Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 24 nr. 64 • 01. apríl 2009 koma upp at bjarga sær, tí at toran hevði sligið niður í skipið. Jógvan las Faðir Vár og signaði seg. Dánjal leyp upp á dekkið. Tá lá tann lítli ritubáturin niður við síðuna á skipinum við botninum upp. Jógvan var eisini komin upp. Hann spyr um sjógvur er í skipinum. Men teir høvdu ikki hugt. “Farið og hyggið eftir tí, og bíðið við bátunum,” segði hann. Men tað var eingin sjógvur í skipinum. So sissaðust menninir, og teir fóru at tosa um tað, ið var farið fram, tá ið toran slerdi niður. Ein segði seg hava sæð eldkúlina koma í mastrina. Hon fór síðan niður við skipssíðuni í sjógvin. Maðurin, ið stóð til róðurs, varð slongdur upp um róðurtaljuna og í dekkið. Tveir menn stóðu á bógnum. Teir blivu eisini slongdir í dekkið, og teir sum vóru niðri undir, lógu hvør um annan slongdir í dúrkið. Teir komu so heim og máttu fáa eina nýggja mastur, tí hin var so illa brend. Hans Jacob Egholm kom í motorin Í 1930 hendi ein sera syrgilig vanlukka við Slatrinum. Teir vóru farnir avstað 3. mars. Ein av manningini var tann 23 ára gamli Hans Jacob Egholm úr Streymnesi. Tann 16. mai koma teir so aftur til Føroya. Hans Jacob var nýgiftur, so hann var so ógvuliga spentur uppá at koma aftur til konuna. Sum teir nærkaðust Føroyum, fór hann fleiri ferðir upp í mastrina at vita, um hann sá land. Tá teir loksins koma móti landi, bað motorpassarin Hans Jacob koma at hjálpa sær at seta motorin í gongd. Motorurin var ikki nýttur meira enn hetta. Hans Jacob var vanur at hjálpa motorpassaranum við hesum. Men hvat ið hendi ella ikki. Hans Jacob verður fastur í svinghjólinum, og áðrenn motorurin verður steðgaður aftur, er Hans Jacob deyðiliga løstaður og doyr nakrar tímar seinni. Konan er komin til Havnar at taka ímóti manninum og verður møtt við hesum ræðuligum boðum um tað, ið hent var! Hans Jacob liggur grivin í gamla kirkju­ garði í Havn. Seinni um heystið fær konan ein son, sum verður kallaður Hans Jacob eftir pápan­ um. Hann er deyður fyri kortum. Mamma Hans Jacob, Lotta, fekk eina harða lagnu. Hon hevði átt fimm synir. Tveir doyðu smáir. Árið eftir í 1931 gingu hinir báðir synirnir, sum eftir vóru, burtur við Doru. Seinni lammaðist maðurin og var avlamin í nógv ár. Dánjal tosaði ofta um, hvussu syrgiligt hetta var. Ein annar hvítanesmaður við Slatrinum hetta árið var Tróndur Nybo, sonur Jógvan. Hann var besti vinur við Sigurd hjá Dánjali. Teir vóru báðir niðri undir krígn­ um. Tá hendi tað vanlukkuliga, at Tróndur druknaði, og Sigurd mátti eyðmerkja líkið. Hetta var eitt tað ringasta, sum Sigurd segði seg minnast at hava verið út fyri. Við Signhild Dánjal var við Slater til 1933, men tá tók Hans í Funningsstovu seg burtur úr felagsskapinum við Karl á Lag og seldi sín part til Anthon Johansen á Strondum, og onnur manning kom við honum. Tað kann verða nevnt, at Slatrið endaði í Gøtu og gjørdist til Fimm Systkin hjá Reinhold Thomsen, við Gil, í Norðragøtu. Skiparin á Signhild, Jakku í Froðba, bað Dánjal koma við sær sum kokkur í 1934. Hetta var Jacob Vang, sum var umrøddur í samband við forlissið á General Gordon. Jakku dugdi at yrkja og yrkti tveir sangir í samband við hesa vanlukku. Har umborð mátti kokkurin ikki fiska, hann hevði fasta løn. Ein dagin bað hann ein, sum fór frá snørinum at skaffa, um at lána sær snørið eina løtu. Hann hevði ikki meira enn fingið tað niður, tá var ein stórur kalvi á. Onkur kom við einum haka at hjálpa til at fáa kalvan inn. Skiparin orðnaði so onkrum av manningini at skera kalvan sundur fyri Dánjal. Riklingur varð hongdur upp í vantið at turka. Høvdið og ravarnir vórðu