Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 FÓTBÓLTUR 2009 Venjarin hjá AB- kvinnunum, Lennard Petersen heldur seg havi eina nóg sterka manning til at bjóða roynda KÍ-liðnum av KÍ-kvinnurnar hava sitið tungt á trón uni, tað sum farið er av hesi øldini. Heili níggju meistaraheiti á rað hava klaksvíkskvinnurnar vunn- ið, og er tað eitt met, sum kann javnmetast við Dynamo Kiev í Ukraina, og Rangers og Celtic í Skotlandi. Í 2007 var nær við, at B36 koppaði KÍ av trónuni, men KÍ megnaði at venda 0-2 til 2-2 í tí avgerandi dystinum. Nú er B36 ikki í bestu kvinnudeildini. AB verður einasta umboðið hjá Suðurstreymoy í bestu kvinnudeildini, og venjari teirra, Lennard Petersen metir lið sítt vera nóg sterkt til at bjóða royndu KÍ-kvinnunum av. Argja Bólt felag hevur eisini sett Hans Eivind Olsen – sum er vaksin upp í nær um hvørvinum kring vøllin – sum hjálp arvenjara, aftrat Lenn- ardi. Stóra tilgongd Lennard er bjartskygdur: – Tað, sum gevur mær vónir um, at vit kunnu fara allan vegin, er uppstarturin til kappingina, har vit hava fingið eina góða rekruttering. AB-kvinnurnar hava havt intensa venjingar tríggjar ferðir um vikuna. Olga Kristina Han sen verður aftur at finna á Argjum hetta kapp ingar- árið, og sterka eið is kvinnan, Doris í Garði hevur valt AB framum KÍ. Og sum Lennhard so vísuliga undir- strikar: – Tað er jú tveir vinningar fyri okkum, og tvey tap fyri KÍ. – Hópurin hjá mær er ein bland- ingur av royndum og ungum spæl- arum, har meðalaldurin er 20,5 ár. Nógvar av kvinnunum eru lands- liðsspælarar, og tað letur ongan iva vera um, at talan er um talentfullar spælarar, sigur Lennard avgjørdur. Rekrutteringin frá HB og B36 hevur ikki verið so umfatandi, talan hevur mest verið um gentur 14-17 ár, sum eru komnar frá HB. Tað vera ikki so nógvir venjingar- dystir spældir hjá kvinnunum, áðr- enn kappingar byrj an. Og 24. mars hava AB-kvinnurnar bara spælt tveir venj ingardystir, og hava báðir verið ímóti EB/Streymi. AB hevur vun n ið báðar venjingardystirnar, ávikavist 5-0 og 4-0. Lennard hevur sostatt ikki sæð hini mótstøðuliðini, men eftir hansara tykki verður Vík- ing ur eitt spennandi mótstøðulið. Kolliderar við hondbóltin Spurdur um, hvussu tað ber til, at kvinnurnar spæla so fáar venjingar- dystir, svarar Lennard, at tað er tí, at tað kolliderar við hondbóltin, sum nógvar av kvinnunum íðka í vetrar hálvuni. Spurdur um hann heldur, at kvinnurnar eiga at satsa uppá at íðka eina ítróttargrein, svarar Lenn- ard, at hann heldur ikki, at Føroyar hevur nóg stórt fólkatal, til at ein kann hugsa í teimum breytunum. Men Lennard heldur avgjørt, at Fót bóltssamband Føroya og Hond- bóltssamband Føroya kundu tosað beuri saman, so tey fyrstu umførini í fótbóltskappingini, og finaluum- før ini í hondbóltskappingini ikki vóru avgreidd samstundis. Europeiski dreymurin KÍ-kvinnurnar hava seinastu mongu árini havt møguleikan at roynt seg í UEFA Womens Cup, og tað er ein avgjørdur motivasjónsfaktorur fyri Lennard, Hans Eivind og kvinn ur- nar. Hans Eivind sigur avgjørdur, at stend ur AB við tí møguleikanum í 2010, so eiga tey avgjørt at føra hann út í lívið. Tá tað hevur borið til hjá KÍ-kvinnunum, so eigur tað eis- ini at bera til hjá AB-kvinnunum. Eisini fíggjarliga, so liðið kann fara avstað. Málini fyri kappingarárið 2009 eru høg hjá venjaraparinum hjá AB-kvinnunum, og nógv skal til fyri at koppa sigursvandu KÍ-kvinn un- um, men úti í felagshúsinum á Reynsgøtu 2A á Argjum, er trúgvin avgjørt til staðar. Heri Simonsen heris@sosialurin.fo AB-kvinnurnar vilja koppa KÍ av trúnuni AB vann í fjør silvur í landskappingini. Gullið tók KÍ sær – sum vant – av, men í ár ætla tey á Argjum at bróta siðvenjuna hjá annars einaráðandi klaksvíkarkvinnunum Mynd: Álvur Haraldsen