Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 65 - 2. apríl 2009 Týsdagin skrivaði Sosialurin um tveir brøður úr Skopun, ið høvdu barst so illa, at annar endaði í geglinum og hin á skaðastovu. Tann, ið fór í geglið, er nú leyslatin, men stendur framvegis skuldsettur 112 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Um farna vikuskifti var aft­ ur bardagi í Skopun. Talan var um bardaga í eini fam­ ilju, har tveir brøður og eitt ella bæði foreldur eisini vóru íblandaði. Tað endaði við at báðir brøðurnir noydd­ ust til Havnar. Annar fór á skaðastovuna og hin endaði í varðhaldinum í tríggjar dagar, eftir at hann hevði verið í grundlógarforhoyri í Føroya Rætti. Í gjár varð hesin so leys­ latin, tá varðhaldsfongsling­ in var av. Bergleif Brimvík, krim­ inalovasti, sigur, at maðurin er leyslatin aftur, men at hann framvegis er skuldsett­ ur fyri harðskap. ­ Tað, sum nú hendir er, at málið er latið fútanum at taka støðu til, um ákæra skal reisast ella ikki. Tað er ein eitt sindur serlig støða, tá tað er inni í eini familju. Men tað verður so til fútan at taka støðu til, sigur Berg­ leif Brimvík. Skopuningurin leyslatin Siemens stóran sáttmála Vindmylluverksmiðjan Siemens Wind Power hevur skrivað undir sáttmála við norsku feløgini StatoilHydro og Statkraft, sum hava bílagt 88 vindmyllur fyri 3,4 milliardir krónur. Vindmyllurnar skulu setast upp á sjónum. Tá verkætlanin verður liðug í 2011, kunnu vindmyllurnar framleiða 315 megawatt, og tað kann nøkta tørvin hjá meiri enn 220.000 húsarhaldum, skrivar Ritzau. Andreas Nauen, stjóri í Sie­ mens Wind Power, sigur, at tað er hugaligt at síggja, at so týðandi orkufeløg sum StatoilHydro og Statkraft leggja seg eftir at gera íløgur í vindorkuverk á sjónum. Samkynd kunnu vígast Við stórum meiriluta samtykti svenski Ríkisdagurin í gjár eitt uppskot um at loyva samkyndum at ganga saman í hjúnarlag. Lógvin kemur í gildi tann 1. mai, og á ráðhúsin­ um í Stockholm hava tey longu fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum ætla sær at verða vígd dagin eftir. Teir kristiligu demokratarnir vóru ímóti uppskotinum, men allir hinir flokkarnir atkvøddu fyri tí. Seinni í ár fæst at vita, um sam­ kynd kunnu verða vígd í svensku kirkjuni. Tann spurningur­ in kemur fyri eitt kirkjuting, sum verður í heyst, skrivar TT. Miðkið rumbul stóðst av, at Dagur & Vika mánadagin kundi avdúka, at Føroyar ikki vóru komnar á heimskortið yvir lond, sum tóku lut í Jarðartímanum. Øll hjól fóru í gongd beinanvegin, og nú eru Føroyar eisini komnar á tað heimskortið Jarðartímin Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Leygarkvøldið skuldi Tórs­ havnar Kommuna seta Før­ oyar á heimskortið, tá høv­ uðsstaðurin tók lut í heims­ umfatandi orkusparandi til­ takinum Earth Hour, ella Jarðartímin. Tiltakið eydnaðist væl, og ljósið varð sløkt í Mið­ býnum og á Norðasta Horni í ein tíma leygarkvøldið. Nú vóru Føroyar eisini við á hesum økinum – hildu øll. Mánadagin fingu vit tó sjón fyri søgn, tá Dagur & Vika hjá Kringvarp Føroya kundi avdúka, at Føroyar, hóast tiltakið varð hildið, ikki vóru komnar á almenna heimskortið hjá WWF, ið er heimsdjóraverndarfelagssk apurin undir Sameindu Tjóðum, sum samskipar tiltakið. Ríkisrættarligur spurningur So skjótt, sum tað kom fram, at Føroyar ikki vóru komnar á heimskortið, setti Birgir Kruse, ið er samskip­ ari hjá Tórshavnar Komm­ unu, seg í samband við donsku sendistovuna hjá WWF, har hann varpaði ljós á henda trupulleikan. Eftir øllum at døma var orsøkin til at Føroyar ikki vóru komnar á heimskortið í Jarðartímanum tann, at Føroyar ikki hava eina skriv­ stovu hjá WWF í landinum, og tískil vóru koyrd undir donsku skrivstovuna í Keyp­ mannahavn. Hóast vit vóru koyrd undir skrivstovuna í Keypmanna­ havn, og ikki hava eina skriv­ stovu hjá WWF í Føroyum, vísti ríkisrættarliga støða føroyinga seg ikki at verða ein trupulleiki. Boðini máttu til Avstralia Í Danmark vóru tey sinnaði at hjálpa føroyingum og Tórshavnar Kommunu, og tí settu tey seg í samband við høvuðsskrivstovuna, har tey siga soleiðis. » Eg havi eini umráðandi boð til tykkara: Føroyar vilja verða settar á EH­kort­ ið. Í løtuni koyra føroyskir sjónvarpsmiðlar eina látur­ liga herferð móti EarthHour tiltakinum hjá føroyingum. Tað er okkurt við at tá Før­ oyar ikki eru á kortinum, so kunnu tær ikki hava tikið lut í tiltakinum. (!) (og tað er ikki ein apríl­søga)«. Sostatt noyddist donsku umboðini at sannføra avstr­ alsku høvuðsskrivstovuna um, at tað ikki var ein apríls­ søga, til tess at fáa tey at taka hetta í álvara. Í gjár komu boð beinleiðis úr Avstralia, at tey høvdu gingið umsóknini á møti, og at Føroyar og Tórshavn nú loksins eru komnar á Jarðartímakortið fyri 2009. Føroyar komnar á Jarðartímakortið Herferðin hjá Degi & Viku móti Jarðartímanum hjá Tórshavnar Kommunu setti øll hjól í sving. Boðini rukku heilt til Avstralia, har avgerðin kom at Føroyar skuldu setast á kortið, hóast vit eru undir donsku WWF-skrivstovuni