Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR 2009 21 Pauli Poulsen skal fyri fyrstu ferð standa á síðulinjuni uttan sín lærumeistara. Skála­ maðurin, sum hevur hjálpt Johan Nielsen seinastu seks árini, tók í vetur við sum høv­ uðsvenjari hjá NSÍ Tú fær greiðar ábendingar um tað í fyrsta eygnakasti. Hann er róligur og siðiligur. Við Løkin í Runavík legg ur hann stillisliga leikarunum lag á, og greiðir frá, hvat teir kundu gjørt øðrvísi. Hann minnir ikki sørt um sín undanmann. Tað sæst týði­ liga, at hann er úr góðum bergi brotin. Hann kundi heldur ikki ynskt sær ein betri lærumeistara. Seinastu seks árini hevur hann hjálpt Johan Niel sen, sum er mest vinnandi venj­ arin í føroyskum fótbólti nakrantíð. Á Skála lyftu teir felagið upp í før­ oysku fótbóltstindarnar, og í 2007 tryggjaði venjaratoymið runavík ing­ um fyrsta FM­heitið í søgu felagsins. Nielsen gavst í vetur sum høvuðs­ venjari hjá NSÍ, og skjótt stóð næm­ ing inum hjá lærumeistaranum í boði at gerast nýggjur høvuðs venj­ ari. Og nú skal Pauli Poulsen fyri fyrstu ferð standa á síðulinjuni utt­ an Johan Nielsen – næmingurin skal til próvtøku. Hvussu verður fótbóltsvenjarin Pauli Poulsen øðrvísi enn Johan Niel sen? – Tað dugi eg ikki at siga. Eg havi hjálpt honum seinastu seks árini, og sjálvandi havi eg lært nógv av honum. Hvat hevur tú lært? – Fyrst og fremst at vera mál rætt­ aður og hava fokus á uppgávuna. Hann hevur lært meg at síggja loysnir heldur enn forðingar, og at velja rætt í trýstum støðum. Og ser­ ligt, at tú altíð skal hugsa positivt. Johan Nielsen er kendur fyri at vera rættiliga róligur á síðulinjuni. Ert tú venjarin, sum fer at rópa og skrála? – Nei, tað er ikki reiðuliga eg. Men tað verður heldur ikki mín upp­ gáva, at bara standa og peika, og siga, hvat er rætt og skeivt. Leik ar­ arnir koma við ráðum, og sum ein eind royna við at loysa trupul­ leikarnar. Tað er ikki bara eg, sum takið avgerðirnar. Kennir tú tað, sum tú hevur stað­ ið í skugganum av Johan Nielsen og hansara frálíku úrslitum? – Nei, als ikki. Tað er ikki nakað, sum eg hugsi um. Eg kenni meg sum ein part av úrslitunum, sum vit hava fingið á Skála og í Runavík. Hvussu hevur Pauli Poulsen rigg­ að sum venjari uttan Johan Nielsen higartil? – Tað hevur gingið væl, haldi eg. Eg eri ikki einsamallur, tí Anton Skora dal hevur hjálpt mær sera væl. Ætlar tú at arbeiða víðari við konseptinum hjá tykkum báðum, ella verður tað eitt øðrvísi lið, vit fara at síggja í 2009? – Eg havi ikki gjørt stórvegis broyt ingar. Vit hava havt stóra frá­ gongd í vetur, og tí skulu ymsar broytingar gerast. Men vit leggja framvegis dent á at spæla fótbólt, og royna at halda fram í somu gongd sum frammanundan. Hví valdi tú at taka við starvinum sum høvuðsvenjari hjá NSÍ? – Tað er heilt vist eitt áhugavert og avbjóðandi starv. Fleiri velja at gerast venjarar so skjótt, teir gevast sum fótbóltsleikarar. Eg havi verið hjálparavenjari leingi, og metti, at nú var tíðin búgvin at fara víðari. Og nú royni eg hetta. Tú hevur verið hjálparavenjari í Runavík í tvey ár. Hvørjir fyrimunur eru við tí? – Eg kenni sjálvsagt leikararnar og felagið, og tískil er lættari at byggja víðari á arbeiðið, sum er gjørt. Og vansar? – Eg dugi ikki at síggja nakran. Frágongdin hevur verið stór í Runa vík í vetur, og broytingar hava verið í hópinum. Er tað gott ella keðiligt? – Eg síggi tað ikki beinleiðis sum ein vansa. Ofta er tað sunt og neyð­ ugt við broytingum. Vit hava fram­ vegis ikki havt allar leikararnar tøk­ ar til venjing vegna skaðar, og sjálv­ andi skulu vit hava tíð at spæla liðið saman. Vilt tú ráða áskoðarunum í Runa­ vík til at hava tol? – Ikki beinleiðis. Vit hava ein sterk an og dugnaligan hóp, og tað sær áhugavert út. Nú fáa vit at síggja. Nenad Stankovic hevur átt avger­ andi leiklut á miðvøllinum hjá NSÍ seinnu árini. Hvussu fer frágongdin av honum at merkjast? – Tað sæst altíð aftur, tá eitt lið missir ein somikið týdningarmiklan og dugnaligan leikara. Men vit vóna, at nýggju menninir loysa hann av á skilagóðan hátt. ...sum leiðir okkum beinleiðis til komandi spurning. Hvat væntar tú av Høgna Madsen og Jann Inga Petersen? – Tað eru tveir sera áhugaverdir og ungir leikarar. Teir hava bíðað eftir veruliga gjøgnumbrotinum í føroyskum fótbólti leingi, og tað vóna vit, at teir fáa í Runavík. Teir fara at standa seg væl. Er hópurin veikari ella sterkari í ár? – Hann er í øllum førum ikki veik­ ari. Hvussu hava tit merkt til fíggj­ arkreppuna í Runavík? – Felagið hevur alment boðað frá stórum skjeringum av rakstrinum, og fíggjarliga hevur tað sjálvandi havt stóra ávirkan. Men tað er ikki nakað, sum vit merkja á vøllinum. Tað er friður í hópinum, og vit eru stríðast fyri málsetninginum, sum er at vinna fótbóltsdystir. Um Pauli Poulsen skal verða nøgd ur við kappingarenda, hvat hevur hann so framt? – Hvør leikari hevur sín egna mál­ setning, og vónandi flyta allir leik­ ararnir seg rætta vegin. Vit meta ikki, at tað er neyðugt at rópa al ment um okkara felagsmálsetning. Vit skulu menna hvønn einstaka, og vinna so nógv sum gjørligt. Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Næmingurin skal til próvtøku Metingin Spælaratilfeingið er gott, og fær nýggja venjara­ parið tónarnar at raka rætt, kunnu runavíkingar væl og virðiliga blanda seg í ovasta oddin. Hinvegin lúrir vandin fyri ófriði uttan fyri hvítu linjurnar, og tað hevurovurstóran týdning, at leiðslan í felagnum megnar at halda allar spekulatiónir um hetta burtur fra spælarahópinum. Róliga og siðiliga framferðin kann geva ta fatan, at Pauli Poulsen ikki vil standa í fremstu røð, men hann tykist kortini ikki hava nakrar trupulleikar, nú hann skal royna at lyfta arvin eftir mest vinnandi føroyska venjarnaum yvirhøvur Mynd: Álvur Haraldsen