Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR 2009 17 Hann gjørdi debut sum 17 ára gamal á miðjuni hjá HB. Sum venjari hevur hann millum annað verið við at vinna fyrsta steypið til EB/Streym, og í fjør skuldi hann hjálpa at fáa skil á barndóms­ felagið, men 2009 er fyrsta árið, at Sámal Erik Hentze stendur á odda fyri nøkrum liðið í bestu deildini Sámal Erik Hentze, ið eisini verður kallaður Bagge, er í dag 36 ára gam­ al, men tað eru longu átta ár síðan, at hann vegna skaðar endaliga gavst at spæla bólt. Síðan tá hevur hann fingið venjaraløn frá fýra fe ­ løg um, so tað kann staðfestast, at Sámal Erik Hentze ikki er í sama stað ov leingi. – Tú skalt ikki vera verandi hjá einum liðið, um tú ikki følir, at tú ikki kanst geva teimum meira. Minsta krav til ein venjara má vera, at hann hevur eina ætlan og er líka svangur at vinna, sum spælararnir eru, staðfestir Sámal Erik Hentze. Ongin munur Hóast Sámal Erik Hentze ongantíð hevur staðið á odda fyri nøkrum lið­ ið í bestu deildini fyrr, so heldur hann ikki stóran mun vera á nýggju uppgávuni í mun til at hjálpa einum øðrum. – Tað er júst tann sama uppgáv­ an, einasti munurin er, at tað er títt høvd, sum ríkur, um okkurt gongur galið, sigur Sámal Erik Hentze. Tíggju dystir vóru eftir. Tá fór nú ­ verandi venjarin at hjálpa Rúna Nol­ søe, fyrrverandi venjara, at halda skil á HB­leikarunum í fjør, og tá stabiliseraði liðið seg eitt sindur. So er spurningurin, hvønn leiklut Sám­ al Erik Hentze hevði í hesum. – Eg kom við einari ætlan, soleið­ is sum eg plagi at gera. Og tá tú hevur eina ætlan, so vita spæl ar ar­ nir, hvat teir skulu gera, og tað vísti seg at hjálpa, greiðir Bagge frá. Ætlanin skal bera Við hesi ætlan, ætlar Sámal Erik Hentze at náa oddinum í Vodafone deildini. – Vit skulu fyrst arbeiða hart, og so fara vit at spæla álopsfótbólt, sum eg sum venjari, leikarunum og áskoðarunum dáma væl, tí skorar tú trý mál, so er líkamikið, um hinir fáa tvey, staðfestir hann, Hann legg ur afturat, at tað er týdn ingar­ mikið at spæla glaðan fótbólt, tí soleiðis fær mann áskoðararnar við sær, og tað kann geva einum sterk­ um liðið – sum HB – møguleikan at røkka toppinum. Tað er hetta konsept við einari sterkari ætlan, sum Sámal Erik Hentze ætlar sær at nýta, fyri at sleppa við til næstu ársveitsluna hjá HB, sum hann sjálvur málber seg. Heitur sessur Tað er ongin loyna, at venjarar í Havnar Bóltfelagi á mangan hátt eru líka ódrúgvir, sum í konga fe­ lagnum í Spania, men hetta nervar ikki Sámal Erik Hentze. – Tað er greitt, at skalt tú klára teg í HB, so eru úrslit eitt krav, men ein og hvør venjari má eisini duga at síggja, nær tað er klárt at pakka saman. Tað gekk fínt hjá okkum í EB­Streymi, men mann blívur troytt­ ur av hvørjum øðrum, og ein venjari má duga at skilja, tá leikararnir hava tørv á onkrum øðrum, stað­ festir oddamaðurin hjá Havnar Bólt­ felagi, sum ongantíð hevur vant sama felag í meira enn tvey ár. Venjari hjá HB Eftir at hava verið í fleiri ymiskum feløgum, er Sámal Erik Hentze aftur í barndómsfelagnum – sum gav hon um møguleikan at spæla ímóti B71 í seinasta umfarið í 1989 – men hetta fer ikki at merkja hansara tilgongd til venjarastarvið. – Um tú spyrt meg, hvat eg eri, so eri eg HB­ari við stórum h, men tá eg arbeiði sum venjari, kann tað gera tað sama, um tað stendur AB ella EB­Streymur á jakkanum, stað­ festir Sámal Erik Hentze, sum hevur góðar vónir fyri 2009. Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Metingin HB er mestsum altíð við í toppinum, og 2009 verð­ ur onki undantak. Hópurin er millum teir sterkastu, so endaliga úrslitið veldst, hvat venjarin megnar at fáa burtur úr sínum leik ar­ um. Í fjør sýntist liðið at spæla uttan nakra ætlan, men í seinastu dystinum bleiv betri. Klárar HB at halda hesa støðu, so kann meira enn so henda seg, at teir fáa minst eitt steyp afturat niðan í reyðu síðuna av Gundadali Fyrstu ferð einaráðandi Tá hann í 1989 fyri fyrstu ferð royndi seg á besta HB­liðnum, hildu mong, at Sámal Erik Hentze skuldi verða ein av berandi HB­spælarunum næstu 15 árini. Skaðar steðgaðu hesum ætlanum, men nú stendur Bagge við høvuðsábyrgdini fyri flaggskipinum hjá barndómsfelagnum Mynd: Álvur Haraldsen