Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 2. apríl 2009 15 viðmerkingar Meðan flest onnur í sam­ gonguni royna at halda saman upp á eitt tíverri alt ov skinklandi stev, sendir Laksáfoss, av eini ella aðrari orsøk, ein píl inn í sam­ gonguna. Er tað Jóannes Eidesgaard, landsstýris­ manni hann er úti eftir, (Edmund hevur skotið fleiri pílar eftir Jørgin) havi varhugan av at hesir báðir indianararnir hava heilt aðrar planir. Kanska royna hesir báðir at gera dagin hjá løgmanni so truplan sum gjørligt. Haraftur­ at er tíðiligt at Laksáfoss er skuffaður og følur seg settan eitt sindur til viks. Vit sum vóru við tá Laksáfoss skuldi gera sína fyrstu fíggjarlóg, aftaná at hava tikið við, eftir frálíka landstýrismannin Bárður Nielsen, minnast at ætlanin hansara gekk út uppá, at sproyngja táverðandi ABC samgonguna, men bleiv í síðstu løtu settur uppá pláss av Lisbeth Petersen Fíggjar­ nevndarlimi. Magni Laksáfoss, løg­ tingmaður gevur okkara flokki heitið løgmansflokk­ urin. Tað er nú ikki heilt uttan grund, men eins væl kundi man sagt, at Sam­ bandsflokkurn er flokkurin, sum framum aðrar hevur tikið sær av fíggjarmálum. Eg hugsi, at Sambands­ flokkurin í eini 26 ár síðan Heimastýrislógina hevur umsitið fíggjarmál. Fyrstur í hesi røð var Kristjan Djur­ huus, og seinastur var Magni Laksáfoss. Tí kundi ein freistast at spurt, hvussu tað ber til, at Sambandsflokkurin sum størsti flokkur í hesari sam­ gongu, stýrdi so væl uttan um fíggjarmál. Flokkurin tók ikki málsøkið fíggjarmál í samráðingunum um sam­ gongu, tað gjørdi Fólkaflokk­ urin forrestin heldur ikki, men løgnast av øllum, Sam­ bandsflokkurin fór heldur ikki eftir formanninum í Fíggjarnevndini. Kann tað hugsast, at toppskorarin og fyrrverandi landsstýris­ maðurin ikki hevði serligt álit millum sínar egnu, og tí stýrdu hesir uttanum hesar báðar postar. Vit onnur skilja væl, at Laksáfoss er ørkymlaður. Hann var jú “the upgoing star” hjá flokkinum og gjørdist klárt toppskorarin við hundraðtals atkvøðum framman fyri nummar tvey. Og orsøkin var heilt einfælt tann, at nú hevði flokkurin aftur fingið ein fíggjarpolit­ iskan framsøgumann, sum næstan kundi javnsetast við Kristjan Djurhuus, sála. Men flokkurin tók tíbetur ikki valúrslitið bókstaviliga og setti hann út á eitt síðu­ sporð. Fyrsti framsøgumað­ ur hjá Sambandsflokkinum í fíggjarmálum er ikki Magni Laksáfoss, men Bjørn Kalsø. Sanniliga hevur Laksáfoss alla orsøk til at vera ørkymlaður av støðuni. Løgnast av øllum er, at hesin “finansheysur” nú situr sum formaður í Ment­ anarnevndini og viðgerð “Public­service”, Kring­ varpslóg og Kirkjubømúr. Tað má kennast løgi hjá hesum manni, at hann skal fáast við mentan og ikki fíggjarpolitikk. Hann sum er so framúr at spáa um bú­ skapargongd og ikki minst oljuprísir. Øll minnast vit hansara spádómar um ser­ liga oljuprísirnar, teir skuldu uppá 200 og síðani spaku­ liga uppá 400 dollarar fyri tunnuna. Tað ger tað nú ikki lættari fyri Laksáfoss, at oljumarknaðurin spældi honum eitt puss, tí nú hevur prísurin ligið ímillum 40 og góðar 50 dollarar fyri tunn­ una. Eitt null meira ella minni hevur væl sagtans ongan týdning fyri ein spámann. Hví kemur hann eftir okk­ ara flokki? Tað var tann tíð, tá hann gekk sum eggsjúk høna fyri at sleppa inn í Javn­ aðarflokkin. Um tað var rætt, at vit bøldu so leingi oman á hesum, vil bert tíðin vísa. Roknast kann ikki við at hesir báðir indianarnir úr Sundalagnum gevast við at skjóta pílar eftir báðum formonnunum í samstarvs­ flokkunum hjá Løgmanni. Tað er undrunarvert at ein Sambandsmaður ikki raknar við, tá einasta rós hann fær, kemur frá Tjóðveldinum. Hugaligt er at síggja peda­ gogarnar leiða børnini úr barnagørðum gjøgnum bygd og bý