Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 FÓTBÓLTUR 2009 Fyri fyrstu ferð skulu teir í EB/Streymi hava leiklutin sum favoritt­ arnir, ið allir hinir so fegnir vilja vinna á Teir eru á aldukambinum í EB/ Streymi. Felagsliðið megnaði í fjør fyri fyrstu ferð at vinna FM heitið, og at teir í Sundalagnum áttu besta liðið av øllum varð undirstrikað so dyggiliga, tá ið teir eisini vunnu steypa kappingina. Í fótbóltssøguni – eisini tí før­ oysku – finnast fleiri dømi um feløg, sum, eftir at hava vunnið fyrsta meist araheitið, hava havt torført við at fóta sær, og eru komin illa fyri. Nú er EB/Streymur í tí støðuni at vera nýtt meistaralið og steypa vinn­ aralið. Eingin ivi er í, at hetta fer at bera við sær, at hini feløgini fara at vera serliga uppsett, tá ið Sigfríður Cle­ mentsen og hansara menn vera mót støðuliðið. Tað er heldur eingin ivi um, at Sigfríður Clementsen og hansara menn fara at verða væl betri fyri at tackla nýggju støðuna, enn so mong onnur felag í somu støðu áður hava verið tað. At meistaraliðið er væl mannað varð eitt nú staðfest í sambandi við landsliðsúttøkuna undan ferðini til Íslands. Fleiri úr EB/Streymi vóru á landsliðnum, enn tað vóru úr nøkr­ um øðrum felag, og hóast talan hev­ ur verið um lutfalsliga stóran gjøg­ numtrekk í Sundalagnum í vetur, so sigur manningarlistin, at aftur í ár verður meistaraliðið millum fremstu evnini til ovasta plássið. Serliga nógvar hava útskifting ar­ nar verið á miðvøllinum: Mikkjal Thomassen, Hanus Eliasen og Høgni Zachariasen teljast millum teirra, sum vóru í felagnum í fjør, og sum ikki vera á liðnum í ár. Talan er um rættiliga eyðsýndar spælarar. Men at missurin neyvan fer at kennast aftur í avrikunum kemst av, at fe lag­ ið hevur fingið aðrar spælarar, sum heilt víst fara at vera við til at varð­ veita og kanska styrkja javnvágina á liðnum. Eitt nú Paula G. Hansen, sum var krumptappurin á góða Skála mið­ vøllinum, Pætur Dam Jacobsen, Gud mund Nielsen og Santos. Allir borga teir fyri støðugum avrikum og góðsku. Sigfríður Clementsen og Magni Mohr hava síðani eina ferð í november mánað verið í holtur við at trimma liðið. Tað er kapp ing um plássini, og tað kann væl vera, at aðrir enn teir, sum í fjør vóru sjálvskrivaðir, fara at treingja á fyri at vinna pláss millum teir fyrstu ellivu. Undir øllum umstøðum høvdu allir teir, sum eru á spæl­ aralistanum, í flestu feløgunum ver­ ið upplagdir at verið valdir millum teir fyrstu ellivu. EB/Streymur FO-470 Eiði www.eb-streymur.fo STOVNAÐ 23.01.1993 FORMAÐUR Rólant Højsted MEISTARAR 2008 STEYPAVINNARAR (2) 2007, 2008 GREIPUVINNARAR (1) 2008 Í BESTU DEILDINI (9 ár) 1994 og 2001- Í EUROPA (2) UEFA Cup 2007/08 2008/09 MÁLVERJAR: René Torgarð (áður spælt við B36) Gunnar á Steig (KÍ, B68) VERJULEIKARAR: Egil á Bø (ÍF, B36) Marni Djurhuus Leif Niclasen Alex José dos Santos (B36) Pætur Dam Jacobsen (AB, Skála) Gert Hansen Dánjal Davidsen MIÐVALLARAR: Hans Pauli Samuelsen Bárður Olsen Brian Olsen Pauli G. Hansen (Skála) Levi Hanssen (Skála, B36) Hópurin hjá EB/Streymi: FRAMHERJAR: Arnbjørn Hansen Sorin Anghel Gudmundur Nielsen (B71) Tonny Kruse VENJARAR: Sigfríður Clementsen Magni Mohr TILGONGD: Pætur Dam Jacobsen, Skála Pauli G. Hansen, Skála Gudmundur Nielsen, B71 Alex José dos Santos, B36 FRÁGONGD: Fróði Clementsen, B36 Mikkjal Thomassen, givin Anders Post Jacobsen, FC Hjørring Peter Foldgast, FC Vestsjælland Hanus Eliasen, ÍF Høgni Zachariasen, ÍF Marcell Balog, Kerskemeti Te KFT Nýggj støða í Sundalagnum Saman við okkum røkkur tú longri Føroya Banki er errin av at samstarva við EB/Streym. Fyri góðum ári síðani ætlaði Egil á Bø sær at gevast sum fótbóltsspælari. Í er hann greipu­ vinnari og landsliðsspælari, og veteranurin er til reiðar at tørna út fyri EB/Streym enn eitt kappingarár Mynd: Sofus D. Johannesen