Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 65 - 2. apríl 2009 Jóannes Lamhauge hevði frumframførslu fríggjakvøldið í høvuðsleiklutinum sum Dr. Jekyll and Mr. Hyde. Hann kláraði seg so mikið væl, at hann hevur fingið bjóðað nýggjan leiklut í London sangleikinum, Annie LeikList Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Føroyski sjónleikarin, Jóan­ nes Lamhauge, kláraði seg væl seinasta fríggjakvøld, tá hann hevði frum fram­ førslu í høvuðsleiklutinum sum Dr. Jekyll and Mr. Hyde. Tilsamans hevur hann saman við leik bólki­ num spælt seks sýningar, sum allar hava verið út seld­ ar. ­ Tað var fantastiskt at spæla aftur. Eg føldi meg veru liga heima, og gleddi meg til hvørja sýning, greið ir Jóannes Lamhauge frá. Tað hevur ikki gjørt tað verri fyri Jóannes Lam­ hauge, at leikurin einans hevur fingið góð orð á vegn um, og at hann hevur sæð ummæli, ið enn ikki eru prentað, har bæði hann og leikurin verða róst fyri flott av rik. Størsta hend ing­ in í kjalarvørrinum av leiki­ num, er kortini tann, at høvuðs leikarin sjálvur hevur fingið bjóðað nýggj­ an leiklut í London sang­ leiki. ­ Ein kvinna kom yvir til mín eftir eina framførslu, og rósti mær fyri leikin. Hon segði, at hon hevði hug at bjóða mær ein leik­ lut, og at eg skuldi frætta aftur frá henni. Stutt aftaná fekk eg eitt tilboð umvegis Facebook. Tey vildu fegin bjóða mær leiklutin sum út varpsverturin í Annie sang leikinum, sigur Jóannes Lam hauge. Lokkandi tilboð Talan er um sjón leikara­ felag ið Stage Door Com­ pany, sum ynskir at skriva undir sáttmála við Jóannes Lam hauge. Ein av komandi døgunum skal hann taka støðu til hvørt hann skal taka av tilboðnum. ­ Tað er sjálvsagt gott fyri cv’ið at vera við í einum slík um sangleiki. Eg havi eisi ni summarfrí eftir pásk­ ir, og hevði ætlað mær heim at arbeiða. Men nú veit eg ikki rættiliga. Tað er øgiliga lokkandi, sigur hann. Annie skal sýnast í mai mánaði í London, og kann Jóan nes Lamhauge rokna við nógvari ferðing til og úr London. Uppsetingin er ein so kallaður showcase sang­ leik ur, sum verður fíggjaður úr einum enda í annan, og verður tað tískil lønt arbeiði, Jóan nes Lamhauge takkar ja til, um hann tekur av til­ boð num. ­ Tað er ikki ein høvuðs­ leik lutur, men ein týðandi hjáleiklutur. Annie snýr seg um foreldraleysu Annie, ið gerst kend umvegis út varps­ sending hjá Bert Healy, og tað er altso leiklutin sum Bert Healy, eg havi fingið bjóð að. Hann leggur afturat, at høvuðs leiklutirnir til slíkar sang leikir altíð verða cast’aðir við sjónleikarum, og at hann tískil kemur at spæla saman við yrkis­ leikar um í Annie. Mekka fyri sangleikarar Tá Sosialurin tosaði við Jóan nes Lamhauge í seinas­ tu viku, hevði hann á orði, at hann ikki hevði roknað við at fáa leiklutin, millum annað orsaka av síni før­ oysku bakgrund. Men eftir leikin, møtti hann fólki, ið søgdu at tað als ikki hoyrdist at hann ikki var breti. ­ Tað er næstan sum at vera ein celebrity her. Eg møti so nógvum fólki, ið rósa mær fyri leiklutin, og bløð ini her hava gjørt nógv burtur úr sangleikinum. Enn havi eg ikki hoyrt eitt øvugt orð, sigur Jóannes Lam­ hauge. Komandi dagarnar fer hann at taka støðu til, um hann skal taka av tilboðnum. Hann er liðugur við Dr. Jekyll and Mr. Hyde, men hevur nógv skúlating at gera. Hann er lesandi á uni­ versi tet inum í Canterbury, har hann lesur religións­ filo sofi. ­ Tað hevði sjálvsagt verið spennandi at takka ja. Men eg veit eisini, at ein karriera innan sangleik í hes um umhvørvinum er ótrygg. London og umráðið, eg búgvi í, eru mekka fyri sang leikarar, havi eg skilt. Upp setingin av Annie er ein stór uppseting, ið verður frum framd í mai mánaði. Enn veit eg einki um hvussu nógv ar sýningar, talan er um ella nakað. Men tað hevði avgjørt verið stuttligt at roynt. Jekyll and Hyde førdi til Annie Landsstýrismaður hittir Hil- lary Grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjar­ og uttanríkismálum, Per Berthelsen, fer mánadagin til USA, har hann skal hava fund við Hillary Clinton, uttanríkisráðharra. Á fundinum skulu tey bæði tosa um ymisk viðurskifti í tí arktiska økinum, og síðani skulu tey skriva undir ein sáttmála um friðarligt samarbeiði og gransking í økinum, skrivar KNR. Per Berthelsen sigur við grønlendska kringvarpið, at Hillary Clinton hevur víst tí arktiska økinum stóran áhuga, og hann hevur eisini gjørt av at bjóða henni til Grønlands at vitja í næstum, sigur hann. Selja gulltenn á alnótini Prísurin á gulli er hækkaður rættiliga nógv í seinastuni, og tað hevur fingið fólk at selja ymsar gulllutir, og áhugin fyri at keypa hevur víst seg at vera stórur. Tað fær sum vera man eisini gongd á hugflogið hjá seljarunum, so nú eru fólk eisini farin at selja gulltenn, skrivar AP. Á heimasíðuni luxist.com stendur at lesa, at familjufyritøkan Porcello Estate Buyers hevur sett lýsingar á alnótina við fráboðan um, at fyritøkan vil fegin keypa gulltenn. Eitt nú vísir fyritøkan á, at í hesum trongu tíðum kann tað vera eitt gott hugskot at selja gulltenninar fyri at fáa eitt sindur av pengum til gerandisdagin.