saltaðir. Tað bleiv ein hálv tunna. Hetta var góður vetrarmatur, ikki minst tann turri riklingurin. Bjargingini av mann­ ingini á Langanes Í 1935 fór Dánjal við Mignonettu við Jens Petur Egholm, vanliga kallaður Des, sum skipara. Teir fóru yvir á Selvogsbankan. Har var illa fiskandi fyri veður. Ein dagin síggja teir eitt skip, har ein maður stendur á stýrhústakinum og veittraði alt hann kundi. Tað var Langanes, sum vestur úr Vestmannaoyggjunum hevði fingið ein so ovurstóran brota­ sjógv. Alt í skipinum uttan sjálv maskinan fór í sor og slongdist yvir í stýriborð. Tað sama var við saltinum í lastini, sum var farið út í læborðið, og Langanes legðist á liðuna. Manningin fór beinanvegin at lempa, so hon rættaði seg upp aftur, men skipið var illa farið. Sjógvurin hevði verið so stórur, at kolið var slongt úr kolkjallaranum heilt upp í koyggjurnar. Teir høvdu verið noyddir at kappa vantini, men tá brotnaði masturin. Teir hugsaðu ikki annað, enn at teir fórust beinanvegin. Rópini um hjálp vóru hjartaskerandi. Tað fóru eisini tveir mans fyri borð. Annar flotnaði inn aftur, meðan hin varð bjargaður av einum sterk­ um sumbingi, sum seinni fekk medalju fyri sítt avrik. Menninir høvdu stríðst sum fyri lívinum í 14 tímar, tá ið Mignon­ etta kemur fram á teir sum ein frelsandi eingil. Har var einki at gera uttan at fáa fólkið av skipinum. Des stílaði fyri bjargingini og tað gekk væl. Teir stjóraðu ein bát millum skip­ ini við fólkinum. Des bað Dánjal standa og halda tørn og at lora út sum sjógvarnir gingu á. Í seinasta báti, sum fór millum skipini vóru skiparin, bestimaðurin og motorpassarin. Tá kom ein so ringur sjógvur, at línan slitnaði. Árar vóru í bátinum, so teir róðu at borði og blivu bjargaðir í øllum góðum. Allir 20 menninir vóru so umborð á Mignonettu. Her vóru 20 mans frammanundan, so tað bleiv trongligt. Menninir vóru illa fyri. Har var onkur maður, sum Dánjal hevði verið saman við árið frammanundan við Signhild. Dánjal kendi hann ikki aftur. Teir vóru svartir, skitnir, kaldir og so forpíndir at síggja, sum teir høvdu stríðst. Tað var roynt at taka Langanes uppá sleip, men hetta var hop­ leyst, sum umstøðurnar vóru. Tað varð farið inn í Vestmanna­ oyggjarnar við manningini á Langanes. Í Sosialinum takkaðu teir so miriliga fyri alla ta hjálp, teir høvdu fingið. Langanes var seinni funnin av Liljuni og bjargað. Fyrsti maður umborð á Langanes var Jakku hjá Gøtu Jákup, sum búði millum Garðarnar í Klaksvík. Des var ein framúr sjómaður. Tá ið hann doyði skrivaði Eiden Müller, at hann royndist dúgligur skipari í mong, mong ár við sluppunum úr Havn. Eitt tað fyrsta skip, hann førdi, var Prinsesse Marie. Seinni kom hann at gerast skipari hjá svágrin­ um Sofus í Rituvík, sum var giftur við systrini Helenu. Aftaná Mignonettu førdi hann skip hjá Petur Dahl, sum eisini var svágur hansara, giftur við Nellu. Millum hesi vóru Torrasól, Vársól og Gudrun Zoega. Dánjal var við Mignonette í 1935 Teir bjargaðu manningini á Langanes av skipinum Rættingar Í næstseinastu Miðviku varð sagt, at Hendrik Tausen var verfaðir Torkil Beder. Hetta var skeivt. Men hann var verfaður beiggja hansara Erland. Sagt var í seinasta parti, at Olivia var fyrsta skip sum fórst við mann og mús í seinastu øld. Her skuldu staðið, at hetta var fyrsta skip sum fórst undir Íslandi. Um Gutta í Skálanum hava vit fingið upplýst, at hann seinni búsettist á Tvøroyri. Vit høvdu mynd í seinasta blaði av brúðfólki á Hvítanesi. Triði fremsta parið er Hoydal, sum arbeiddi á Sanatoriinum, og konan Ata. Næsti partur Dánjal fer við trolara, og legst so uppá land. Eisini verður greitt frá sjólívi hjá synum hansara