Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 65 - 2. apríl 2009 Bilasølan minkar framvegis Tær størstu bilverksmiðjurnar í heiminum hava framvegis stórar trupulleikar, tí fólk keypa so fáar bilar. Í USA var sølan í mars nógv minni enn í sama mánað í fjør, men ein uggi var tað kortini, at sølan í mars var heldur størri betri í februar. Afturgongdin hjá amerikonsku bilverksmiðjunum er annars sera stór samanborið við 2008. General Motors seldi 45 prosent færri bilar í síðsta mánað enn í mars í fjør, og hjá Chrysler var minkingin 39 prosent. Tær japonsku verksmiðjurnar hava tað eisini strævið á amerikanska marknaðinum. Eitt nú var sølan hjá Toyota 36 prosent minni í síðsta mánað enn í mars í fjør. Inntøkurnar hjá landskassanum halda fram at skrambla niður. Orsøkin er rætt og slætt, at føroyingar eru hildnir uppat at brúka pengar, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum Inntøkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Inntøkurnar hjá lands kass­ anum halda fram at skrambla niður eftir. Tað vísir ein spillfesk upp gerð hjá fíggjarmála­ ráð um yvir fíggjarligu gongdina higartil í ár aftur ímóti í fjør. Fyrsti ársfjórðingur er farin aftur um bak og fíggj­ armálaráðið er nú í ferð við at leggja síðstu hond á eina uppgerð yvir inntøkurnar hjá landskassanum tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti í fjør. Og tað er ikki hugaligur lestur, tí uppgerðin vísur, at higartil í ár eru inntøkurnar hjá landskassanum næstan 100 milliónir krónur minni enn tær vóru í fyrsta árs­ fjórðingi í fjør, staðfestir Jóannes Eidesgaard, lands­ stýrismaður í fíggjarmál um. ­ Hetta er eitt rættiliga stórt fall, tí talan er um góðar 30 milliónir um mán­ aðin higartil í ár, leggur hann afturat. Hildin uppat at keypa Tað eru serstakliga inn­ tøkurnar av mvg og øðrum innflutningsgjøldum, sum eru skramblað í botn í januar, februar og mars í ár aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør. Inntøkurnar av innflutn­ ingsgjøldum vóru 339 milli ónir í fyrsta ársfjórðingi í ár, men tær vóru 438 milliónir milliónir krónur. Sostatt er talan um eina minking higartil í ár upp á 99 milliónir, ella sløk 23%. Av innflutningsgjøld un­ um eru tað serliga inntøk­ urnar av mvg, sum eru nógv lækkaðar í ár afturímóti í fjør. Í fyrsta ársfjórðingi í ár var inntøkan hjá lands kass­ anum av mvg 244 milliónir aftur ímóti 328 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør. Tað er ein minking upp á sløk 26%. Men í prosentum eru tað serliga inntøkurnar av skrá­ setingaravgjøldum av nýggj um bilum, sum leypir í eyguni, tí higartil í ár er tann inntøkan bara ein fjórðing av tí, hon var fyrsta ársfjórðing í fjør. Higartil í ár fekk landið 7,6 milliónir í kassan av skrásetingargjøldum, men í sama tíðarskeiði í fjør var inntøkan 28 milliónir. ­ Føroyingar eru at kalla hildnir uppat at keypa nýggj ar bilar, eru niður­ støð an í fíggjarmálaráð­ num. Fíggjarmálaráðið fer nú at brúka ta næstu tíðina at rokna út, hvussu hetta fer at ávirka samlaða úrslitið hjá landskassanum í ár og har­ við eisini, hvussu stórt hall­ ið á fíggjarlógini verður, tá ið árið er farið. Eitt stórt ljóspunkt Hóast inntøkurnar av av ­ gjøldum eru rapaðar niður­ eftir, staðfestir lands stýris­ maðurin í fíggjarmálum, at eitt stórt ljóspunkt er kortini at hóma. Og tað er, at inn­ tøkan av skatti at kalla stend ur í stað. Nýggjasta uppgerðin hjá Taks vísur, at inntøkan landskassanum av skatti fyrsta ársfjórðing í ár, var 339,7 milliónir krónur og tað eru enntá 3,6 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið inntøkan