Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 65 - 2. apríl 2009 Ó lavsøkumorgun 1912 lá motorbáturin hjá Krisjani í Dali við tjaldurs­ merkinum blaktrandi frá mastrartoppinum. Menninir, sum gingu sær oman í handilin í Vágs­ botni at fáa sær eina øl at byrja ólavsøkuna við, kveittu út á Vág og hildu fyri: “Ná, Louisa er aftur­ komin. Nær man hon vera komin? Hevur tú sæð nakran av teimum?” Nei, enn hevði eingin sæð teir. Kvøldið fyri hevði eingin Louisa verið, so teir mundu vera innkomnir í dimminum. Og tað var ikki undarligt, um tað varð tosað um at Louisa var afturkomin. Tí hesin báturin, sum ikki var størri enn so, at kjølurin var 26 føtur, hevði verið um stórhavið og luttikið í fiskiskapsframsýning í Keypmannahavn. “So lati eg ein motorbát gera” Ein sunnudag um várið 1912 sótu teir úti hjá Krist­ jani í Dali og tosaðu um ymiskt. Johan Restorff, versonur Krisjan, var inni, og talan fall á, at fiski­ skapsframsýning skuldi verða í Keypmannahavn í juli sama ár. Johan helt tá fyri, at Føroyingar áttu at vera uppi í har. Kristjan í Dali var beinan vegin fúsur og kundi haft hug at farið við einum seksmannafari, sum skuldi verið róð niður. Men tað hildu teir vera ov nógv avgjørt. “Íðan,” helt Kristjan í Dali, “so lati eg ein motorbát gera!” Og ikki var langt millum hugskot og verk hjá hon­ um. Sama dag var hann hjá Liasi í Rættará og bað hann byggja sær ein motor­ bát. So væl lá tað fyri, at teir beint tá høvdu strekt ein 26 fóts kjøl til motorbát úti í Álakeri, og avgjørt varð, at Kristjan í Dali skuldu hava hendan bátin. Ein gamlan motor fingu teir vestan úr Vágum, og ein junidag fór Louisa, sum báturin varð nevndur, av bakkastokki. Longu annan dagin eftir lá Louisa á vánni og snaraði sær einar tvær reis­ ur fyri at vita um kumpass­ in ­ ein lítil bátakumpass ­ var í rættlagi, og so varð kósin sett eftir Hetlandi. Uttan nakað hóvasták, við einum snøggleika, sum sermerkti teir gomlu, var avgerðin tikin, og ferðin ­ ein vandafull ferð um stórhavið ­ byrjað. Við á ferðini vóru um­ framt Kristjan í Dali sjálv­ an, sonurin Sofus, Hanni­ mann hjá Mikkjali, Jákup Hans hjá Kaldsdbakspeturi og Harald Joensen, seinni kendur sum Harald á Sjó­ mansheiminum. Ein sonur hansara var J.K. Joensen, smiðurin í Vágunum. Frásøgnin hjá Sofusi: Tað var gott landsynnings­ veður, tá ið vit fóru, men toka og tung alda. Vit settu kós eftir Muckle Flugga í Hetlandi, og tey einastu instrumentini, vit høvdu, vóru bert kumpassin og eitt flundrulogg. Tá ið vit høvdu siglt eitt gott samdøgur, komu vit framá ein bát, sum royndi við gørnum ­ tað var fram­ vegis mjørki ­ og greiddu teir okkum frá, at vit vóru tætt norðanfyri Muckle Flugga. Vit hildu so bein­ anvegin tvørturum. Náttina eftir bleiv hann høgur í ættini við brennandi stormi. Tað var ikki annað at gera enn at lata Jákup Hans fara niður í motor­ rúmið og so negla kappan til. Pápi og Harald fóru niður undir har frammi, og varð kappin eisini fyrinegld­ ur. Hannimann varð surrað­ ur fastur við róðrið, og eg frammi við mastrina. Tann náttin var ikki tespulig. Maður við róðrið var horvin Knappliga fáa vit ein øðil­ igan brotasjógv, og eg haldi meg hoyra mann rópa. Tá sjógvurin er av, síggi eg, at eingin maður er við róðrið. Hannimann er horvin. Eg kvetti beinan­ vegin surringina og lesti meg aftureftir. Eg sá tá, at alt uppstandandi var sorl­ að. Afturkomin varð eg varur við, at ein hond helt um gelendarið í læ. Tá var tað Hannimann, sum hekk uttanborðs. Sjógvurin hevði tikið hann við sær, men