Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 65 - 2. apríl 2009 Ein, sum umboðar ein av stóru partaeig­ arunum í Atlantic Airways, Gunnar í Liða, er væl nøgdur við, at semja nú er gjørd í málinum um nevndina í felagnum NEVNDARVAL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur staðist mikið rok av, at Jóhan Dahl, landsstýr­ ismaður í vinnumálum, hev­ ur boðað frá, at hann hevði í kvittanum at broyta bæði samanseting og tal av nevnd­ arlimum í Atlantic Airways soleiðis, at landsstýrið fekk fult ræði á nevndini. Onkur av stóru partaeigar­ unum hava givið ilt av sær í hesum sambandi, og hetta endaði við, at umboð fyri stóru privatu partaeig­ ararnar høvdu fund við landsstýrismannin í vinnu­ málum í gjár um málið. Og á hesum fundinum fekst so semja millum partarnar. Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Før­ oyar, sum eigur TF Holding, ið er ein av stóru privatu partaeigarunum, sigur, at hann er nøgdur við semjuna, sum er gjørd. ­ Eg var ikki sjálvur við á fundinum, men eg var kunn­ aður um fundin og gjørdi eisini mína støðu greiða. Eftir fundin eri eg somuleið­ is kunnaður um úrslitið, og eg eri væl nøgdur við ta semju, sum er gjørd, sigur Gunnar í Liða. Hann sigur, at teir hava valt at hugt at kvalifikatión­ unum hjá persónum at sita í einari nevnd hjá einum flog­ felag. ­ Tað er ein óskikkur at siga, at hesin ella hasin umboðar tann og tann partin av partapeninginum. Øll nevndin umboðar allan partapeningin og arbeiðir fyri felagnum sum einari heild, og ikki bert fyri partar av felagnum, sigur Gunnar í Liða. Hann vil ikki siga, hvørjir persónar semja er um at velja í nevndina, og hevur tí ongar viðmerkingar til, um nakar av verandi aðalfundar valdu nevndarlimum verður afturvaldur. ­ Eg eri sannførdur um, at nýggja nevndin saman við leiðsluni í felagnum fer at gera eitt framhaldandi gott arbeiði. Og eg eri stak væl nøgdur við, at semjan nú hevur skapt frið um felagið, so nevnd og leiðsla aftur kann taka sær av tí, sum er teirra uppgáva, nevniliga at reka felagið á besta hátt, felagi og partaeigarum at frama, sigur Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar. Nøgdur um frið í felagnum Gunnar í Liða fegnast um, at semja nú er um nevndina, og at tað aftur valdar friður um Atlantic Airways Minst 237 druknaðu Myndugleikarnir í Libya siga nú, at teir hava mist allar vónir um at finna fleiri á lívi eftir vanlukkuna, tá eitt flóttafólkaskip sakk úti fyri libysku strondini mánadagin. Vánaligt veður var orsøkin til, at skipið sakk 15 fjórðingar úr landi. Myndugleikarnir í Egyptalandi siga, at 257 flóttafólk vóru við skipinum, og at bara 20 teirra sluppu við lívinum, men libysku myndugleikarnir halda, at 365 fólk vóru við skipinum. Fólk, sum sluppu frá vanlukkuni á lívi, hava greitt frá, at flóttafólkini vóru úr Somalia, Nigeria, Algeria, Marokko og Tunis. Danmark ímóti neyðtøkulóg Fleiri danskir politikarar eru í øðini um, at afghanski forsetin, Hamid Karzai, hevur góðkent eina lóg, sum gevur afghonskum monnum loyvi til at neyðtaka sína egnu konu. Millum teir misnøgdu politikararnar er Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, sum hevur boðað afghanska uttanríkisráðnum frá, at Danmark góðtekur ikki ta nýggju lógina. Sambært lógini kunnu afghanskir menn krevja samlegu við konu síni fjórða hvønn dag, sama um tær hava hug ella ikki. Herumframt sigur lógin, at ein gift kvinna kann ikki fara út, uttan at maðurin er við henni. Nógva rokið um nevndarvalið