hósdagur 2. apríl 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 FÓTBÓLTUR 2009
Í nýggjari roynd at
vinna sær fótafesti í
fremstu fótbóltsrøðini
hava vágamenn fingið
kend fremmand fót
bóltsnøvn vestur at
hjálpa til
Um tað hesa ferð fer at eydnast hjá
vágamonnum at halda tørn um
plássið í bestu deildini, fer tíðin at
vísa. Setningurin er í fyrstu atløgu
at sleppa undan niðurflytingini, og
tað halda teir har vesturi, at tað eru
góðir møguleikar fyri. Undirtøkan
fyri felagnum er góð í allari oynni.
Síðani 07 Vestur sá dagsins ljós,
hava heimadystirnir verið spældir í
Sørvági, sum hevur víst seg at vera
sannur skansi. Í fjør vórðu allir fjúrt
an landskappingardystirnir vunnir,
og í steypakappingini spældu teir
javnt bæði ímóti Víkingi og B36. Í
fyrra førinum vunnu vágamenn
brots sparkskappingina, og í seinna
førinum taptu teir.
Venjarin hevur í tjúgu ár verið í
fremstu røð í føroyskum fótbólti.
Piotr Krakowski kom til Føroya sum
fínur miðvallarspælari, og fyri nett
tjúgu árum síðani var hann við til at
tryggja sandoyingum fyrsta og
higartil einasta FM heitið. Nú er
Piotr kanska tann royndasti av øll
um teimum, sum eru við til at
mynda
føroyska
fótbóltstindin.
Aftrat sær hevur Piotr Hegga Sam
uelsen, ið hevur spælt nógv við lið
unum í Vágum.
Flestu royndirnar hevur TórIngar
Akselsen, superveteranurin Jens
Erik Rasmussen, málverjin Trygvi
Askham, Kim Poulsen og Ingi Ole
Jacobsen.
Millum aðrar í besta fótbóltsaldur,
men sum enn ikki hava havt møgu
leika at fótað sær í bestu deildini,
eru Hans Arni Ellefsen, Ragnar
Niclassen,
Gunnar
Haraldsen,
Jógvan Holm, Jóan Petur á Stongum
og Sjúrður Ellefsen og so eru tað
ungir spælarar sum eitt nú Holgar
Djurhuus, Andrá Johansen og 16
ára gomlu Rógvi F. Nielsen og Eli F.
Nielsen.
Tveir ungir HB spælarar, Hendrik
Rubeksen og Torkil Kollsker, royna
eydnuna í Vágum, og so er tað
út lendska íslettið, sum er týdningar
mikið, nú roynt verður at fáa teir
lokalu at fóta: álopsspælarin Ike og
miðvallarin Milan Pejcic, sum báðir
hava verið í NSÍ og brasiliumaðurin
Ricardo, sum nú skal royna seg í 07
Vestur álopinum. Royndirnar at fáa
brasilkar fótbóltsspælarar at blóma
á føroyskum graslíki og í føroyska
veðrinum hava ikki altíð verið so
hepnar. Um tað hepnast væl við
Ricardo, so verður hann verdugur
av loysari fyri pólverjan Andrzej
Stretowicz, sum seinastu árini hevur
verið eyðsýndur málrevur, hóast
hann hevur verið skaðaplágaður.
Vágamenn trívast væl har vesturi.
Nú fæst at síggja, um tað hesa ferð
eydnast vágaliðnum at finna stevið
í fremstu røð!
07 Vestur
Postrúm 51
Postrúm 370
Miðvági
STOVNAÐ
6. november 2007
FORMAÐUR
Eivin Jacobsen
MEISTARAR
Ongantíð (Besta úrslit
nr. 1 í 1. deild í 2008)
STEYPAVINNARAR
Ongantíð
GREIPUVINNARAR
Ongantíð
Í BESTU DEILDINI
(1 ár)
2009
Í Europa
Ongantíð
MÀLVERJAR:
Trygvi Askham
Birgir Joensen
VERJA:
Hans Arni Ellefsen
Torkil Kollsker (Áður spælt við
HB)
Rógvi E. Nielsen
Gunnar Haraldsen
Ragnar Niklassen
MIÐVØLLUR:
Ingi O Jacobsen
Jóan P á Stongun
Milan Pejcic (NSÍ)
Sjúrður Ellefsen
Jógvan Holm
Eli F Nielsen
Holgar Djurhuus
Ricardo Da Braga
Tór-Ingar Akselsen (HB)
ÁLOP:
Jens E Rasmussen (HB, TB,
Leiftur, B36)
Kim Poulsen
Hendrik Rubeksen (HB, B68, GÍ,
AB)
André Johansen
TILGONGD:
Torkil Kollsker, HB
Milan Pejcic, NSÍ
Hendrik Rubeksen, HB
FRÁGONGD:
Andrzej Stretowicz, Pólland
Jovan Radomir Panic, Serbia
Silva da Braga, givin
Jón Nielsen, HB
VENJARI:
Piotr Krakowski
HJÁLPARVENJARI:
Jógvan Hendrik S. Samuelsen
Hópurin hjá 07 VESTUR:
Vágamenn trívast
væl har vesturi