hósdagur 2. apríl 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 65 - 2. apríl 2009
Men nei, eg kundi ikki
farið meir skeivur. Vit hava
so sanniliga eisini einglar
gangandi millum okkum
deyðiligu her í Føroyum.
Tað eru okkara fólkavaldu
prógv fyri. Nú tá mann
gekk og helt, at nú kundi
ikki vera nakað krút eftir í
teimum, so hála teir enn
eitt ess úr ermuni. Teir
hava megnað at yvirtikið
veðurstøðina og harvið
tikið eitt risa stig móti
veruliga frælsinum
Stuttsíðani skrivaði eg
ein lista yvir alt tað fantast
iska, sum okkara fólka
valdu hava avrikað, men
tað skuldi ikki ganga long
tíð, til enn eitt undur skuldi
síggja dagsins ljós. Hvør
flogvitið handan hugskotið
er, veit eg ikki, men við
komandi hevur eina stand
mynd uppiborið ella í
minsta lagi eitt motiv á
veðurballónina.
Ein klókur maður av
Viðareiði slongdi stuttsíð
ani um seg við gullkornum
í blaðnum »Norðlýsið«,
har hann segði nøkur vís
dómsorð um akademikarar
í Havn. Hesin maður má
sigast hava verið framman
fyri sína tíð, tí ikki fyrr
enn nú síggja vit í verki,
hvat hevur meir at siga:
Fróðskaparsetrið ella veður
støðin? Sjálvandi er tað
veðrið. Tað er da klárt. Tað
er sum at samanbera Pól
Pot við Mahatma Gandhi...
og sjálvt um ein veðurstøð
er tengd at akademikarum,
so er tað ikki tað, vit tosa
nú, og akademikarar eru
eisini fullkomuliga órele
vantir í hesum saman
hanginum.
Nú hava vit føroyingar
nakað so fantastiskt sum
frælsa sól, frælst regn,
frælsan kava og ikki minst
frælsan vind. Nú sleppa vit
endiliga at fáa okkara egnu
føroysku luft. Okkum nýt
ist bara at opna vindeygað
og lata ta frísku, og ikki
minst frælsu, luftina kela
fyri okkara nasagluggum,
samstundis sum vit fylla
okkara lungu við frælsari
ilt, sum síðani fer víðari út
í okkara blóð. Hetta er tað!
Hetta er meiningin við
lívinum!
Lat okkum gera para
dísið Føroyar enn betri
Áðrenn eg fari at viðmæla
eina standmynd av mann
inum av Viðareiði, so ætl
aði eg sjálvur at koma við
nøkrum uppskotum, sum
mær persónliga dámar
rættiliga væl. Hvat við at
gera ein ringveg, sum skal
verða ein undirsjóvar
tunnli, sum fevnir um allar
Føroyar? Áðrenn tú koll
dømur uppskotið, nevn
mær so ein persón, sum
ikki bleiv rørdur til tár
anna, tá ein kvinna av
Sandoynni handaði Bjørt
Samuelsen eitt blómutyssi,
sum var følnað, og segði
ódeyðiligu orðini: »um vit
ikki fáa ein undirsjóvar
tunnil til sands, so verður
tað sorg og deyði... og tað
er hetta, sum følnaða
blómutyssið symboliserar...
sorg og deyða«, leysliga
siterað frá minninum. Tað
er væl sagtans ikki tað,
sum vit vilja okkara fólki
ha? Sorg og deyða?
Eitt annað boð, nú tá
tann geniali íslandssátt
málin endiliga er komin í
gildi, er, at vit skulu yvir
taka skuldina hjá Íslandi.
Á tann hátt fáa vit á skjót
asta og skilabesta hátt
veruligt frælsi! Tí tað er
prógvað ferð eftir ferð, at
meir pengar mann hevur,
meir brúkar mann. Hetta er
reinur logikkur og ein enn
logiskari niðurstøða má
tískil verða, at pengar eru
ein byrða fyri eitthvørt
samfelag. Hinvegin, um vit
yvirtaka skuldina hjá
íslendarum, so fara vit at
brúka minni pengar... og
um tað gongur heilt væl, so
fara vit slett ongar pengar
at brúka!