í Atlantic Airways end­ aði í gjár við einari semju á fundi millum landsstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl, og umboð fyri stóru privatu partaeigararnar NEVNDARVAL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Eg eri nøgdur við fundin, sum hevur verið í dag. Tað sigur Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, um fundin, sum hann í gjár hevði við umboð fyri priv­ atu partaeigararnar í Atlantic Airways. Fundurin kom í lag eftir at partar av teimum stóru partaeigarunum hvassliga høvdu funnist at ætlanini hjá landsstýrismanninum um at skifta alla nevndina út soleiðis, at landsstýrið fekk meirilutan í nevndini. ­ Fundurin í dag endaði við einari semju millum meg og størru privatu parta­ eigararnar um nevndar­ áseting til komandi aðalfund og tað merkir, at talið á aðal­ fund valdum nevndarlimum verður hækkað úr trimum upp í fýra limir, sigur Jóhan Dahl. Tað er somuleiðis semja um nøvnini á teimum per­ sónum, sum skulu umboða felagið eftir aðalfundin. Jóhan Dahl vil tó einki siga um, hvørji nøvn semja er um. ­ Tað verður kunngjørt á aðalfundinum og ikki fyrr enn tá, staðfestir Jóhan Dahl. Hann sigur, at talan ongantíð hevur verið um at nakar skal banka onkran annan upp á pláss, men at talan hinvegin alla tíðina hev­ ur verið um sunna fornuft. ­ Báðir partar hava sýnt vilja og evni at fáa semju í málinum, og tað hava vit eisini fingið, og tað eri eg sera fegin um, sigur lands­ stýrismaðurin. Tað er serliga umboð fyri útlendsku partaeigararnar, sum hava verið hvassorðaðir í fjølmiðlunum, men tað hevur landsstýrismaðurin onga viðmerkingar til. ­ Tað, sum hinir hava sagt, má standa fyri teirra egnu rokning. Tað, sum eg kann staðfesta er, at vit skilja hvønn annan væl eftir fundin, og tey tilboð, sum eru sett fram í miðlunum, er ikki nakað, sum lands­ stýrismaðurin skal taka støðu til, men eitt mál fyri samgonguna, sigur Jóhan Dahl. Kompetansa avgerandi Hann sigur, at landsstýris­ maðurin bert hevur eina uppgávu í hesum sambandi, og tað er at velja eina nevnd, sum kann taka sær av áhuga­ málunum hjá landinum. ­ Eru tað aðrir spurningar í hesum sambandi, so er tað eitt mál fyri landsstýrið og síðani fyri løgtingið at taka støðu til, sigur Jóhan Dahl. Tað hevur verið ført fram av útlendsku partaeigarun­ um, at við at broyta nevnd­ ina hava teir privatu keypt partabrøv undir skeivum fortreytum. ­ Tað er skeivt at siga, at tað almenna tekur ræði á nevndini. Tað almenna hev­ ur fram til aðalfundin í fjør átt alla nevndina, og so valdi man at lata teir privatu fáa ein nevndarlim. Tað, sum vit nú hava mælt til er, at ein betri javnvág fæst í nevndina, og at tað verða sett krøv til kompetansuna, tí Atlantic Airways er eitt felag, sum vit øll ynskja gongur væl. Og tá vit nú hava nógvar avbjóðingar fyri framman hildu vit, at tað hevur týdn­ ing at víðka nevndina og at hon fær størri kompetansu til at styrkja felagið í allar mátar, sigur Jóhan Dahl. Hann sigur, at hansara uppgáva er at fáa best egn­ aðu nevndina at stýra felag­ num, og sum saman við leiðsluni kann menna felag­ ið. Tí tað er jú eisini í áhuganum hjá teimum privatu eigarunum. ­ Sum Gunnar í Liða segði herfyri, so ræður tað um í felag at fáa sett ta bestu nevndina saman, og tað hava vit í dag funnið eina semju um, segði Jóhan Dahl við Rás2 eftir fundin í gjár. Jóhan Dahl fegin um semju Jóhan Dahl hevði fund við stóru privatu partaeigararnar um nýggju nevndina í Atlantic Airways í gjár Mynd: Jens Kristian Vang