hósdagur 2. apríl 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 2. apríl 2009
23
vit inn aftur á Havnina.
Vit sóu bert ein enstakan
mann. Tað var ein, sum
hevði verið yviri á Tór
garði og vitjað gentu sína.
Við 6 tons deksbáti
Dimmalætting hevði frá
søgn um hendan túrin. Í
blaðnum fyri 22. juni 1912
stendur, at “de Afstande og
Vanskeligheder, man
regnede med i gamle Dage,
er svundne meget stærkt
ind og reduceret til Ube
tydeligheder; det mærker
man ogsaa i disse Dage, da
der tales om en Rejse her
fra til Fiskeriudstillingen i
København med en lille
Motorbaad paa godt 6 tons.
Det er den bekendte Lods
Christiansen, der leder
denne interessante Eks
pedition; han agter at have
tre unge Thorshavnere med
sig, nemlig: Fiskerne Sofus
og Johan Christiansen samt
Montør Jacob H. Jacobsen.
Det vil vække megen
Opsigt i Hovedstaden den
Dag, den lille færøske
Motorbaad lægger til i
Københavns Havn. En
saadan Rejse hører til det
udsædvanlige”.
Mikudagin 3. juli 1912
skrivar Dimmalætting, at
“motorbaad Louise afsejl
ede i Lørdag Eftermiddag
til København. Foruden de
i Bladet førnævnte Herrer
rejste Smedemester Harald
Joensen, Midvaag, med
Motorbaaden. Vi haaber,
det gode Vejr vil holde sig,
saa “Louise” kan faa en fin
Rejse”.
Tann 5. juli telegraferar
loðsurin til Dimmalætting:
Motorbaad Louise er
ankommet til København i
Dag Kl. 5. Alt vel!
Christiansen.
Denne Tur er ganske
usædvanlig og meget
dristig. Samme Dag som
den skandinaviske Fiskeri
og Motorudstilling er
aabnet i København, lagde
altsaa den lille færøske
Motorbaad til ved Udstill
ingen og demonstrerede
mere end noget andet,
hvad Motoren kan udrette.
Begivenheden maa have
vakt megen Opsigt paa
Udstillingen, og vi skylder
Lods Christiansen og hans
kække Ledsagere en Tak
for deres Bedrift.
Skifti motor
Framsýningin man hava
eydnast væl hjá føroysku
luttakarunum, og tað gjørdi
heimferðin hjá Louisu
eisini. 27. juli 1912 skrivar
Dimmalætting.
“Motorbaad Louise,
Lods Christiansen, ankom
hertil i Torsdags Nat kl. 12
fra København. Louise
sejlede fra København
Lørdag Aften Kl. 6, og har
altsaa tilbagelagt Vejen paa
godt 5 Døgn til trods for
Modvind og daarlig Sø. Vi
hilste i Gaar paa Lodsen,
der var meget fornøjet med
sin Københavnertur. “Man
vilde bare ikke tro os
dernede, da vi fortalte, vi
kom sejlende fra Færøerne
i den lille Baad”. Louise,
der paa Nedrejsen havde
en gammel Motor, er nu
blevet forsynet med en ny
Motor af samme Slags og
Kraft. Lods Christiansens
raske Tur til København er
et udmærket Eksempel paa
de færøske Søfolks Dygtig
hed og Kækhed og en
brillant Reklame for
GideonMotoren”.
Tá Loðsurin róði til
Klaksvíkar at fáa boð
til Orknoyggjarnar
Í bók síni um Rokkin
greiðir Niels Juel Arge frá
um, tá ferðamannaskipið
hjá DFDS “Norge” 28. juni
1904 sigldi á ein boða við
Rockall og 610 fólk drukn
aðu. I hesi frásøgn eigur
Loðsurin ein leiklut, sum
lutvíst vísir hann sum ein
brand, og lutvíst lýsir hetta
ta ógvisligu broyting, sum
er hend við samskiftis
møguleikunum í farnu øld.
Tað vóru alt ov fáir bjarg
ingarbátar til øll ferðafólk
ini við Norge, og var hetta
orsøkin til, at so nógv
druknaðu. Men fólkið á
einum bjargingarbáti kom
til Føroya, og um hetta
skrivar Niels Juel:
Týsdagin 5. juli kemur
ein norsk skonnart niðan
gjøgnum Nólsoyarfjørð og
kastar akker á Havnarvág.