og vísa teimum smáu, at soleiðis er okkara sam­ felag. Soleiðis er tað upp­ bygt. Soleiðis er tað skipað. Hetta er framtíðin. Vit hava sett við, soleiðis at samfelag­ ið hevur nakað gott at bíða eftir. Bíða eftir øllum børn­ unum, ið taka við eftir okkum og støðugt menna landið Føroyar. Soleiðis munnu mong okkara hugsa, tá ið vit síggja hesa hugaligu sjón, tí børn­ ini eru framtíðin. Tey byggja land, bara vit, sum ganga undan, duga at búgva tey til eina framtíð við øllum teim­ um møguleikum, sum eitt væl útgjørt, ríkt samfelag hevur at bjóða teimum. Tó er tað syrgiligt at vita, at staðfesta, at sættahvørt av hesum børnum veksur upp og nemur sær útbúgving og fyrireikar seg til sína vaksnu tilveru uttanlands. Tí vit vita, at sættihvør føroyingur, ið fer uttanlands at útbúgva seg, kemur aldrin aftur til Føroya at búgva og virka. Vit hava ikki pláss fyri teimum. Vit spara okkum sum vant eftir reyv. Vit hava ikki brúk fyri hesum aka­ demikarunum í Havn, hes­ um tvætlinum við at granska og lesa og vita. Vit fáa ikki hýst hesum ungu ónyttunum. Einki stað at búgva, um foreldrini ikki eru noydd at punga túsundtals krónur út um mánaðin fyri slummí­ búðir í Havn. Tað ger einki. Kollegiir eru uttanlands, í Danmark, í Norðurlondum, Europa, í Bretlandi, USA, Australia, Japan. Allastaðni í tí framkomna heiminum uttan í Føroyum. Visjón 2015 er langtsíðan fokin, tí summir av okkara politikarum duga als ikki at síggja, at ímynda sær, at vitan, útbúgving, gransking, er týdningarmesta og dýra­ barasta íløga í einum landi. Høvdu tey ráðandi dugað at sæð, at íløgan í tey ungu, í útbúgving, gransking, hevði ruddað slóð fyri øllum vinnu­ møguleikum, sum vit vita, at potentiali er til í Føroyum. Hugsið tykkum til, hvat umsetningur hevði verið í øllum tí livandi meldrinum við livandi, framasóknum, ungum menniskjum. Ja, vit høvdu kanska enntá fingið brúk fyri sjálvt Sandoyar­ tunnlinum. Hugsið tykkum til, at tit, summir politikarar, sam­ tykkja at beina fyri veldig­ um menningarmøguleikum í hesum landi við at spara nakrar fáa milliónir. Tit áttu at vita, at hesar fáu milliónir við vissu høvdu verið íløg­ an, sum hevði verið fræið til milliardir. Tí fá samfeløg í verðini hava somu møgu­ leikar sum Føroyar. Eitt samfelag, ið hevur so nógv niðurgrivið, taðað tilfeingi, sum tit longu hava avreitt. Eitt tilfeingi, sum vit ongan­ tíð fáa aftur, tí vit hava rætt og slætt latið tað burtur. Okkara samfelag hevur við lóg jarðlagt Fróðskapar­ setur Føroya. Mundi tað loysa seg? Í februar í ár kundi Eystur­ oyar ellis­ og røktarheim halda sín 25 ára føðingar­ dag. Á føðingardagssam­ komuni, sum var ógvuliga hugnalig í allar mátar, kom fram, at longu í 1950 tosaðu fólk við hugsjónum saman við greiðum ætlanum um at fáa bygt eitt ellisheim fyri Eysturoynna. Tíðliga í 1960­ unum varð av álvara farið undir at fyrireika hesa ætlan, og hóast tað gekk long tíð, so kann av sonnum sigast, at fyrireikingin var væl úr hondum greidd av teimum fólkum í nærumhvørvinum, sum stóðu á odda, tí tá ið farið varð undir byggingina, vóru allar kommunurnar í Eysturoynni við og vístu sín fíggjarliga stuðul, tá ið heim­ ið stóð liðugt í februar í 1984. Vit kunnu eisini fegnast um, at tað hevur eydnast at gera tvær útbyggingar, síðan fyrsta byggistig var framt. Hetta er framt í sátt og semju millum lands­, eins væl og kommunalar mynd­ ugleikar. Hetta samstarv millum kommunur boðar frá, at tað ber til at fremja stórar og neyðugar verkætl­ anir í felag, sjálvt um vit ikki hava ovurhonds stórar kommunueindir. Við stavnhaldinum: ”Bróðurhond í trúgv ber miklan bata”, hevur heimið verið til ríka signing fyri tey, sum hava havt sín bústað har á sjúkra­ og ellisárum. Leiðsla, starvsfólk og