Magni og Tóroddur –
hvørjaferð tú peikar,
venda fýra fingrar móti
tær sjálvum!
Eg fari at enda við eini
áheitan til allar mammu
reyvarnar og pessimistar
nar, sum dáma eitt nr. ov
væl at sutta upp á boppuna
hjá Danmark, um ikki at
lurta eftir dómadagsprofet
um sum Magna Laksafoss,
tá hann sigur, at ein kreppa
er ávegis, tí har er ongin
kreppa. Hon er fiktiv og er
bara tosað í gongd. Slík
tankagongd sum tann hjá
Magna er skítfarlig, tí um
mann fylgir hansara tanka
gongd, so kann mann risi
kera, at vit fáa pengar í
kassan, heldur enn at koyra
pengar úr kassanum.
Ein annar maður, sum tit
fyri alt í verðini eisini
mugu ignorera, er Tór
oddur Poulsen. Hann er
eisini skítfarligur, og tað
kemur serliga til sjóndar í
filminum »ein regla um
dagin má vera nokk«. Í
filminum sigur Tóroddur
nøkur orð, sum onki oyra
ella eyga hevur uppiborðið
verða vitni til. Orðini hjá
Tóroddi vóru somikið frek,
ja, nærmast blasfemisk, at
tað er við øgiliga ringum
tannabiti, at eg velji at
endurgeva tey, men eg
trúgvi upp á, at mann skal
lýsa báðar síður av eini
søk. Og serliga, tá orðini
hjá Tóroddi so tíðiliga
vísa, at Tóroddur fór
skeivur, meðan okkara
fólkavaldu einglabassar
høvdu rætt.
Her koma orðini: »tá
politikarar tosa um at
skapa nakað, so er tað at
skapa útreiðslur«.
»Jag trodde englarna fans – bara, bara i himmelen«
Hergeir
StakSberg
Av eini ella aðrari orsøk
er Tjóðveldi í sera ring
um lag fyri tíðina, og
hetta hevur bara økt um
trongdina til at fáa um
røðu í fjølmiðlunum.
Men ikki kann sigast, at
evnini, sum tey blása upp
fyri almenninginum, eru
serliga áhugaverd ella
viðkomandi
Tjóðveldi sendi í farnu
viku tvær klagur – eina til
løgmann og eina til for
mansskap løgtingsins, við
víkjandi trimum lands
stýrisfólkum og einum av
næstformonnunum í løg
tinginum. Hetta, at klagað
verður um fýra politikarar í
somu viku, man vera nýtt
føroyskt met. Men um
framt hesar klagurnar hava
tey eisini grenjað í fjøl
miðlunum um alt millum
himmal og jørð hesa
seinastu tíðina.
Vit fingu nú ein dagin at
vita, at Tórbjørn Jacobsen
var í øðini um sendingina
Xfaktor, og at hann hevði
ikki sjónvarp heima við
hús. Tað í sær sjálvum er í
fínasta lagið, men eg veit
bara ikki, hví tað skal varp
ast út í fjølmiðlunum. Fyri
meg kann tað í hvussu so
er vera líkamikið, hvørjum
næstformaðurin í Tjóðveldi
tímir at hyggja eftir, og
hvørjum hann ikki hyggur
eftir. Tað næsta sum hendi
var, at sami maður (við
ongum sjónvarpi), var í
øðini, tí Dagur og Vika
varð flutt. Kann tað ikki
gera tað sama, tá maðurin
kortini ikki hevur sjón
varp? Og nú skrivar Portal
urin, at Tobbi hevur ynskt
Lindu tillukku. So vita vit
tað, men munnu ikki fleiri
onnur eisini hava ynskt
henni tillukku, uttan at tað
kemur á Portalin?
Klaga um ein
næstformann
Nú er Tjóðveldi farið undir
eitt nýtt átak, sum er at
senda klagur til løgmann
og formanskapin í løgtingi
num (og sjálvandi eisini
tíðindaskriv til fjølmiðlar
nar, har boðað verður frá,
at tey hava klagað).