Longu tá hon kemur
niðaneftir, er bátur á borði
og frættir ørindini. Boð
fara straks í land, og bátar
kom at føra teir átjan
menninar og smágentuna,
sum er bjargað úr báti nr. 4
í land. Tey seks eru so illa
á holdum komin, at ráði
ligast er at leggja tey inn á
sjúkrahúsið, so tey kunnu
fáa holla viðgerð. Bátarnir
fara tí inn á Vestaruvág við
hesum seks og seta tey upp
á land undir hospitalinum í
Sjarpholinum. Hini verða
førd inn á Eystaruvág og
verða sett á land á Konga
brúnni. Tey fáa innivist á
Hotel Djurhuus ella verts
húsinum, sum tað eisini
varð nevnt. Tað stóð ikki
so illa til við teimum, sum
fóru á sjúkrahúsið. Nøkur
teirra vórðu útskrivað
longu dagin eftir og sluppu
heim á Vertshúsið at gista.
Tað, sum mest ráddi um,
var at boða frá, hvussu
vorðið var við bjargingar
bátunum. Í Føroyum vistu
tey einki um vanlukkuna
fyrr enn “Olga Poulina”
kom á Havnina. Úr Før
oyum bar ikki til at fjarrita
boð niður til Hetlands ella
Skotlands, tí telegrafkaðal
in úr Hetlandi til Føroya
varð ikki strektur fyrr enn í
1906. Einastu ráðini vóru
at fáa Smiril avstað við
boðunum, men hann var
norðuri í Klaksvík. Hagar
norður var heldur eingin
telefonkaðal tá, og illa lá
fyri at fáa bát norður, tí
skriðan stóð eftir sjónum.
Men Loðsurin (Kristian í
Dali) mannaði sítt átta
mannafar, Jomfrúnna, og
helt út av Vestaruvág og
niðan gjøgnum Nólsoyar
fjørð við einum strúki av
vestri. Teir komu í øllum
góðum norður til Klaks
víkar og sluppu suður aftur
við Smirli, sum setti inn á
Havnina og tók 2. stýri
mann umborð. So var farið
á Tvøroyri at taka nakrar
kolamolar og so til havs.
Stevnt varð til Stromness á
Orknoyggjunum, hagar
Smiril kom fríggjadagin 8.
Juli við boðunum um
funna bátin.
Ferðin hjá Sofusi
Sofus Dal Christiansen,
sonur Loðsin var havna
meistari og loðsur, og hann
hevur eisini verið ein
ævintýrari. Hann gjørdi í
1946 eina heilt serliga ferð.
Hann sigldi nevniliga við
einum opnum báti til Dan
markar at vitja dóttir sína.
Hendan ferðin var rættu
liga dramatisk. Vit koma
seinni at hava eina Mið
viku um hesa ferðina.
Sofus, sonur loðsin, var eisini ein av manningini í 1912. Í 1946
ger hann eina líknandi ferð, sum vit fara at greiða frá í eini
komandi Miðviku. Her er hann saman við konuni Rosu
Sofus kemur til Keypmannahavnar í 1946. Aftanfyri síggjast danskur versonur, dóttirin
Hjørdis og systirin Johanna, gift við Johan Restorff, kaptaininum. Børnini eru Gudrun
(Haustein), dóttir Sofus og Johan Restorff á Hafnia, ommusomur Johannu
Hannemann kundi eins væl verið sjólátin hendan túrin við Louisu. Í 1929 gekk hann burtur við Martu.
Her sæst hann saman við konuni, Honnu, og børnunum. Tey eru f.v. Ingrid, Mikkjal, Herman, Eli
(aftanfyri), Borghild og aftanfyri hana Kissa
Jacob Hans Jacobsen var eisini við. Í 1952 var hann eisini
eina líknandi ferð við Tusk
Ein av manningini var Harald á sjómansheiminum.
Her saman við konuni Thomina
Komandi partur
Sosialurin kemur ikki
út komandi hósdag,
skírisdag. Næsta grein
í hesi røð kemur tískil
um tvær vikur. Tá fara
vit um umrøða Johan
Christian Djurhuus,
sum var kendur sum
Faktorin í Klaksvík í
hálva øld