hósdagur 2. apríl 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 65 - 2. apríl 2009
Á Dagstovninum í
Hoyvík hava tey havt
tvær evnisvikur við
rørslum. Hetta vóru
tvær spennandi,
mennandi, stuttligar
og hugnaligar vikur,
bæði fyri børnini
og starvsfólkini,
sigur Nita Sørensen
varaleiðari á
stovninum
Børn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
myndir: Dagstovnurin í
Hoyvík
Í sambandi við at tað er
rørsluár í ár »Rørsluuárið
2009« er upplagt at seta
fokus á rørslu á stovnum, tí
valdu vit á Dagstovnum í
Hoyvík at hava tvær evnis
vikur við rørslum, sigur
Nita Sørensen, varaleiðari á
stovninum.
Vit deildu børnini upp
eftir aldri, t.v.s at øll tey
børn, ið fødd eru í 2002
vóru í sama bólki o.s.fr.
Vit hava 6 stovur her á
stovninum, 3 barnagarðs
stovur og 3 vøggustovur.
Børnini komu á hendan hátt
at verða meira saman við
øðrum børnum á stovninum.
Somuleiðis fingu starvsfólk
ini høvi at arbeiða meira
saman við øðrum starvs
fólkum á hinum stovunum.
Vikurnar vóru skipaðar
soleiðis, at hvør bólkur fór
til eitt nýtt stað hvønn dag.
Støðini vóru: Viðarlundin,
fløtan við Skógrøkt, vøllur
in í Gundadali, Tórsbreyt,
vøllurin við Maritugøtu,
spæliplássið Eystangil, á
Skansanum, Hoyvíkshagin,
fimleikarhøllin í Hoyvíkar
skúla og Hoyvíkshøllin.
Hetta vóru tvær spenn
andi, mennandi, stuttligar
og hugnaligar vikur, bæði
fyri børnini og starvsfólkini,
og fara vit heilt víst at hava
rørsluvikur aftur í fram
tíðini,
sigur
Nita
Sørensen varaleiðari
á stovninum.
Dagstovnurin
í
Hoyvík varð bygdur í
1983. Stovnurin er
deildur upp í 3 hús, í
hvørjum húsi er 27
børn: 10 vøggustovu
børn og 17 barnagarðs
børn. Á stovninum eru
25 starvfólk, harav tey
14 eru pedagogar.
Leiðari á stovninum er
Anna Maria Anthonius
sen.
Heimasíðan: www.
dagstovnurinihoyvik.
fo.
Fokus á rørslu
nøvn