Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Postsmoga 76 FO-110 Tórshavn Tlf. 341800 www.sosialurin.fo post@sosialurin.fo BLAÐSTJÓRN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo BLAÐFÓLK Hilmar Jan Hansen hilmarjan@sosialurin.fo Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo MYNDAMENN Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sofus Debes Johannesen sofus@gjogv.fo UMBRÓTING Simona Weihe simona@sosialurin.fo LÝSINGAR Gudny Langgard gudny@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo ÚTGEVARI Sp/f Sosialurin Prent Prentmiðstøðin Upplag 8.000 Permumynd Arnbjørn T. Hansen, ársins fótbóltsspælari í 2008 (Mynd: Sofus D. Johannesen) ENDURGEVING AV TILFARI ÚR HESUM BLAÐ ER BERT LOYVD VIÐ LOYVI FRÁ BLAÐ- ELLA MYNDAFÓLKI Seinastu tvey árini eru tveir spildurnýggir føroyameistarar funnir. Ein møguleiki, sum aftur er til staðar í ár Hóast navnið er nýtt, so er bólturin í nýdoyptu Vodafone-deildini framvegis trillrundur. Eftir eitt tíðarskeið, har kraftdeplarnir í føroyskum fótbólti í alt størri mun savnaðu seg um Havnina, og har seinasti nýggi føroyameistarin varð funnin í ár 2000, er myndin so ruddiliga broytt seinastu tvey árini. NSÍ hevur ofta meddað høgt, men í 2007 vunnu runavíkingarnir sítt fyrsta FM-heitið í vaksnamannafótbólti, og í fjør var tað so EB/ Streymur, sum átti tørn, eftir at felagsliðið á triðja árið veruliga bjóðaði av í oddinum. Og hóast tey bæði stóru havnarfeløgini sjálvandi vilja hava fatur aftur á steypinum, so verður tað avgjørt ikki bara sum at siga tað. Umframt tey bæði seinastu meistaraliðini, sum helst aftur medda høgt í ár, eru eisini aðrir aktørar komnir á vøllin. Nýggja felagsliðið, Víkingur, vísti í longum løtum sera góðar taktir í fjør, og teir tykjast nú vera til reiðar til veruliga at bjóða av. Fuglfirðingar tykjast medda hægri, enn teir hava gjørt síðani 1979. Toftamenn vístu sítt gamla treiskni í fjør, og í Klaksvík eru tey í visjónsárinum enn einaferð farin undir at stoypa tað, sum helst skal verða grundin til nýtt stórlið. Uppflytararnir úr Vágum og av Argjum fara eisini at berjast fyri sínum tilverurætti, og saman við óstøðugu avrikunum hjá ymsu feløgunum uttan fyri vøllin kundi tað bent á, at talan í 2009 verður um eitt sera opið kappingarár. Í øllum førum verður spenningurin kring ymsu vøllirnar stórur, tá tey 27 Vodafone- umførini verða á skránni. Gleðis- og sorgartár verða heilt víst at síggja, tá avtornar, og ivaleyst fara bæði blóðtrýst og pulsur at ferðast nógv upp og niður. Her á Sosialinum hevur eitt av vørumerkj- unum í drúgva tíð verið at fylgt við tí, sum fyriferst í føroyska fótbóltsheiminum, og vit eru fegin um, at vit 11. árið á rað kunnu geva lesarunum okkara serblað um komandi fótbóltskappingina. Endaligum sannleikum borðreiða vit ikki við, men hetta kann vónandi verða eitt íkast til tað kjak, sum altíð hoyrir fótbóltinum til. Gott kappingarár! Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Rullar í allar ættir Í fjør máttu Skála og B71 siga farvæl til táverandi Formula-deildina. Teirra setningur er nú at stríðast fyri nýggjari uppflyting, meðan tveir nýggir niðurflytarar skulu finnast Mynd: Álvur Haraldsen