hósdagur 2. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2009 15
– Eg spæli fótbólt fyri
familjuna í Brasilia, og
tá føroyska lóggávan
forðar mær at hava
fulltíðarstarv eisini,
noyðist eg at hugsa so,
sigur Alex José dos
Santos, sum er sera
fegin um møguleikan at
spæla við EB/Streymi. Í
oktober ætlar hann at
rópa seg fyri føroyskan
greipuvinnara fyri
fyrstu ferð
– Pengarnir vigaðu nakað, tá eg
gjørdi av at skifta til EB/Streym. Eg
tosaði við B36 í vetur, og teir gjørdu
beinanvegin greitt, at eg noyddist
niður í løn. Og tað kundi eg ikki góð
taka. Eg spæli fótbólt fyri familjuna
í Brasilia, og tá føroyska lóggávan
forðar mær at hava fulltíðarstarv
eisini, noyðist eg hugsa so. Tað er
sjálvsagt harmiligt.
Soleiðis sigur 28 ára gamli Alex
José dos Santos. Brasiliumaðurin
skifti í vetur til greipuvinnarnar úr
EB/Streymi eftir fimm ár í hvíta
bún anum hjá B36. Nú skulu hann
og Sigfríður Clementsen, sum áttu
týð andi leiklut í FMheitinum hjá
B36 í 2005, royna at endurvinna
gull heið ursmerkini, sum felagið
tryggjaði sær í fjør.
Glaður fyri venjaran
Brasiliumaðurin fekk av álvara sítt
gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti í
2005, tá hann og liðfelagarnir úr
B36 vunnu føroyameistaraheitið
und ir leiðslu av tá 32 ára gamla
Sigfríði Clementsen. Høvuðsvenjarin
flutti Santos aftur á vongverjan, og
skjótt vann brasiliumaðurin sær
heit ið sum besti maður á sínum
plássi í føroysku landskappingini.
Nú eru teir báðir í Sundalagnum, og
upp gávan hjá teimum báðum er at
end urvinna
greipuna
við
EB/
Streymi.
– Mær dámar sera væl Sigfríð
Clementsen. Hann er ein fittur og
positivur maður. Eg spældi undir
hon um í tvey ár í B36, og tað er
sjálv andi ein fyrimunur. Hann veit,
hvat eg dugi, og hvat eg ikki dugi.
Hann er heilt avgjørt ein av orsøk
unum til, at eg skifti til EB/Streym.
Sig fríður Clementsen og Magni
Mohr eru sera dugnaligir, og eg eri
sann førdur um, at teir kunnu menna
meg meira sum fótbóltspælara. Eg
gleði meg til komandi kappingarár,
sigur Alex José Dos Santos, sum er
fegin um møguleikan, hann hevur
fingið við Margáir, har hann er sera
væl móttikin.
Fleiri hava sett spurnartekin við,
hvar á vøllinum tú skal spæla í kom
andi kappingarári. Leif Niclasen
stóð seg sera væl sum vongverji í
vinstru í fjør. Hvat væntar og vónar
tú sjálvur?
– Tað dugi eg als ikki at siga. Tað
avger Sigfríður Clementsen, stað
festir Santos.
Framtíðin er óviss
Tað eru ikki einans føroyingar, sum
hava varnast dugnaligu fótbólts evn
ini hjá Santos. Hann hevur seinnu
árini fingið tilboð úr útlandinum, og
millum annað vísti hann FC Amager
og Toda Jónsson aftur á sumri í
2007.
Hóast dreymurin einaferð var at
royna seg í sterkari fótbóltskapping
enn tí føroysku, dugir brasiliu mað
urin í dag ikki at siga, hvørjar ambi
tiónir hann hevur við fótbóltinum.
– Nú havi eg júst skift til EB/
Streym, og vónandi fari eg at standa
meg væl. Meira dugi eg ikki at siga
um framtíðina í løtuni, sigur Santos,
og leggur afturat, at føroyskur fót
bóltur hevur flutt seg rætta vegin.
– Tekniskt og ikki minst kropsliga
eru føroysku leikararnir munandi
bet ur fyri í dag. Tað eru fleiri av
teim um ungu, sum bjóða seg fram.
Teir ræðast ikki avbjóðingina og
gera vart við seg, sigur Santos.
B36 kann bjóða av
Við tilgongdini av Alex José dos
Santos, Pæturi Dam Jacobsen, Paula
G. Hansen og Gudmundi Nielsen
verður av álvara væntað, at EB/
Streym aftur í hesum kappingar
árin um fer av bjóða av í FMstríð
num. Men Santos staðfestir, at tað
ikki verður lætt.
– Tað eru fleiri góð lið á pappír
inum. Nú havi eg spælt við B36
sein astu fimm árini, og eg eri vísur
í, at teir kunnu kappast um heiðurs
merkini. Hóast fleiri av stuðuls leik
arunum eru burtur, sær hópurin
sterk ur út. HB, ÍF og NSÍ verður
held ur ikki lættir at syfta. Men vit
ætla okkum sjálvandi gullið, sigur
28 ára gamli Alex José dos Santos.
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Santos noyðist at
hugsa um pengarnar
– Eftir fimm ár í B36 skal besti sambabakkurin í Føroyum
nú spæla við EB/Streymi. Men hann letur tað vera upp til
venjaranar, hvar á vøllinum teir vilja gera nýtslu av sær
Mynd: Álvur Haraldsen
Saman við okkum
røkkur tú longri
Føroya Banki er errin av at samstarva við EB/Streym.
Metingin
Tað verður ofta sagt, at
tað er truplari at endur
vinna eitt meistara heitið
enn at vinna tað. Men
við hópinum, sum EB/
Streymur hevur, er
eingin ivi um, at málið
aftur í ár er gull á øllum
økjum. At tað eru fleiri
enn 11, sum hava dygdir
til at byrja inni hvørja
ferð, gevur eisini
venjarunum fleiri møgu
leikar at blanda kortini,
men tað økir eisini um
vandan fyri ónøgd í
spælarahópinum.