lækni hava í øll hesi ár gjørt alt tað, tey eru ment, at gera umstøðurnar so góðar og heimligar sum møguligt. ­ Øllum tykkum vil eg bera eina hjartans tøkk! Tykkara arbeið kann ikki metast í peningi. Kommunurnar í Eystur­ oynni hava av sonnum spent seg út á eldraøkinum. Vit kunnu við gleði fegnast um øll tey nýggju sambýlini í Eysturoynni, sum eru bygd tey seinastu árini. Hetta hevur gjørt, at Eysturoyggin er ein fyrimynd á hesum øki. Eisini á sambýlunum hava dugnalig og kærleiksfull starvsfólk tikið hond um okkara sjúku og eldru, sum hava havt brúk fyri eini hjálpandi hond. Á henda hátt vil eg ynskja Eysturoyar ellis­ og røktar­ heimi hjartaliga tillukku við 25 ára føðingardegnum við ynskjum um, at stavnhaldið eisini í framtíðini er: ”Bróðurhond í trúgv ber miklan bata”. Eitt null meira ella minni, ongan týdning Henrik Old Maria kristina sMitH Eysturoyar røktar- og ellisheim 25 ár: »Bróðurhond í trúgv ber miklan bata« varaborgarstjóri í Nes kommunu súni í HjølluM - í Degi og Viku mána- kvøldið 30. mars 2009 Í sambandi við, at stýrið fyri Fróðskaparsetrið hevur av­ gjørt, at tað ikki skal takast upp til bachelornám í søgu ella stjórnmálafrøði í ár, var samrøða við Helena Dam á Neystabø. Hon segði m.a., at tíðin, meðan undirvísingin verður niðurløgd, skal brúkast til at førleikamenna deildina. Tað kann skapa eina fatan av, at okkara lesandi ikki hava havt kvalifiseraðar lærarar. Hetta er tíbetur ikki so, og við tað at vit standa við ábyrgd av undirvísingini, meta vit tað vera neyðugt at gera vart við tað. Allir lærar­ ar á deildini hava tikið hæg­ stu útbúgvingar, ið til ber til at taka; tann seinasti, sum fær doktaraprógv handað, er Kári á Rógvi nú 3. apríl. Vit hava lagt okkum eftir at byggja upp samstarv við onnur universitet, haðani vit hava havt gestalærarar, ið somuleiðis hava doktara­ ella professaraheiti og eru virknir granskarar og lærarar. Onkur tímalærari hevur ikki doktaraheiti enn, men hesir hava ikki staðið einsamallir um ábyrgdina, og undirvísingarroyndir er eitt av krøvunum fyri at tey kunnu fáa hetta heiti seinni. Deildin hevur gjøgnum árini klakt fleiri masters í bæði søgu og stjórnmála­ frøði, og fleiri og fleiri stu­ dentar ynskja at fáa henda møguleika, samstundis sum vit kundu ynskt okkum at styrkt hesa útbúgving við fleiri skeiðum á master­stigi og innan fyri fleiri serøki. Men deildin er fáment, so her eru so fá fólk at útføra hesar uppgávur og at stíla fyri breiðari útboð av undir­ vísing, t.d. hægri skeiðum á master­stigi. Tað krevur, at fleiri fólk verða á deildini enn nú. Helena Dam á Neystabø nevndi møguleikan, at vit kundu tikið í brúk fjarlestur. Vit eru samd í tí, at fjarlestur kann vera ein góð loysn. Hetta hava vit eisini fingið í boði – men tá hevur talan ikki verið um ein "pakka", ið verður keyptur frá øðrum lærustovnum, men sum eitt samstarv, har vit á jøvnum føti við vísindafólk á øðrum norðurlendskum universi­ tetum menna netundirvísing innan fyri eitt fakøki. Hetta samstarv er avgerandi treyt fyri, at talan skal vera um at menna førleika n á deildini. Tað, sum harmar okkum allarmest, er at sparingarnar ganga so hart út yvir Søgu­ og samfelagsdeildina. Høv­ uðsgrundgevingin hevur verið, at her raka skerjing­ arnar minst her og nú. Vit hoyra ongar røddir, sum ásanna týdningin fyri sam­ felagið av at satsa upp á vitanarøki sum søgu og samfelagsfrøði. Í granna­ londunum hava tey gjørt kanningar, sum vísa, at tað loysir seg at bjóða útbúgv­ ingar í hugvísindum og sam­ felagsfrøði – vinningurin vísir seg skjótt og týðuliga! · Beinta í Jákupsstovu Lektari í stjórnmálafrøði · Elin Súsanna Jacobsen Lektari í søgu Viðmerking til samrøðu við Helenu Dam á Neystabø Vit settu við og avreiddu