hósdagur 2. apríl 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 65 - 2. apríl 2009 ]
Fyrrapartin vóru
undirskriftir settar
á ein nýggjan
stuðulssáttmála í B36-
húsinum, sum merkir,
at Elektron verður
høvuðsstuðul hjá B36
hetta kappingarárið
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað vóru formaðurin í B36,
Kristjan á Neystabø, og
vara stjórin
í
Elektron,
Richard Mortensen, sum
skrivaðu undir stuðuls sátt
málan, sum er galdandi fyri
eitt ár. Tað vil siga, at hetta
kappingarárið
fer
besta
mansliðið hjá B36 at spæla
við Elektron á bringuni.
– Fyri okkum er hetta eitt
gylt høvi at gera okkara
fyritøku meira sjónliga í
almenna rúminum, har vit
annars ikki hava verið so
nógv frammi, tí vit kanska
meira eru kend sum KT
veitarin hjá peninga stovn
un um og tí almenna. Men
vit eru fjølbroyttari enn so,
og tað vilja vit nú eisini
gera vart við, sigur Richard
Mortensen,
varastjóri
í
Elek tron.
– Við sínum unga og
evna ríka hópi hevur B36
eitt avbjóðandi og spennandi
kappingarár fyri framman,
og Elektron ynskir við hes
um høvuðssáttmálanum at
stuðla B36 í at røkka sín um
málum.
Somuleiðis fegnast for
maðurin í B36, Kristjan á
Neystabø, um nýggja sátt
málan við Elektron sum
høvuðsstuðul:
– At reka B36, sum er
millum størstu ítróttarfeløg
í Føroyum, krevur eina
fíggjarliga orku, sum Elek
tron nú er við til at styrkja.
Tað merkir eisini, at vit
standa sterkari í royndunum
at røkka okkara ítróttarligu
málum, sigur B36formað
urin.
Elektron høvuðsstuðul hjá B36
Fyrrapartin var sáttmáli undirskrivaður í B36-húsinum, sum merkir, at Elektron verður høvuðsstuðul hjá árstalsfelagnum kappingarárið 2009
Mynd: Álvur Haraldsen
3. hálvleikur
Sunnudagin kl. 17-19
SMS-kappingin
Vinningurin í SMS-kappingini
hesa vikuna er frá
Vøruhúsinum á Hjalla.
Meðan sendingin er í luftini og
restina av kvøldinum, ber til at
luttaka í kappingini við at keypa
eina vøru frá Carlsberg.
Høvuðsvinningurin er ein ferð
fyri 2 til ein dyst hjá Liverpool.
Vinnarin verður funnin
eftir seinasta umfar.
Sent verður Live úr
BowLinghøLLini í havn
So rullar bólturin aftur í føroyskum fótbólti. Og tað merkir eisini, at 3. hálvleikur
aftur er í luftini á Rás2. So skjótt sum dagsins umfar í Vodafone-deildini er av, taka
vit samanum tað, sum er hent í dagsins dystum. Prát við spælarar, venjarar, leiðarar
og onnur fótbóltsfólk eru á skránni. Og sjálvandi sleppa lurtararnir eisini at siga sína
hugsan við SMS’um til 559999. Og sjálvandi eru góðir vinningar til bestu SMS’ini.
Hilmar Jan Hansen og Jákup Mørk
eru vertir í sendingini