hósdagur 2. apríl 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 FÓTBÓLTUR 2009
Colin Calderwood var
í pottinum, men kjans
ur in í Newcastle var
eftir øllum at døma
ov stór ur. Tí stóð FSF
á berum, júst tá teir
annars høvdu sagt, at
nú skuldi venjarin
setast
Fyrra árið av EM-undankappingini
til 2010 gav okkum bestu byrjanina
upp á eina undankapping síðani
minniligu entré’ina hjá Landskrona-
liðnum. Sera hóskandi kom fyrsta
altjóða stigið undir leiðsluni hjá
Jógv an Martini Olsen ímóti Eystur-
ríki, og hetta saman við góðu úrslit-
unum annars mundi kennast sum
meira enn bara ein lítil uppreisn eft-
ir mótgangin, sum liðið og – serliga
– venjarin høvdu merkt.
At landsliðsvenjarin sjálvur eftir
næst seinastu úttøku sína boðaði
frá, at hann nú gavst sum lands-
liðsvenjari, gjørdi ikki veturin heilt
óspennandi at koma ígjøgnum. Á
næst seinasta degnum á árinum
boð aði FSF-forsetin frá, at teir nú
vóru komnir til avgerandi fasuna í
setanini av nýggjum venjara, og
ætlandi skuldi hesin setast seinast í
januar mánaði.
Mistu kalvan
Sosialurin kundi beint undan avger-
andi spurtinum av dúka, at valið nú
stóð millum serbisk/íslendska Luka
Kostic, danska Flemming Serritslev
og skotska Colin Calderwood. At -
kvøðugreiðsla á netinum gav greið
tekin um, at Colin Calderwood var
ynskið hjá fólkinum, og hóast navn-
ið ongan tíð varð váttað úr FSF-
leguni, so er eingin ivi um, at tað
var skotin, sum FSF-valið fall á.
FSF hevði longu tosað við teir
tríggjar seinastu kandidatarnar, og
allir vóru teir til reiðar at fara í holt
við ítøkiligar samráðingar um sátt-
mála sum landsliðsvenjari. Dimma-
lætting staðfesti enntá, at Calder-
wood tann eina dagin var ávegis til
Føroya, men hvussu var og ikki, so
kom hann ongantíð av bretska
meginlandinum. Í Newcastle vildu
tey styrkja sær um venjarahópin,
og heldur enn at seta kós móti Før-
oyum, valdi Calderwood at skriva
undir sáttmála sum venjari við
ábyrgdini av heldur ótætta verju-
partinum í Newcastle.
At lagnan síðani vildi tað so, at
Calderwood í dag sjálvur annar
hevur ábyrgd av kreppurakta New-
castle, var eingin, sum visti tá, men
søgan er eitt gott dømi um, hvussu
skjótt tingini kunnu henda í altjóða
fótbólti. Nakað sum FSF-forsetin
eisini støðugt nevndi, tá hann alla
tíðina sýtti fyri at nevna nakað sum
helst navn kring landsliðsvenjara-
setanina.
Hava tveir mánaðir
Og nøvn verða framvegis ikki sett á
møguligar landsliðsvenjarar á FSF-
borgini.
Høgni í Stórustovu sigur, at teir
framvegis halda fast um teknaðu
vangamyndina av einum komandi
landsliðs venjara, og skal hesin
so leiðis vera ein maður, sum eisini
kann vera við til at menna føroyskan
fót bólt í breiðari merking enn bara
við A-lands liðnum.
- Vit hava valt, at vit nú siga sum
allarminst um tilgongdina. Men tað
er sjálvandi so, at vit tann 10. juni
spæla heimadyst móti Serbia, og til
ta tíð skulu vit sjálvandi hava sett
ein landsliðsvenjara. Og hetta skal
vera ein, sum hóskar til okkara
vangamynd. Tað hevur stór an
týdning fyri okkum, at ítróttarliga
linjan er greið, tí við okkar avmarkað
tilfeingi hava vit ikki pláss til mistøk,
sigur Høgni í Stórustovu..
– Men tað merkir ikki, at vit vilja
stýra venjaranum. Okkara uppgáva
er at seta málini og kósina, sum før-
oyskur fótbóltur skal arbeiða eftir,
og so royna vit at fáa ein venjara,
sum passar til leistin, sigur FSF-
forsetin.
Hvør venjarin so verður, var ikki
greitt, tá hesar reglur vórðu skriv-
aðar. Av teimum trimum, sum vóru í
uppskoti er Luka Kostic tó framvegis
tøkur, og úrslitini í Newcastle kundu
bent á, at Calderwood í løtuni er
undir hørðum trýsti. Men um tað
verður annar av hesum báðum ella
onkur heilt triði stendur í dag sum
ein opin spurningur.
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Landsliðsvenjari søkist
Uppgávurnar
Skráin hjá A-landsliðnum fyri
2009 sær soleiðis út. Hartil
kunnu venjingardystir koma
upp á tal
21.03 Ísland-Føroyar 1-2 *)
10.06 Føroyar-Serbia
12.08 Føroyar-Frakland
05.09 Eysturríki-Føroyar
09.09 Føroyar-Litava
10.10 Frakland-Føroyar
14.10 Rumenia-Føroyar
*) Heðin Askham var fyribils
settur venjari, tá Føroyar tann
21. mars á fyrsta sinni vunnu
A-landsdyst í fótbólti móti
Íslandi
21. januar kundi Sosialurin staðfesta,
hvørjir teir tríggir kandidatarnir til
landsliðsvenjarasessin vóru. Tað glapp
tó á stokkinum, tá Colin Calderwood
skuldi hálast innanborða, og nú góðar
tveir mánaðir undan fyrstu stóru
uppgávuni er nýggjur landsliðsvenjari
enn ikki settur
Í mun til fleiri av undafarnu undankappingunum hevur flogið hjá
føroyingum verið gott hetta seinasta árið. Her er Jónas Tór Næs tann
fyrri á bóltinum í minniliga 11 javnleikinum á Tórsvølli móti Eysturríki
Mynd: Álvur Haraldsen