Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 FÓTBÓLTUR 2009 Takið hjá nýggja venjaranum verður at fáa FM kandidat burtur úr tilfeinginum, sum tykist vera betri enn so nógva aðra staðni Miðvallargeneralurin, Nenad Stan­ ko vic, er burtur, og burtursæð frá Potemkin, sum framvegis er ætlaður til fremstu álopsódnina, so eru allir hinir útlendingarnir farnir. NSÍ hevur eisini skift venjara. Pauli Poulsen, sum á Skála og síðani í Runavík stóð í læru hjá Johan Niel sen, heldur nú um stýrisvølin. Hóast talan hevur verið um fleiri markant ar útskiftingar, so kunnu 2007 meist ararnir, sum í fjør vóru eitt stig ov stuttir til 3. plássið, ikki renna undan, at teir eru betur fyri, enn fleiri av hinum eru tað. Tað er stór kapping um plássini. Fýra nýggir spælarar, sum ikki eru komnir at hita beinkin, skulu spæl­ ast inn á liðið, og tað kann væl vera, at tað fer at eydnast at finna fram til góða loysn. Venjarin er áhugaður í uppstill­ ing ini, sum fer at megna bestu av ­ rikini og harvið størstu úrtøkuna. Talan kann gerast um tvíeggjað svørð, tí um liðið fer at verða mann­ að við fleiri, sum eru uppaldir aðra staðni, enn tað fer at verða mannað við evnaríkum dreingjum, ið eru upp vaksnir í felagnum, so er møgu­ leiki fyri, at ótolnu ungu menninir fara at leita aðra staðni fyri at sleppa framat. Meinhard Joen sen fer at verja málið. At tríggir av verju spælarunum sein asta árið hava verið á ella í nánd av lands liðnum boðar frá høgum støði. Fjórði verju spæl arin fer kanska at verða Jónhard Frederiksberg, sum áður hevur verið fremri á vøllinum – bæði á Skála og í NSÍ. Høgni Madsen úr Fuglafirði og Jann Ingi Petersen úr B68 eru keyptir til Runavíkar fyri at styrkja um sentrala miðvøllin. Tíðliga í vetur varð Jann Ingi skaddur í knæ­ num. Tað hevur darvað honum í at venja saman við nýggju liðfeløg­ unum. Bogi Løkin er sjálvskrivaður, og Jústinus R. Hansen, sum eftir steðg í fjør er komin aftur í barndóms­ felagið, tykist saman við Hjalgrími Elttør og Karoly Potemkin at vera gott boð upp á pláss millum teir fyrstu ellivu. Men spurningurin er eisini, hvussu tað fer at hilnast hjá evna­ ríku og nærløgdu ungu monnunum. Millum hesar eru Jens Joensen, Filip Jacobsen, Monrad Jacobsen, Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen og Øssur Dalbúð. Teir vilja allir heldur renna á vøllinum enn at sita á beinkinum. Um tað eydnast teimum at vinna sær pláss millum teir fremstu ellivu, so verður tað onkur annar, ið hevði átt pláss mill­ um teir fyrstu ellivu í so at siga næstan øllum hinum feløgunum, sum fer at sita á bonkarendanum. Nes Sóknar Ítróttafelag FO-620 Runavík www.nsi.fo STOVNAÐ 24.03.1957 FORMAÐUR Andrias Lamhauge MEISTARAR (1) 2007 STEYPAVINNARAR (2) 1986 og 2002 GREIPUVINNARAR Ongantíð Í BESTU DEILDINI (23 ár) 1976, 1979, 1984- 1988, 1991-1992, 1994-1995, 1997- Í EUROPA (4) Champions Leage 2008/09 UEFA Cup 2003/04, 2005/06, 2007/08 Intertoto 2004/05 MÁLVERJAR: Meinhardt Joensen (Áður spælt við KÍ, GÍ, B68, B36) Kristian Joensen VERJA: Óli Hansen Johan Troest Davidsen (Everton) Einar Hansen Monrad Jacobsen Jens Joensen MIÐVØLLUR: Høgni Madsen (ÍF, KÍ) Jann Ingi Petersen (B68, Fremad Amager) Jann Martin Mortensen Bogi Løkin Jústines R. Hansen Sjúrður Jacobsen Filip Jacobsen ÁLOP: Øssur Dalbúð Karoly Potemkin (EB/S, B36) Jónhard Frederiksberg (Skála) Hjalgrím Elttør (KÍ, Fremad Amager) Klæmint Olsen VENJARI: Pauli Poulsen HJÁLPARVENJARI: Anton Skoradal TILGONGD: Jann Ingi Petersen, B68 Høgni Madsen, ÍF Jann Martin Mortensen, B68 Jónhard Frederiksberg, Skála Meinhardt Joensen, B36 FRÁGONGD: Pól Jóhannus Justinussen, B68 Tórður Thomsen, leysgivin Jónas Þór Næs, leysgivin Milan Pejcic, 07 Vestur Aco Pandurovic, FK Sumadija Dejan Stojkovic, FK Radnicki Nenad Stankovic, B68 Hópurin hjá NSÍ : Kappingin við Løkin er stór Eftir heiðurin sum ársins stjørnuskot í fyrraárið mentist Bogi Løkin í fjør til ein tann besta spælaran í føroyskum fótbólti. Og heilt víst verður hann ein av týdningarmestu spælarunum, um NSÍ aftur skal leita sær móti tindunum í ár Mynd: Álvur Haraldsen