hósdagur 2. apríl 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 65 - 2. apríl 2009 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Vestmenningar
vunnu umspælda
úti dystin ímóti Neist
anum í gjárkvøldið,
og samstundis gjørd
ist greitt, at tað
verða VÍF og H71,
sum skulu spæla
FMfinalurnar hjá
monnum
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Skuldi Neistin hava nakran
møguleika
at
koma
í
FM-finaluna, var í øllum
førum neyðugt við sigri á
VÍF í gjárkvøldið, umframt
at annað eisini skuldi ganga
upp í eina hægri eind. Men
ikki bar til hjá Neistanum,
sum hesa ferð tapti við
tveimum málum ímóti VÍF,
sum tapti við einum máli,
tá dysturin var spældur
fyrru ferð.
Tá VÍF at enda hevði
vunn ið málríka og um -
spælda dystin á Hálsi í
gjárkvøldið við 36 málum
ímóti 34, vóru tey allar-
fegnastu tey í Hoyvík, tí
úrslitið merkti, at H71 nú
við vissu hevur ognað sær
sess í FM-finalunum, sum
verða spældar ímóti VÍF.
Hevði Neistin vunnið,
hevði tað verið eitt krav til
H71, at sigur fekst burtur úr
dystinum á Skála um viku-
skiftið, men nú sleppa hoy-
víkingar undan at hugsa um
tað. Nú skulu teir bara fyri-
reika seg til finalu dyst ir-
nar.
Dysturin, sum var spæld-
ur umaftur í gjárkvøldið,
var upprunaliga spældur
18. januar, tá Neistin vann.
Men eftir at eitt mál var
tikið frá vestmenningum í
hálvleikssteðginum, kærdu
teir og fingu viðhald í fyrst
kappingarnevndini, síðani
dómsnevndini og at enda
eisini ítróttardómstólinum,
at dysturin skuldi spælast
umaftur.
At Neistin sostatt snávaði
og ikki kemur í finalurnar,
merkir somuleiðis, at før-
oyameistaraheitið hjá teim-
um bláu frá í fjør ikki verð-
ur endurtikið. Tó hevur
Neist in í ár vunnið steypa-
kappingina, so heilt galið
hevur árið tó ikki verið.
Fyri VÍF merkti sigurin í
gjárkvøldið, at liðið vinnur
landskappingina og tí fær
heimadyst í einum møguliga
triðja
finaludysti
ímóti
H71.
Vestmenningar
vunnu á Neist
anum í gjár
kvøldið, tá dyst
urin frá 18. januar
var spældur
umaftur
Mynd: Álvur Haraldsen
Neistin-VÍF 24-36 (16-16)
10 min: 5-7
20 min: 11-8
40 min: 23-22
50 min: 27-28
Málskjúttar
Neistin: Karl Herup Olsen 7, David Edvardsen 5,
Jugoslav Djumic 5, Finnur Hansson 4, Áki Mørk 4,
Jens Mohr 3, Jón Ludvig 2, Birgir Poulsen 2, Ingi
Olsen 2 (1)
VÍF: Áki Olsen 11, Sámal Joensen 11 (3), John
Andreasen 5, Agnar Joensen 4, Joen Høgnesen 2,
Áki G. Olsen 2, Bjarti Hansen 1
Brotskøst: Neistin 1, VÍF 3
Útvísingar: Neistin 2, VÍF 1
Dómarar: Andreas Hansen & Eyðun Samuelsen
FAKTA um dystin
VÍF vann og H71
kom í finaluna…
Á botninum á dómara seðl-
inum stendur, sum við-
merk ing, at »Neistin ger
vart við, at Áki G. Olsen
hevur
karantenu«,
men
hetta kemur ikki at hava
nakra ávirkan, tí Neistin
hevur mistikið seg.
Tað teir, eftir øllum at
døma, royna at halda seg
til, er, at Áki G. Olsen
skuldi havt leikbann, tá
upprunaligi dysturin 18.
januar varð spældur millum
Neistan og VÍF.
Hetta er ikki rætt, tí tá
spældi Áki G. Olsen og
fekk enntá seks mál.
Hevði tað verið, at hann
hevði leikbann til uppruna-
dystin, so kundi tað heldur
ikki ávirka henda dystin, tí
sambært reglunum skuldi
hann sitið yvir í fyrsta dyst-
inum eftir úrskurðin hjá
ítróttardómstólinum.
Hinvegin var Áki G.
Ol sen leikbannaður 4. jan-
uar, tá Neistin og VÍF eisini
spældu, men tá spældi hann
ikki, og tað er eftir øllum at
døma hetta, Neistin hevur
blandað við.
So nú. Langt um leingi er
dysturin, sum hevur verið í
øllum instansum í ítróttini
avgreiddur.
Gongdin í málinum var,
at fyrst kærdi VÍF til kapp-
ingar nevndina og fekk við
hald. Síðani hevur Neistin
bæði kært til dómsnevnd og
ítróttardómstól, og í báðum
førum endaði við, at Neistin
tapti.
Upprunadystin
vann
Neist in við einum máli,
men í gjár dró VÍF longra
stráið.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá Inga
Olsen, venjara hjá Neistan-
um.
