hósdagur 2. apríl 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 FÓTBÓLTUR 2009
Samansetta liðið hjá
leirvíkingum og
gøtumonnum tykist
hava góðar fyritreytir
at vera við í kappingini
um heiðursmerkini
Víkingur er ítøkiligt dømi um, at tað
kann spyrjast gott burtur úr fusión.
Í fjør høvdu leirvíkingar og gøtu
menn fyri fyrstu ferð ábyrgdina av
felags liði, og tað hilnaðist væl.
Víkingur var leingi við í kappingini
um heiðursmerkini, men so leyp
ketan av, og liðið endaði á fimta
plássi.
Tað er nógv, sum bendir á, at píl
urin í ár fer at venda rætta vegin.
Ofta hevur tað víst seg, at saman
løgd feløg hava havt trupulleikar
við samleikanum. Soleiðis er tað
ikki í Gøtu og Leirvík. Fólkið stendur
fult og heilt aftanfyri flaggskipið,
og leiðslan hevur púra greitt boðað
frá, at tað verður ikki farið aðra
staðni at fiska eftir spælarum. Tað
verður dúvað upp á lokala samleik
an, og harvið er tað upp til ungu
menninar í Gøtu og Leirvík at vísa,
hvør dugur er í teimum. Leiðslan í
felagnum hevur í hvussu so er við
sínum fráboðanum undirstrikað, at
teir fara at fáa møguleikan.
Tá ið kagað verður at spælara
listanum, so er skjótt at staðfesta,
at talan er um yvirgongds skipan,
har onkrir teirra, sum eru komnir
aðra staðni frá, og sum hava víst
seg at trívast í Sarpugerði, fáa
møgu leikan. Hesir eru fíni málverjin
Geza Turi, miðverjin Niclas Niclasen,
miðvallarin Áslakur R. Petersen og
álopsspælarin Zoltan Bukszegi.
Teir, sum vóru við til at manna
fyrsta felagsliðið, hava verið við í
fyrireikingunum til nýggja kapp
ingar árið, og aftrat teimum er kom
in ein gamal kenningur í Gøtu. Eftir
fótbóltsrundferð á flatlondum og í
høvuðsstaðnum er Súni Olsen aftur
í Sarpugerði, har fótbóltsevnini aft
ur skulu brúkast optimalt.
Serligan ans vakti tað í heyst, tá
ið tað gjørdist greitt, at Jógvan
Martin Olsen eftir drúgva og trúgva
tænastu hjá FSF nú skuldi vera
venj ari í Sarpugerði. Millum teir,
sum Jógvan Martin roknaði nógv
við á landsliðnum, var Súni Olsen. Í
fjør spurdist lítið burtur úr tí sam
starv inum. Nú eru møguleikar fyri
tí, og nýggi Víkinga venjarin roknar
nógv við evnaríka miðvallaranum.
Aðrir lyklaspælarar eru Andreas
Lava Olsen, sum alt oftari vísir seg
at vera vandamiklasti álopsspælarin
í landinum, Atli Gregersen, mið vall
arin Sølvi Vatnhamar, brøðurnir
Sam og Sverri Jacobsen, Símun
Louis Jacobsen og Magnus Skoralíð.
Og so eru tað fleiri ungir spælarar,
ið rættiliga spíla seg út fyri at
sleppa framat, og sum eru næsta
ættarlið frá gyltu níti árunum. Mill
um hesar eru Martin Olsen, Finnur
Justinussen og Bárður Hansen.
Víkingur
Postsmoga 58
FO-520 Leirvík
www.vikingur.fo
STOVNAÐ
14. januar 2008
FORMAÐUR
Páll Gregersen
MEISTARAR
Ongantíð (GÍ hevur
verið føroyameistari
6 ferðir)
STEYPAVINNARAR
Ongantíð (GÍ hevur
verið steypavinnari 6
ferðir)
GREIPUVINNARAR
Ongantíð (GÍ hevur
vunnið greipuna 2
ferðir)
Í BESTU DEILDINI
(2 ár)
2008-
Í EUROPA
Ongantíð (GÍ hevur
spælt í Europa í 12
førum)
MÁLVERJAR
Géza Turi
Rógvi Ryggshamar (Áður spælt
við LÍF, ÍF)
VERJA
Atli Gregersen (Frem)
Niclas Niclasen (KÍ)
Hanus Jacobsen (AB)
Hans Jørgin Djurhuus
Kaj Ennigarð (KÍ)
Hjartvard Hansen
MIÐVØLLUR
Áslakkur R. Petersen (ÍF)
Bárður Hansen
Sølvi Vatnhamar
Sverri Jacobsen
Sam Jacobsen
Súni Olsen (Zwolle, AaB, B36)
Símun Louis Jacobsen
Kaj Leo í Bartalsstovu
ÁLOP
Magnus Skoralíð
Andreas Lava Olsen
Finnur Justinussen
Zoltán Bükszegi (Vasa FC KFT)
Martin Olsen
TILGONGD
Súni Olsen, B36
Rógvi Ryggshamar, ÍF
Jógvan Martin Olsen (venjari)
Føroyar
Trygvi Mortensen (venjari), KÍ
FRÁGONGD
Adrian Stauss, KÍ
Anton Skoradal (venjari), NSÍ
Mortan Joensen, Givin
Poul Ennigarð, ÍF
Poul Arni Jacobsen, B36
VENJARi
Jógvan Martin Olsen
HJÁLPARVENJARI
Trygvi Mortensen
MÁLMANSVENJARI
Pauli Jarnskor
Hópurin hjá Víkingi:
Víkingarnir eru spentir
Sterki lokali bulurin er grundarlagið undir Víkingi. Her er Símun Louis Jacobsen í dysti móti grannunum úr ÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
bovling@bovling.fo
www.bovling.fo
Vitja okkara nýggju matstovu og
royn tann vælumtókta bovlingbúffin
Ring
44 33 66
og bílegg
pláss