hann hevði verið knappur og hevði fingið í gelendarið, og nú hekk hann har í aðrari hondini. Eg fekk hann inn aftur, og hann fór aftur til róðurs. Stutt aftaná komu vit á heilt slættan sjógv, og samstundis tók tokan at lætta. Tá sóu vit sker og hólmar alla staðni rundan um okkum og skiltu, at tað var eitt grunnbrot, vit høvdu fingið. Vit royndu at sleppa okkum út um aftur sum skjótast. Tá var veðrið eisini farið at batna. Hetta var á fjórða samdøgrið. Eg minnist, at pápi einaferð dukaði so óført niðri undir har frammi. Eg sparkaði kappan frá, og hann rætti okkum longdir og eina fløsku. Hann bað okkum fáa okkum, men ikki drekka ov nógv. Skilti ikki, at teir vóru komnir undan Tað, ið eftir var til Dan­ markar, høvdu vit fínasta veður, vit lógu á dekkinum og svóvu í sólini. Um Helsingør­leitið sigldi ein av Tulenius­bátunum, Ask, framumm okkum. Seinni, tá vit komu til Keypmanna­ havnar, fingu vit at vita, at Ness hjá Boyggjasannu og Martin hjá Kaldbaks Peturi vóru niðurkomnir við Ask, og at teir, tá teir sóu Louisu beinanvegin skiltu, at tað var ein føroyskur bátur, og fingu vissu fyri tí, tá teir sóu tjaldursflaggið. Teir spurdu okkum, hvar vit høvdu verið staddir óveð­ ursnáttina. Sama spurdi skiparin á ferðamannaskipi­ num Botnia. Teir undraðust á, at vit vóru komnir heil­ skapaðir frá tí veðrinum, tí bæði skipini høvdu ligið tildreygað. Vit komu til Keypmanna­ havnar ein seinnapart í strál­ andi sól, 5 ½ samdøgur eftir, at vit fóru av Havnini. Í Keypmannahavn har framsýningin var, vóru vit einar 14 dagar, og so fóru vit til Humlebæk fyri at fáa nýggjan motor. Tá ið vit so fóru úr Danmark aftur, vóru vit inni á Skodsborg, hagar fleiri føroyingar fylgdu við okkum. Komu á ólavsøku Uppaftur var tað mestsum sjaskveður alla tíðina. Eg minnist, at tá vit nærkaðust Føroyum aftur, komu vit fram á ein hvalabát, sum segði okkum frá, at vit vóru á Sandoyarbanka. Tá broyttu vit kósina eina kvart striku suðureftir. Mjørki var, og knappliga sóu vit land. Ilt var at síggja, hvar vit vóru. Pápi bað okkum gita. Summir hildu Skorararnar, aðrir at tað var Eystnes. “Hyggið á sjógvin”, segði hin gamli. Tá sóu vit Dalsfles. Høvdu vit ongan­ tíð havt skift kós, vóru vit ivaleyst komnir beint á Borðuna. Hetta var Ólavsøkuaftan. Tá ið vit vóru komnuir á Kirkjubønes legði hin gamli stilt. Vit bíðaðu inntil dimmið, og so sigldu Christian Christiansen: Fór til Danmarkar við 6 tonsara Tveir av teimum vakrastu gravsteinunum í gamla kirkjugarði eru teir hjá Christian Christiansen og seinnu konu hansara Rakul. Christian var vanliga kallaður loðsurin. Í hesum liggur, hvat starv hann hevur havt. Hann hevur verið nakað av einum ævintýrara. Hansara mest merkisverda ferð mundi vera, tá ið hann við motorbátinum Louisa sigldi til Keypmannahavnar at luttaka í eini fiskivinnuframsýning Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo FRED CHRISTIAN CHRISTIANSEN DBMD (Dannebrogsmand) F.M. FØDT 13. MAJ 1852 DØD 23. MARTS 1928 JESUS SIGER: KOMMER TIL MIG ALLE I SOM ARBEJDER OG ERE BESVÆREDE OG JEG VIL GIVE EDER HVILE. MATH. 11,28 -- FRED RACHEL CHRISTIANSEN FØDT HØJGAARD FØDT 21. DECEMBER 1873 DØD 1. MARTS 1934 KAST AL EDERS SORG PAA HAM, THI HAN HAR OMSORG FOR EDER 1. PETR. 5,7 Fyrra konan loðsin kallaðist Helena Katrina. Tá ið hon doyði giftist hann aftur við Rakul f. Højgaard. Hon var ættað úr Brekkunum á Toftum Einasta myndin sum finst av Christian er henda umborð á Louise. Hann er tann triði aftasti. Sagt varð, at loðsurin vildi ikki lata seg avmynda