, og tú kann gott fáa bátin.
Hann kostar 700 krónur.” Um
kvøldið komin niðan á Hvítanes
spyr hann Ingu, um hon helt, at
hann skuldu keypa bátin. “Á jú,
keyp tú bara bátin,” sigur hon.
Tey áttu nakað av pengum, men
ikki nóg mikið. Dánjal fór til
Edvard Mitens, ið var sakførari
fyri teir á hvalastøðini og spurdi,
um hann ikki kundi orðnað
tað soleiðis, at hann fekk teir
pengar, hann átti til góðar hjá
hvalastøðini, sum tá var farin í
gjaldssteðg. Hetta játtaði hann,
og so var báturin keyptur.
Tað var frøði á dreingjunum,
tá ið Fimm Systkin kom niðan
á Hvítanes. Teir fóru avstað við
honum, og Dánjal sá ikki bátin
aftur, fyrr enn hann var langt úti
á fjørðinum. Hilmar hevur verið
um 16 ár og Petur 14. Sigurd var
bert 10 ár, men hann segði, at teir
ofta høvdu seg við til at standa
á brúnni og selja fisk. Tað komdu
teir seg ikki so væl til. Tá lá betur
fyri hjá Sigurdi! Dánjal segði,
at tá ið hann var heima, purraði
hann synirnar út kl. trý um náttina
at egna, og so kundu teir av og á
fiska heilt nógv. Teir kundu eisini
fara út eini kyrrindi og selja fyri 6
10 kr. Hetta hjálpti væl afturat til
húsarhaldið. Av fiskapengunum
bleiv altíð kjøt keypt til døgurða.
Sum frá leið, vóru teir fleiri,
sum keyptu sær maskinbátar uppi
á Hvítanesi, táið teir sóu, at tað
var innløga í einum sovorðnum
fari.
Toran slerdi niður
Í 1928 var Dánjal aftur við
Slater. Niklas Pauli var skipari,
og Jógvan á Hvítanesi var
bestimaður. Teir fiskaðu ikki
nógv, tí at agnið var ikki gott hjá
teimum. Teir fóru so inn at keypa
agn. Men tað kom ikki nógv
burturúr, tí tað var so útliðið, so
teir sigldu heim.
Slater hevði fingið ein motor,
og hann gekk 5 míl. Teir vóru
út fyri Portlandinum, tá ið tað
fór at regna so óvanliga illa.
Dánjal var í koyggjuni
og Jógvan við. Teir
blivu útpurraðir at
Við hesa tjørnina omanfyri Hvítanes bar til at hugna sær
Skipari var á Mignonette var Jens Petur Egholm, sum her er saman við konuni Fridu
➘