-eij
Pál svimur sjálvandi
ikki fyri Danmark
At Pál Joensen fór at gevast at svimja fyri
Føroyar og í staðin skuldi svimja fyri
Danmark, var ein aprílsøga, sum sjálvt
drivin fólk í føroyska svimjiheiminum trúðu
uppá
SVIMJING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Í Sosialinum í gjár, 1. apríl, var ein søga á ítróttarsíðunum
og eisini á forsíðuni, at nú fór Pál Joensen at velja
danska svimjilandsliðið fram um tað føroyska, tí tað var
einasti møguleiki, skuldi hann menna seg sum svimjari,
umframt at hann annars ikki fekk síni met roknað sum
donsk met.
Men hetta var sjálvandi ein aprílsøga, uttan nakað
sum helst hald í veruleikanum. Sjálvandi fer Pál Joensen
ikki at svimja fyri Danmark, hóast grundgevingarnar
óivað tóktust trúligar, tá havt verður í huga, at Sosialurin
týsdagin hevði gjørt nógv burturúr, at øll tey donsku
juniormetini hjá Pál Joensen skuldu strikast.
Tað ljóðaði jú næstan sum ein aprílsøga, at danska
svimjisambandið hereftir fór at krevja, at føroyskir og
grønlendskir svimjarar skuldu umboða Danmark, og
ikki Føroyar ella Grønland, skuldu teir fáa síni met
skrásett sum donsk met. Men tað var eingin aprílsøga,
men veruleiki.
Eitt passaði tó
Bæði Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnason,
fingu tað nógva av degnum hópin av
viðmerkingum um søguna, og mestsum í hvørjum ein-
asta føri noyddust teir at vísa fólki á, at talan var altso
um eina aprílsøgu.
Ábendingin um, at so var, var fjald í teldupostadressuni
undir navninum á greinaskrivaranum, tí har stóð fyrsti@
apríl.fo. Men tann reglan verður neyvan serliga ofta
lisin, og í gjár vóru tað í øllum førum mong, ið ikki
góvu henni gætur.
– Hetta hevur verið ótrúliga stuttligt, og her hava
verið nógvar reaktiónir. Tað stuttligasta er, at tað hava
verið fólk innan fyri svimjiheimin, sum hava verið við
leingi og enntá finnast á hægstu rók, ið hava ringt og
kært sína neyð, sigur Jón Bjarnason, sum hevði eina
reyðgløðandi telefon tað nógva av degnum.
– Onkur segði tað fara kalt niður eftir rygginum á
sær, onkur hevði fingið andaneyð og onkur tosaði um
tár í eygnakrókunum. Uppaftur onkur annar royndi at
binda um heilan fingur og segði seg ringja fyri at tryggja
sær, at hetta altso bara var ein aprílsøga.
Kortini var alt ikki tann bera aprílsøga, tí Pál Joensen
vil fegin undirstrika, at hann veruliga er vónbrotin av
politikarunum, at teir ikki hava verið førir fyri at útvegað
bara so mikið sum ein hyl í landinum, sum er 50 metrar
langur. Honum hava svimjararnir bíðað leingi eftir, og
tann parturin av aprílsøguni má gjarna takast í fullum
álvara!
kappingini í 1. d
j
leygardagin, men av tí at kavi var á summum
vallum, vóru allir tríggir dystirnir útsettir. Nú hevur
kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum so
gjørt av, at teir verða spældir í dag í staðin. Dystir
nir eru KÍEB/Streymur í Klaksvík, ABSkála á
Argjum og VíkingurB68/NSÍ í Gøtu.
heimasíðan hjá Neistanum.
– Skal eg røkka mín
um málum, eru um
støðurnar fyri víð
ari menning ikki til
staðar í Føroyum. Tí
eri eg noyddur at taka
av tilboðnum um at
svimja fyri Dan mark,
sigur 18 ára gamli
i ú Vági
Pál Joensen tær treytir,
danska
svimjisambandið
hev ur sett, um hansara met
skulu verða góðkend sum
donsk met. Pál hevur nevni
liga tikið eina tunga, men
leingi umhugsaða, avgerð:
Hann fer nú at umboða
Dan mark í altjóða kapp ing
um og svimja á danska
landsliðnum.
– Eg havi onkuntíð fyrr
i ikki danskari,
i
øgu
danska
Men av
bjerg a
felag s
West S
Jacobs
nýggj u
Hesi
ikki hv
er beig
og he
Jacob
øll ár
fær í
fyri
um
Joen
Pál Joensen
velur danska
landsliðið
– Eg eri fram
og ikki dans
um eg í fram
umboða Da
kappingum
Føroyar, si
gamli svim
Pál Joense
avmyndað
við venjin
trimum v
Myndin til aprílsøguna í gjár var tikin í Vági í fyrra
morgunin, tá Pál Joensen vandi, og vit kunnu leggja
aftrat, at donsku landsliðshúgvuna eigur Pál ikki sjálvur
Mynd: Jón Bjarnason
Neistin kærir umaftur
– men onki hald er í