Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR 2009 19 Á triðja sinni er stóri skiparin Kristjan á Neystabø komin inn sum formaður í B36. Uppgávan var, enn einaferð, at fáa skútuna á rættkjøl og seta nýggja kós. – Málið er ikki meistaraheitið. Vit bróta upp av nýggjum, so tað kann blíva eitt sterkt og robust felag, sigur formaðurin Seinasti fjórðingurin í 2008 gjørdist kanska ein tann daprasti í søguni hjá árstalsfelagnum B36 úr høvuðs­ staðnum. Svárir fíggjarligir trupulleikar komu undan kavi, og stóð felagið nærri eini tvangsniðurflyting í nið­ astu deildina enn ynskiligt var. Samstundis sum felagið seinastu trý árini hevur stílað høgt, hevur tað ikki havt ítróttarliga viðgongd, og eru eingir veruligir ítróttaligir sigr ar komnir í hús. Seinasta fólk vistu, so var B36 millum fíggjarligu elituna í føroysk­ um fótbólti, og mundi tað virka sum hvøllur brestur fyri bróstið hjá trúgvu fjepparunum, tá tann mynd­ in brádliga brotnaði. Fyri ideologiina Hóast illa stóð til, var bjargingin ikki longri burturi enn so. Kristjan á Neystabø hevur í yvir 20 ár sitið í nevndini og verið fo r­ maður í felagnum. Og hóast hann hevði takkað fyri seg, lat hann seg yvirtala til at taka eitt seinasta hál fyri felagið, og er hann aftur í dag formaður í felagnum. Men hví valdi hann at taka við aftur, tá hann longu hevði takkað fyri seg eina­ ferð? – Eg havi verið rundanum felagið alla tíðina. Eg hevði ongar ambi­ tión ir um at koma í nevndina aftur, men nú bleiv tað soleiðis, og tað bleiv heitt á meg um at taka eitt tørn afturat, og eg segði ja, sigur Kristjan á Neystabø. Hann leggur tó afturat, at tað verður ikki leingi hesaferð. Tað er eingin loyna at tað stóð illa til í B36, og tungar avgerðir skuldu takast, umframt at bygnað­ urin eisini skuldi broytast. Fólkini í felagnum hava ivaleyst vitað, at fáur mundi verða betri egnaður at gera hetta enn júst Kristjan á Neysta bø. FC Tórshavn P/F er nú sett á stovn og skal taka sær av voda fone­ liðnum burturav. 20 menn hava sett tilsamans 1 millión krónur í hetta felagið. – Teir menninir, sum seta tilsam­ ans eina millión í felagið, gera tað av ideologiskum orsøkum, sigur Kristj an á Neystabø. Hann dylur heldur ikki fyri, at júst ideologiin er stórur partur av orsøkini til, at hann tekur eitt tørn afturat. Nýggj fíggjarlig og ítróttarlig byrjan At felagið var komið í óføri, vil Kristj­ an á Neystabø ikki gera nógv burtur­ úr. Hinvegin slær hann fast, at teir hyggja frameftir og bróta upp av nýggjum. Fremsta liðið er í einum parta­ felag fyri seg. Leikararnir á liðinum eru farnir niður í løn og fíggjar viður­ skiftini fingin upp á pláss. Sam­ stund is verður ítróttaligi parturin eisini kollveltur. – Vit fara nú í gongd við eina prosess, har vit vilja rekruttera frá okkum sjálvum. Vit mugu gera okk­ um meira leysar av leikarum uttaní­ frá. Vit hava eisini lagt eina nýggja strategi, har vit um trý ella fýra ár hava eitt lið frá okkum sjálvum, sigur Kristjan á Neystabø. Samstundis avdúkar hann, at mál ið í ár er ikki meistaraheitið. – Tað verður ikki gjørt fyri einhvønn prís. Men málið í ár er at fáa felagið aftur á beint og sam­ stund is kunna liggja millum tey fremstu liðini, slær Kristjan á Neysta­ bø fast. Kend fólk skulu lyfta felagið Meðan Kristjan á Neystabø er kom­ in inn at fáa skil á bygnaðarliga og fíggjarliga partin av felagnum, er eitt annað kent andlit eisini komið inn at lyfta ítróttarliga partin av fe ­ lagnum. Vit tosa her um Mikkjal Thomas­ sen, sum eftir eitt ár í EB/Streymi er aftur í B36, tó sum venjari hesuferð. Men hví, í einum felag við stórum ambitiónum, velja ein mann við ong um royndum á økinum til venj­ ara? – Eg havi observerað Mikkjal í nógv ár nú. Vit kenna Mikkjal, teir eginleikar, hann hevur, og hvat hann stendur fyri. Eg havi eina trúgv á, at hann kann verða ein góð­ ur venjari, hóast hann ikki hevur pappírini. Tað sama var galdandi við Sigfríði Clementsen á sinni, og eg føli meg tryggan við Mikkjal, stað festir Kristjan á Neystabø. Formaðurin í B36 heldur eisini, at Mikkjal er júst tann rætti maðurin til at byggja upp við. – Vit kenna hvønn annan sera væl, og tað er sera umráðandi í hesi tilgongdini, sum nú fer í gongd, nevni liga har teir ungu skulu fáa sín kjans og spælast inn á liðið. Hann hevur somu sjónarmið sum vit, at standa saman, brynja okkum og byggja okkum upp. Tí er Mikkjal júst tann rætti, leggur Kristjan á Neystabø dent á. Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Kristjan fyri triðju ferð Metingin B36 er í nógvar mátar stóra óvissan í Vodafone-deildini. Havnarfelagið hevur seinni árini verið ein støðugur partur av føroyska fótbóltsoddinum, og í fjør gekk heilt væl, hóast sagt varð farvæl við fleiri profilar. Tað er gjørt aftur í ár, og takið hjá nýggja venjaraparinum verður at tippa holini, sum standast av hesum. Endaveggurin í B36-húsinum er prýddur við mynd av fleiri teirra, sum løgdu lunnar undir felagið. Sjálvur hevur Kristjan bygt á somu lunnar í fjórðingsøld, og hann var til reiðar at taka enn eitt tørn, tá tað heyst brádliga leikaði heilt hart á Mynd: Álvur Haraldsen