var 336,1 milliónir. Her skal kortini havast í huga, at skattastigin er broytt ur í ár. Varð hann ikki tað, hevði talan eisini verið um eina minni inntøku av skatti upp á nakrar fáar milliónir. ­ Men tølini fyri skattin merkja, at arbeiðsloysið er ikki vaksið í nevniverdan mun og tað er eitt stórt ljós­ punkt staðfestir Jóannes Eidesgaard. Hetta merkir so sam­ stund is, at tað er ikki ar ­ beiðs loysið, sum ger, at inn tøkurnar hjá lands kass­ anum av mvg, bilum og øðrum avgjøldum, eru lækk aðar so nógv ­ Orsøkin er rætt og slætt tann, at føroyingar eru fyri ein stóran part hildnir uppat at keypa og at brúka pengar, staðfestir landsstýris mað­ urin í fíggjarmálum ­ Ístaðin fyri at brúka løn­ ina, verður hon heldur sett á bók, tí støðan er so óviss, leggur hann afturat. Mugu geva føroyingum álitið aftur Tann stóra avbjóðingin verður at fáa føroyingar at brúka pengar aftur og vit hava onkur boð upp á, hvussu tað kann gerast og hvussu, tað ikki skal gerast, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum Inntøkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tað stóra takið hjá okkum í samgonguni verður nú at venda gongdini og at fáa føroyingar at brúka pengar aftur. ­ Og skulu vit fáa føroyingar at brúka pengar, verður neyðugt at geva teimum álitið aftur. Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú hann í greinini omanfyri staðfestir, at inntøkan hjá landskassanum higartil er minkað 100 milliónir aftur ímóti í fjør. Orsøkin er ikki, at føroyingar fyri so vítt hava minni pengar um hendi, tí arbeiðið er lítið og onki minkað. Orsøkin er heldur tann, at føroyingar eru hildnir uppat at keypa og tí ræður um hjá okkum at fáa gongd á hjólini aftur. ­ Tað er ein avbjóðing, sum samgongan er farin í holt við, leggur hann afturat. Hann metir, at ein hjálp kann verða tiltakið, sum sam gongan fer at seta í verk at geva lagalig lán til at bjálva sethús og til onnur orkusparandi tiltøk. ­ Tað skuldi sett meiri ferð á byggivinnuna og tað fer eisini at økja um innflutningin og sostatt eisini inntøk­ urnar hjá landskassanum av innflutningsgjøldum, legg ur hann afturat. Samgongan fer eisini at brúka tað næstu tíðina til at arbeiða við hesi avbjóðingini. ­ Álitið hjá fólkið á skipanini er skaklað og tí leggjast fólk á pengarnar og spara, heldur enn at brúka teir. Og avbjóðingin verður so at byggja tað álitið upp aftur. Onkrir politikarar hava ført tað sjónarmið fram, at tað rætta er at endurskoða fíggjarlógina og at tillaga hana alt eftir fíggjarligu gongdini í samfelagnum. Men tað ivast landsstýrismaðurin í. ­ Fara vit nú at seta enn fleiri sparitiltøk í verk, fer tað at gera støðuna enn verri. Hinvegin eru tað eisini politikarar, sum talað fyri at geva skattalætta fyri at geva fólki meiri pening at brúka, men heldur ikki tað, heldur Jóannes Eidesgaard, er eitt gott hugskot. ­ Tað er stórur vandi fyri, at ein skattalætti verður ikki settur í umfar í samfelagnum, men verður settur í bankan, so leingi fólk ikki hava fingið álitið á skipanina aftur, sigur hann. ­ Tað er manglandi álit, sum er trupulleikin og av ­ bjóð ingin verður at vekja tað álitið aftur, so at fólk tora at brúka pengar. Hinvegin er støðan eisini tann, at tað, sum verður spart nú, verður brúkt einaferð, sigur Jóannes Eidesgaard. Inntøkurnar lækkaðar 100 milliónir krónur Hetta sær ikki gott út, tí inntøkurnar hjá landskassanum eru minkaðar næstan 100 milliónir higartil í ár, men tað er kortini eitt stórt ljóspunkt og tað er, at arbeiðisloysið er ikki vaksið nakað serligt, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum