hósdagur 2. apríl 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 FÓTBÓLTUR 2009
Málið hjá sigurs vand
asta felagnum av øllum
er framvegis tað
hægsta, sum tað ber tí
til at vera
2008 hagtølini siga, at HB vann
silvurkrónurnar í landskappingini,
og at úrtøkan í steypakappingini
var pláss í hálvfinaluni. Fyri tey
flestu mundi hetta verið mett sum
gott kappingarár. Men í HB kendist
hetta at vera stórt vónbrot. Felagið
hevur vunnið nógv, og málið er á
hvørjum ári at vinna bæði lands- og
steypakappingina.
At tað í fjør miseydnaðist í báð-
um kappingunum kendist serliga
meint, tí undan kappingarbyrjan
tókt ist vánirnar at vera heilt góðar.
Manningin tóktist vera framúr góð,
men kortini var árið eyðkent av, at
tað ikki hilnaðist soleiðis, sum tað
varð roknað við.
Sámal Erik Hentze, sum eftir
summarsteðgin varð settur at vera
annar av venjarunum, hevur í ár
ábyrgdina av besta liðnum. Hjálpar-
venjari er Heðin Joensen. Felags fyri
teir báðar er, at teir hava fingið sína
fótbóltsuppaling í HB.
Undanfarnu árini hava fleiri, sum
eru uppvaksnir í øðrum feløgum,
verið við til at manna HB liðið. Tað
eru framvegis spælarar, sum eru
uppaldir aðra staðni enn í HB, á
liðnum, men nú verður fyrst og
fremst dúvað upp á egið tilfeingið,
og onkrir úr HB, sum hava verið
aðra staðni, eru nú aftur í felagnum.
Kortini eru tveir, sum eru komnir
aðra staðni frá, við í kappingini um
plássini. Teir eru Símun Rógvi Han-
sen, sum kappast um plássið millum
stólparnar, við Marcin David.
Í verjuni eru ungir spælarar við
nógvum royndum við í kappingini
um plássini: Mortan úr Hørg og
Pætur Jørgensen, Rasmus Nolsøe
og Poul Thomas Dam og Jón
Nielsen, sum áður hevur roynt seg í
Vágum og á Argjum. Og sjálvandi
eisini Hans á Lag, sum tekur enn
eitt tørn fyri felagið.
Fróði Benjaminsen er miðvallar-
generalur. Aftrat honum eru eitt nú
stríðsmenninir Ólavur í Ólavsstovu
og Kári Nielsen og sera evnaríki
Rógvi Poulsen, og í álopinum er
kappingin hjá veteraninum Andrew
av Fløtum stór frá eitt nú Pálli M.
Joensen og Bjarna Jørgensen og
Tróndi Sigurðsson, sum báðir eru
komnir aftur av Argjum og í barn-
dómsfelagið, og frá Christian R.
Mouritsen, sum var skaddur mest
sum alt kappingarárið í fjør.
Í HB verður tað mett at vera mis-
eydnað, um einki skreyt verður
vunn ið fleiri ár á rað. Í hesum ára-
tígg inum hevur HB longu vunnið
landskappingina í 2002, 2003, 2004
og 2006 ella annað hvørt ár síðani
2000. Hagtølini í steypakappingini
siga, at HB hevur vunnið annað
hvørt ár, síðani farið varð undir
kappingina í 1955. Síðsti sigurin í
steypafinaluni var í 2004, og tí er
svongdin ikki minst eftir eisini at
vinna ta kappingina. Tað eru bara
tindarnir, sum telja!
MÁLVERJAR:
Marcin Dawid (Áður spælt við
VB/S)
Símun Rógvi Hansen (B71)
VERJULEIKARAR:
Mortan úr Hørg (VB/S)
Hans á Lag
Rasmus Nolsøe (TB)
Pætur Jørgensen
Poul Thomas Dam
Vagnur Mohr Mortensen
Rani Christiansen (AB)
Jón Nielsen (07Vestur, AB)
MIÐVALLARAR:
Kári Nielsen (B71, Skála)
Milan Kuljic (VB/S)
Rógvi Poulsen
Ólavur S. í Ólavsstovu (FS V)
Fróði Benjaminsen (B68, B36,
Fram (Ísland))
Jóhan Eivind R. Mouritsen (TB)
Christian Mouritsen
(Manchester City)
Kristin Mouritsen
Bjarni Jørgensen (KÍ, Skála, AB)
Páll Mohr Joensen (NSÍ)
Rókur av Fløtum Jespersen (FC
Amager)
ÁLEYPARAR:
Andrew av Fløtum (Fremad
Amager)
Tróndur Sigurðsson (AB)
TILGONGD:
Bjarni Jørgensen, KÍ
Tróndur Sigurðson, AB
Christian Mouritsen,Man City
Símun Rógvi Hansen, B71
Jóhan Eivind R. Mouritsen, TB
Rókur av Fløtum Jespersen, FCA
Vagnur Mohr Mortensen
FRáGONGD:
Tróndur Vatnhamar, B36
Jákup á Borg, B36
Christian Høgni Jacobsen, AB
(Dk)
Hendrik Rubeksen, 07Vestur
Torkil Kollsker, 07Vestur
Janus M. Joensen, AB
Emil N. Leifsson, ÍF Føroyar
VENJARI:
Sámal Erik Hentze
HJÁLPARVENJARI:
Heðin Joensen
Sigmundargøta 26
FO-100 Tórshavn
Tel 31 83 47
Fax 31 83 67
Fartlf 21 28 60
polar@polar.fo
www.polar.fo
Akkumulatorar • Battaríir • Løðitól • Invertarir • septorar og mangt annað
Tað eru bara
tindarnir sum telja
Havnar Bóltfelag
Postsmoga 1333
FO-110 Tórshavn
www.hb.fo
STOVNAÐ
04.10.1904
FORMAÐUR
Steinfinnur Mittelstein
MEISTARAR (19)
1955, 1960, 1963, 1964, 1965,
1971, 1973, 1974, 1975, 1978,
1981, 1982, 1988, 1990, 1998,
2002, 2003, 2004, 2006
STEYPAVINNARAR (26)
1955, 1957, 1959, 1962, 1963,
1964, 1968, 1970, 1971, 1972,
1973, 1975, 1976, 1978, 1979,
1980, 1981, 1982, 1984, 1987,
1988, 1989, 1992, 1995, 1998,
2004
GREIPUVINNARAR (12)
1955, 1963, 1964, 1971, 1973,
1975, 1978, 1981, 1982, 1988,
1998, 2004
Í BESTU DEILDINI (66 ár)
1942-1943, 1945-
Í EUROPA (13)
Meistarakappingin 1999/00,
2003/04, 2004/05, 2005/06
Steypavinnar
1993/94, 1996/97, 1997/98
UEFA Cup 1998/99, 2008/09,
2007/08
Intertoto 1995/96, 2000/01,
2001/02, 2006/07, 2008/09
Fróði Benjaminsen verður uttan iva ein av krumtappunum á HBliðnum, sum enn eina ferð meddar
móti ovastu tindunum í føroysku fótbóltskappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
Hópurin hjá HB: