Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR 2009 23 Fyrrverandi lands liðs­ venjarin fegnast um sterka felagsandan Tá Jógvan Martin Olsen á tíðinda­ fundi tann 29. september í fjør brád­ liga boðaði frá, at hann eftir lands­ dystin á útivølli ímóti Litava fór at leggja frá sær sum A­lands liðs venj­ ari, var tað endin á einum 15 ára longum skeiði sum landsliðsvenjari á ymsum stigum. Toftamaðurin byrjaði við U17­ landsliðnum í 1994 og rakk tindin, tá hann á heysti í 2005 skrivaði undir sáttmála sum A­landsliðs venj­ ari. Og hann fekk á heimavølli ein góðan enda á hesum tíðarskeiði, tá hann í næstseinasta dysti sínum stóð við stýrisvølin í 1­1 javnleik in­ um ímóti Eysturríki. – Mær longdist eftir tí dagliga venjarastarvinum, tí tað strævnasta við starvinum sum landsliðsvenjari var, at tú hevði kanska tveir dystir innan fyri nakrar fáar dagar og skuldi so bíða í fleiri mánaðir, áðr­ enn næsti dystur var aftur, sigur Jógvan Martin um ta meira per són­ ligu orsøkina til, at hann valdi at gevast sum landsliðsvenjari og sam­ skipari av ungdóms­ og spælara­ menningini. – Eg saknaði at kunna arbeiða samanhangandi við einum liði og einstøku spælarunum, har tað við greiðum ætlanum bar til at hava beinleiðis ávirkan á liðið dyst eftir dyst, at byggja formin upp og gera nakað við trivna og annað. Sum landsliðsvenjari hevði eg lítla og onga ávirkan á tann partin av spæl­ inum. Sálin er við Tað gingu heldur ikki meira enn tríggjar vikur eftir nevnda tíðinda­ fund, so kundi felagsliðið í Gøtu og Leirvík, Víkingur, boða frá, at Jógvan Martin Olsen var nýggjur høv uðs­ venjari. Og hann viðgongur, at hann stórtrívist í felagnum, sum bara hevur eitt kappingarár á baki, eftir at GÍ og LÍF løgdu saman við árs­ byrjan í 2008. – Hetta er heldur ikki heilt fremm­ ant fyri mær, tí eg var venjari í Leir­ vík mitt í 90­unum og havi bara góð minni frá tí tíðini. At koma til Gøtu og arbeiða út frá gamla felagshúsinum við vøllin, er nakað heilt serligt. Tað minnir ikki sørt um gamla B68­húsið, sum eg minnist tað fyri 20­25 árum síðani, tí her liggur sjálv sálin í felagnum, sum øll standa saman um, sigur Jógvan Martin. – Eftir venjingarnar heilsar tú upp á gamlar spælarar og onnur, ið fylgja væl við, og hóast tað gamla húsið kanska ikki hevur teir stóru karmarnar at bjóða, so er tann lítli køkurin samlingsstaðið hjá øllum teimum, ið ganga høgt uppí, hvat hendir og rørir seg rundan um liðið. Her er ein ótrúliga sterkur felags­ andi, sum er ógvuliga sjónligur og sum eg seti stóran prís uppá. Liðið skal bera Tey, ið kenna Jógvan Martin Olsen, vita eisini, at hann er sera miðvísur í sínum arbeiði, og hann leggur heldur ikki fingrarnar ímillum, tá hann greiðir frá, hvørjar vónir hann hevur fyri Víking hetta komandi kappingarárið: – Vit hava longu meldað út, at vit ætla okkum at vera millum trý tey bestu liðini í ár. Og tað haldi eg vera eitt realistiskt boð, sjálvt um eg væl veit, at fleiri onnur feløg eisini stíla líka høgt, sigur venjarin, ið heldur seg hava ein sterkan og væl samanspældan hóp at arbeiða við. – Av teimum 20 spælarunum, vit hava tøkar til besta liðið, eru teir 18 lokalir, so eisini her gongur tann sterka felagskenslan aftur. Gøtu­ menn og leirvíkingar hava í felag funnið gott stev, og her er greiði hugburðurin, at tað er liðið, heldur enn nakar einstakur spælari, ið skal bera tað upp millum trý tey fremstu. Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Víkingur stílar høgt Metingin Felagssamstarvið millum Gøtu og Leirvík vísti seg longu í fjør at hava nógvar og góðar dygdir, ið kunnu røkka rættiliga langt. Nú Víkingur eisini hevur styrkt seg á venjarasíðuni, er liðið uppaftur betur fyri. Koma menn sum Súni Olsen og Andreas Lava Olsen skaðafríir gjøgnum árið, kann Víkingur verða eitt hitt besta boðið upp á ein skikkaðan avbjóðara í kappingini um føroyameistaraheitið. Eftir 15 ár sum landsliðsvenjari á bæði U­ og A­støði, skal Jógvan Martin Olsen nú burturav hugsa Víking Mynd: Álvur Haraldsen