Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 FÓTBÓLTUR 2009 Hvussu tað fer at vign­ ast hjá árstals felagnum í høvuðsstaðnum vald­ ast ikki minst, hvussu tað fer at hilnast hjá blaðungu spælar ar­ unum Fer B36 at spæla um heiðursmerkini, fer B36 at vera miðal lið, ella kann tað hugsast, at teir svørtu og hvítu fara at savna seg um at sleppa nið­ ur flyting. Spurningarnir eru nógvir, og tað er upp til nýggja liðið at gera av, hvussu teir skulu svarast. Frá gongd­ in hevur ikki verið so ógvuliga stór, men tað sigur seg sjálvt, at holini eru stór eftir lyklaspælarar sum eitt nú verjuspælararnar Santo, Odmar Færø og Jankovic. Ofta hevur verið undrast á, at besta B36 liðið hevur verið mannað við so nógvum spælarum, sum hava verið uppaldir í øðrum feløgum. So leiðis verður tað ikki í ár. Fíggj ar­ ligi treingin hevur borið við sær, at tað ikki hevur verið møguleiki at knýta profilar afturat felagnum, sum tað annars hevur verið vanligt at gera. Nýggja støðan ber við sær, at ung ir spælarar, sum eru uppaldir í felagnum, kenna seg hava møgu­ leika at stríða seg til pláss á besta liðnum, og nýggja støðan ber eisini við sær, at spælarar, sum ung linga­ árini spældu í B36, men sum síðani hava roynt seg aðra staðni, nú eru aftur í felagnum, sum hjartað iva­ leyst altíð hevur bankað fyri. Millum royndastu lyklaspæl ar ar­ nar eru Tróndur Vatnhamar, Jákup á Borg, Klæmint Matras, Herbert í Lon Jacobsen, Bergur Midjord og Magnus Olsen, sum vísti seg at hiln­ ast heilt væl, tá ið hann eftir ikki so lítlan turbolens tíðliga í fjør flutti úr B71 og í Gundadal. Fróði Clement­ sen er komin aftur eftir útlegd í Sunda lagnum og á Argjum, stríðs­ maðurin Súni úr Hørg er komin til felagið úr VB/Sumba, og Asbjørn V. Gunnarsson og Sam Malsom hava áður víst, at tað kann roknast við teimum. So er spurningurin, hvussu ungu menninir fara at roynast. Róaldur Jacobsen vísti longu í fjør so mikið sannførandi avrik, at hann varð kosin evnaríkasti ungi spælarin. Tíggju unglingar standa í bíðirøð at fáa møguleikan á besta liðnum. Um ungu menninir skulu fáa høvi at vísa sínar dygdir er upp til venj ar­ arnar at gera av. Eisini á beinkinum er manningin nýggj. Milan Cimburovic, sum er ung dómsvenjari í felagnum, og sum áður í eitt stutt skifti hevur roynt seg í Runavík, hevur ábyrgdina sam­ an við Mikkjali Thomassen, ið hevur drúgvar royndir sum spælari, men sum ongar royndir hevur sum venj­ ari. Tað er neyvan nakað at ivast í, at venjaraparið fer at megna at flyta B36 fram frá útgangsstøðuni. Spurningurin er, hvør útgangsstøð­ an er. Málmenn: Jóan Pauli Jacobsen Tróndur Vatnhamar (Áður spælt við HB) Verja: Bárður H. Joensen Súni úr Hørg (VB/S) Rúnar í Lon Jacobsen Ásbjørn V. Gunnarsson Herbert í Lon Jacobsen (B68) Álop: Brima Koroma Høgni Eysturoy Sam Malsom Miða/Álop: Bergur Midjord Jákup á Borg (HB, OB) Johan Ellingsgaard Miðvøllur: Uni Holm Johannesen Poul Arni Jacobsen Hanus Thorleifsson (Skála) Róaldur Jacobsen Ingi Højsted (Arsenal) Janus Mortensen Klæmint Matras Verja/Miða: Fróði Clementsen (EB/S, AB) Bogi Hermansen Magnus Olsen (B71) Venjari: Mikkjal Thomasen Hjálparvenjari: Milan Cimburvic Tilgongd: Brima Koroma Fróði Clementsen, EB/S Súni úr Hørg, VB/S Frágongd: Meinhardt Joensen, NSÍ Alex Santos, EB/S Dmitrije Jancovic, Serbia Odmar Færø, Brøndby Hópurin hjá B36 : B36 er stóra spurnartekinið Bóltfelagið 1936 Postsmoga 1136 FO-110 Tórshavn www.b36.fo STOVNAÐ 28.03.1936 FORMAÐUR Kristjan á Neystabø MEISTARAR (8) 1946, 1948, 1950, 15959, 1962, 1997, 2001, 2005 STEYPAVINNARAR (5) 1965, 1991, 2001, 2003, 2006 GREIPUVINNARAR (1) 2001 Í BESTU DEILDINI (64 ár) 1942-1943, 1945-1984, 1986, 1988- Í EUROPA (11) Meistarakappingin 1998/99, 2002/03, 2006/07 Steypavinnar 1992/93 UEFA Cup 1999/2000, 2000/01, 2004/05, 2005/06, 2008/09 Intertoto 1997/98 Klæmint Matras er í mangar mátar ímyndin av stríðsviljanum, sum tey í B36 vilja síggja, nú felagið av álvara er farið undir eina nýggja byrjan, har lokalar kreftir eru høvuðsgrundarlagið Mynd: Álvur Haraldsen