Fyrsta klagan var um
John Johannesen, sum eftir
mínum tykki segði meira
enn gott var, tá hann sat í
formanssessinum. Men
rætt skal vera rætt, hann
segði ikki meira enn tað,
sum so øðiliga nógv onnur
hugsa. Hví í allari víðu
verð skulu Sosialurin,
Portalurin, Rás 2 og onnur
boða øllum føroyingum
frá, hvussu lagið broytist á
tjóðveldisfólki frá degi til
dags? Eg eri eisini í ring
um lag viðhvørt, men eg
fari ikki í bløðini við tí.
Hetta er farið at minna um
ta tíðina, tá Útvarpið
hvønn morgun mátti siga,
hvussu nógvan febur Boris
Jeltzin hevði.
Klaga um landsstýrisfólk
Sjálvandi hevur
næstformaðurin í Tjóðveldi
rætt í tí, at landsstýrisfólk
eiga at vera í tingsalinum,
tá mál sum viðvíkja teirra
málsøkjum eru til viðgerð
ar. Tey eiga at vísa áhuga
fyri øllum, sum hevur við
teirra málsøki at gera,
eisini tá uppskot frá øðrum
eru til viðgerðar. Frávera
signalerar manglandi
áhuga. Men tá tað er sagt,
so haldi eg, at viðgerðin í
tinginum mangan fer sera
langt burtur frá málinum,
og ein av teimum ringastur
at órógva tingviðgerðirnar,
er júst sami maður, sum nú
hevur klagað landsstýris
fólkini fyri ikki at tíma at
lurta eftir sær. Eg haldi
avgjørt ikki, at hann sum
ákærir er nøkur góð fyri
mynd, hvat atburði í ting
salinum viðvíkur.
Annars er hetta við at
vera burturstaddur ikki
bara galdandi fyri lands
stýrisfólk. Løgtingið við
gjørdi í farnu viku eitt
uppskot frá Tjóðveldi um
at skipa Føroyar sum full
veldi. Tá vóru ikki færri
enn 5 tinglimir hjá Tjóð
veldi burturstaddir, so um
uppmøtingin avspeglar
áhugan fyri málinum, so
sigur tað ikki so lítið.
Tjóðveldi er í ringum lag
løgtingsmaður
Helgi
abraHamSen
Parker Donham, parta
eigari í Atlantic Airways,
er komin til Føroyar til
aðalfundin í A. A.
Vit kunnu vissa Passer
Donham um, at vit før
oyingar eru sera glaðir og
ikki sørt erpnir av okkara
flogfelag.
Vit sum eru komnir til
árs, minnast alt ov væl við
urskiftini áðrenn Føroya
Landsstýri setti A. A. á
stovn.
Tá var tað ikki bara ser
staka føroyska veðurlagið
sum avgjørdi regularitetin
av flogferðsluni uppá Før
oyar, men samlaðu áhuga
málini hjá útlendskum
flogfelag.
At útlendskur kapitalur,
og harav spretta vónandi
nýggir møguleikar, koma
inn í pinkulandi Føroyar,
megu vit sum land og fólk
heilsa vælkomnum.
Men ráðaætlanin millum
leiðslu og privatar parta
eigarar, sum fór fram í fjør,
má fáa konsikvensir á aðal
fundinum í morgin.
Við hópuppsøgnum í
flogfeløgum og lufthavnum
kring okkum, sleppur
Atlantsflog heldur ikki
undan strategiskum og
kanska structurellum
avgerðum.
Í hesum vondu tíðum
megu vit føroyingar ikki
missa A. A. av hondum,
men í nóg góðari tíð
tryggja okkum framhald
andi fast samband millum
Føroyar og Danmark.
Uppundir aðalfundin
hevur nógv verið tosað um
valdsbýti.
Ein sera primitivur
hugsunarháttur.
Høvuðsuppgávan hjá
eini nevnd er at vera mót
spælari til stjórnina. Ikki
mótspælari í orðsins rætta
týdningi, men samlaða
nevndin skal hava førleika
til í øllum viðurskiftum at
framseta kritiskar og
konstructivar spurningar.
Ikki minst at halda
stjórnina til høvuðsenda
mál felagsins.
Aðalfundurin í Atlantic Airways
Ólavur
PeterSen
viðmerkingar