hósdagur 2. apríl 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2009 33
Við at leggja størstu
orkuna í væl útbúnar
venjarar til ungdómin
vónar 07 Vestur, at
felagið um eini 10 ár
kann verða ein veru lig
ur faktorur í føroyskum
fótbólti. Her og nú er
málið tó meira smæðið
at halda seg í bestu
deildini
Síðani 1994 hevur fótbólturin í Vág
um í trimum umførum roynt at
savna oynna í eina eind. Í fyrsta lagi
við FS Vágum, sum við skiftandi
hepni royndi at bjóða restini av
land inum. Eftir at tað skrædnaði
millum MB og SÍF í 2003 varð nýggj
roynd gjørd við FSV 04, og í fjør
varð 07 Vestur sett á stovn sum ein
triðja roynd.
Men hvør er so munurin á 07
Vestur og teimum royndum, sum
áður eru gjørdar at savna Vágoynna
kring eitt felag?
– Upprunaliga FS Vágar var eitt
sam tak millum tvey ítróttafeløg,
meðan 07 Vestur er eitt sjálvstøð
ugt fótbóltsfelag, og tað er tann
stóri munurin. Sum samtak hevði
FS Vágar tvey móðurfeløg, sum
høvdu ræðisrættin, og tað kundi til
tíðir gera tað eitt sindur tungt at
sita í nevndini, tí tú mátti støðugt
leita aftur til baklandið fyri at vátta
tær avgerðir, sum skuldu takast,
sigur Ari Thomassen, sum er næst
formaður í 07 Vestur.
Tað er eingin loyna, at tá FS Vág
ar skrædnaði, vóru fleiri klandursmál
millum feløgini. Er nýggi bygnaðurin
eisini ein roynd at sleppa undan
hes um, nú talan bert er um eitt
felag?
– Vit hava sjálvandi lært av bæði
tí góða og tí minni góða, sum var í
FS Vágum. Tað harmar meg serstak
liga nógv, at FS Vágar í onkrar mát
ar fekk eitt ringt orð á seg millum
manna, tí tað bar eisini sera nógv
gott við sær. Men tað endaði so
soleiðis, sum tað endaði, og í dag
hava vit so eitt sjálvstøðugt felag,
so sama mistak ikki skal endurtaka
seg, sigur Ari.
Menningin í fokus
Ítróttarliga byrjaði annars sera væl,
tá FS Vágar varð sett á stovn. Fyrsta
árið gjørdist uppflyting í táverandi
1. deild veruleiki, og felagið vísti
fyrsta árið her, at tað kundi bjóða
teimum stóru av. Niðurgongdin
kom tó eisini skjótt, men tað hevði
sínar orsøkir, sigur Ari.
– Har hendi jú nakað í føroyskum
fótbólti mitt í 90’unum, tá pengar
brádliga av álvara komu í spælið. Í
FS Vágum var støðan, at felagið
vildi ikki við upp á hendan vognin,
og tað merkti, at fleiri berandi
spælarar hvurvu. Tað vóru jú fram
vegis nógvir vágamenn í bestu
deild ini, men teir spældu ikki í Vág
um.
Og hvørji eru so ítróttarligu út
litini, nú eitt nýtt felagslið hevur
tikið við?
– Vit høvdu sett okkum sum mál,
at vit skuldu flyta upp innan fyri trý
ár, men tað eydnaðist so í fyrstu
royndini. Ítróttarliga málið hjá 07
Vestur er, at vit hava løntar og út
búnar venjarar hjá øllum liðum
okkara. Vit hava ein hugburð um, at
vit fyrst brúka pengar upp á venj
arar, áðrenn vit brúka teir upp á
spælarar, tí vit trúgva uppá, at við
góðum venjarum koma eisini góð
úrslit.
– Men sjálvandi kenna vit eisini
fortreytirnar. Vit eru uppflytarar, so
fyri 2009 seta vit okkara ítróttarligu
mál eftir tí. Men innan fyri eini 10
ár ætla vit at verða ein av teimum
stóru aktørunum í føroyskum fót
bólti.
Úrslitini komu longu
Og tað er ikki einki, sum Ari hevur
hesar vónirnar í. Felagsliðið í Vágum
eigur umboð á øllum Ulandsliðum,
og longu í 2009 verða fyrstu spæl
ararnir úr hesum røðum at síggja í
Vodafonehópinum. Og sum heild
verður eitt miðvíst arbeiði gjørt fyri
at menna ungdómsfótbóltin.
– Til dømis hava vit koyring av
spælarum frá Vestmanna og Kvívík,
sum soleiðis koma til okkara at
spæla. At vit nú eisini fáa 1617 ára
gamlar við Ulandsliðsroyndum í
hópin haldi eg vera eitt úrslit av, at
vit hava savnað kreftirnar, og at vit
á tann hátt hava størri orku til ung
dómsarbeiðið.
– Og hava hesir spælararnir eitt
kompetent og gott ítróttarlig um
hvørvi, so verða teir verandi. Vilja
teir meira enn tað, sum 07 Vestur
kann bjóða teimum, so fara teir
sjálvandi aðrastaðni, men har til er
at siga, at fótbólturin her vesturi
stendur einki aftan fyri tað, sum tú
sært í restini av landinum, sigur Ari
Thomassen.
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Blaðungur var Ari Thomassen
í 1991 við til at vinna altjóða
stig í 11 javnleikinum móti
Norðurírlandi. 18 ár seinni er
hann næstformaður í 07 Vestur,
har menningin av framtíðar
spælarum hevur hægstu
raðfesting
Mynd: Álvur Haraldsen
Útbúgving
gevur úrslit
Metingin
Tilveran sum uppflytari er hørð, og í Andrzej
Stretowicz tykist 07 hava mist størsta profilin.
Hinvegin tykist felagið vera væl fyri organisatoriskt,
og tað kann geva neyðuga friðin í einum
kappingarárið, har órógv uttan fyri linjurnar heilt
víst fer at merkja fleiri av kappingarneytunum. Og í
Piotr Krakowski hevur liðið ein superoptimistiskan
venjara, sum fleiri ferðir hevur fingið optimalt
burtur úr sínum tilfeingi.